ÁVÍSIR danskir politikarar eru á gosi, tí føroyski fólkatingsmaðurin , Jóannes Eidesgaard hevur gjørt av ikki at atkvøða í sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann og javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu eina dygga álitisváttan frá veljarunum afturfyri.
HETTA er sama støða hann tók eftir valið, tá hann gjørdi av ikki at leggja sína atkvøðu í hvørki tann borgarliga og tann sosialdemokratiska leirin. At hann tó meldaði út, at hann ætlaði sær ikki at vera við til at fella eina javnaðarstjórn byggir fyrst og fremst á, at Jóannes Eidesgaard vil hava hesa stjórn at reka ein rættvísan og positivan politikk mótvegis Føroyum. Tilsøgn um hetta fekk hann á fundi við Nyrup.
FORMAÐURIN í CD, Mimi Jacobsen, hevur lagt harðliga út eftir Jóannes Eidesgaard fyri støðu sína. Sjálvandi hevur hon loyvi til at hava sína meining, men tað er ikki serliga hugaligt, tá ein so framstandandi persónur í donskum politikki og nú eisini stuðul hjá stjórnini, ber seg fram á nærum kolonialistiskan hátt móti føroyingum. Vit hava heldur ikki gloymt orð hennara við eitt danskt blað valdagin, tá hon ikki kundi bara sær fyri at niðurgera føroyingar, tí hesir gjørdust tungan á vágskálini. Tað er líkasum, at Mimi Jacobsen hevur yvirtikið leiklutin hjá Kirsten Jacobsen, tá hon hevur verið mest hatsk móti føroyingum og Føroyum. At stjórnin skal byggja sína tilveru á slíkan flokk sigur okkum somikið, at føroyingar eiga at vera á varðhaldi.
AT ein føroyskur fólkatingsmaður velur at halda síni vallyfti nú eitt løgtingsval stendur fyri framman er einki annað enn ein sjálvfylgja. Tá hugsað verður um, hvussu lítla virðing ávísir danskir politikarar hava havt fyri føroysku fólkatingsumboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um hesar, tá tað hevur snúð seg um Føroya framtíð og lagnu - so er einki løgið í, at føroyskir fólkatingsmenn - í hesum føri Jóannes Eidesgaard - leggja á annan bógv og velja at standa meira leysir av floksbýtinum á Christiansborg.
TÁ hugsað verður um, hvussu javnaðarflokkurin varð syndraður við seinasta val m.a. orsakað av tí harðrendu støðu, hansara egni bróðurflokkur í hevði til føroysk mál, so hevur danski javnaðarflokkurin á ongan hátt nakran rætt til at krevja nakað sum helst frá einum føroyskum fólkatingsmanni. At hava fingið trygd fyri valdagin, at føroyska umboðið fór ikki at fella eina javnaðarstjórn átti at verið nóg mikið. Tað má standa fólkatingsmonnum frítt at velja, hvussu teir annars atkvøða ella ikki. Krøvini hjá Jóannesi Eidesgaard fyri ikki at fella eina javnaðarstjórn hava alla tíðina verið krystalklár: nevniliga at fáa trygd fyri, at sama stjórn fer at ganga føroyskum ynskjum á møti um rættvísa viðgerð av bankamálinum, skuldini og ríkisrættarligu støðu okkara.
TAÐ stendur greitt, at málið um formansvalið hevur skapt øsing millum ávísar danskar poitikarar. Teir borgarligu, sum jú eru tætt knýttir at Óla Breckmann, vilja gera alt fyri at hála teppið undan Eidesgaard. Tað vera so teir um. Men tað er við ikki sørt av bangilsi, at vit ásanna, at so týðandi danskir politikarar sum Mimi Jacobsen brúka so niðursetandi og kolonialistiskan málburð móti føroyingum. Hetta serliga tá sami politikari tykist at koma at hava so týðandi leiklut í avgerðum, sum takast skulu í fólkatinginum í framtíðini - eisini avgerðir, sum viðvíkja Føroyum og Grønlandi. Tað eru sanniliga ikki hesi fólk, ið ein javnaðarstjórn, sum sigur seg vilja Føroyum væl, eigur at heinta sín stuðul frá.