eina so áhugaverda og álvarsliga vinnulívsætlan sum hesa! Hetta hava hvørki fuglfirðingar ella alt Føroya fólk uppiborið. Og tá hugsað verður um, at løgmaður, formaðurin í tingbólki sambandsfloksins, ti [...] Sámal Petur í Grund, allir sum ein eru valdir at umboða Eysturoynna. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og tað fara hesir góðu menn helst at ásanna til komandi val.
tryggjað Føroya fólki,. at tann persónur, sum tey vísa á sum løgmannn, veruliga tænir bæði fólksins og eisini sambandsfloksins áhugamálum. Løgmaður hevur eitt forkláringsproblem. Hann skyldar Føroya fólki [...] hetta er sera óheppið fyri umdømi okkara í útlandinum. HVØRVÍTT Atli Hansen og aðrir sambandsmenn hava rætt ella ikki, tá teir leggja eftir sínum egna formanni og løgmanni skulu vit lata onnur at døma um í
FORMANSSKAPURIN á Føroya Løgtingi hevur avgjørt ikki at taka av eini innbjóðing at vitja tað bretska parlamentið. TAÐ var annars fyri nøkrum mánaðum síðani, at ein innbjóðing kom úr Bretlandi til løgtingið [...] og er hann eisini í iva, um teir hava tikið eina rætta avgerð. HER er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt. Fyri tað fyrsta hava vit fingið eina nýggja stýrisskipanarlóg, sum meira enn fyrr setir skott millum [...] marknakrøvini so órímulig er so eitt. Men hann má ikki gloyma , at hann í hesum máli umboðar alt Føroya fólk. Spurningurin er tó, hvat hetta hjálpir - um tað kanska ikki tvørturímóti forðar fyri eini nóg
Føroya løgting og Føroya landsstýrið eiga nú í felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nú ræður um at standa saman. Fara vit nú út við fleiri signalum kann hetta seta fót [...] greitt, at slíkt eigur at fáa fylgjur so ella so. Lat okkum undirstrika her, at ikki minst Sjónvarp Føroya eigur rós uppiborið fyri tað stóra arbeiði tey hava gjørt í øllum bankamálinum. HVAT bankakanningini [...] ikki enda harí bara at tosa um pengar. At fáa vit so og so nógv frá dønum, sum vithalda okkum hava rætt til og fyri tort og svie, so eru vit nøgd. Hetta er ein spurningur um meira enn pengar. Talan er um
STJÓRIN í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, leggur ikki fingrarnar í millum í eini samrøðu, sum Berlingske Tidende endurgevur sunnudagin í eini reportasju uppundir at bankakanningin verður kunngjørd f [...] kjakinum hoyrir eisini tað farna við. Partvíst fyri at fáa ymiskar hendingar ella viðurskiftini at hanga rætt saman og partvíst fyri at vísa á tað, sum »vit søgdu«. Í fleiri ár ávaraði Javnaðarflokkurin ímóti [...] n og Fólkaflokkurin settu føtur í spenni at stovna landsbankan. OG teimum á baki kom bergmálið í Føroya Banka: »Det er unødvendigt med en landsbanke. De opgaver, som landsbanken skal tage sig af, kan vi
nettup tygum og tygara stjórn og tygara embætismenn nú í mong ár hava staðið fyri nettup tí øvugta! Ja rætt og slætt hava eitrað tey annars so góðu viðurskifti, sum altíð hava verið millum føroyingar og danir [...] og fólkaræði. Tað gjørdu vit eisini, tá tygum fyri nøkrum árum síðani, gjørdu av ikki at koma til Føroya. Vit hartaðu tygum og stjórn tygara fyri at vanvirða Føroyar og føroyingar við tí avgerðini. Fyri [...] vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma til Føroya í endanum av 90-unum og tosa um, hvussu stóran týdning dialogurin - hetta at tosa saman - hevur fyri
eitt landshúsarhald, sum vantar pening á fleiri økjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Føroya at fáa endarnar at røkka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit øll hava, líka mikið hvørja [...] gjalda eitt tvey-oyra av uttanlandsskuldini? TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta spurnartekin við, um landsst
vísa seg sum góð umboð fyri Føroya land. Hóast tað er farið, so ber eisini til at minna bretar á leiklut føroyinga undir seinna heimsbardaga. Hví ikki bjóða Blair til Føroya fyri tað! [...] samráðingarnevndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum
Hvørja aðra grund skulu teir persónar, sum hava staðið Edmundi Joensen nærmast, hava við at fortelja Føroya fólki og entá dønum um ein óútrokniligan løgmann - enn hana at ávara onnur! HETTA fær okkum onnur [...] jú um eina løgmann, hvørs framferðarháttur og arbeiðsháttur kunnu hava skatt bæði virki og umdømi Føroya á so nógvum økjum. OLJUVINNUNA og marknasamráðingarnar eru málsøki, sum løgmaður umsitur fullmiliga [...] bak og hyggja eftir støðuni á hesum økjum eisini í dag, so uppdaga vit, at her ruggar kanska ikki rætt heldur. Løgmaður hevur tosað um breiðar semjur og hevur tá roynt at leggja lok á flestu mál, tí hann
fyri føroysku fólkatingsumboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um hesar, tá tað hevur snúð seg um Føroya framtíð og lagnu - so er einki løgið í, at føroyskir fólkatingsmenn - í hesum føri Jóannes Eidesgaard [...] egni bróðurflokkur í hevði til føroysk mál, so hevur danski javnaðarflokkurin á ongan hátt nakran rætt til at krevja nakað sum helst frá einum føroyskum fólkatingsmanni. At hava fingið trygd fyri valdagin