Í sambandi við at eitt grindadráp er meldað eftir Djóravælferðarlógini, hevur verið frammi, at ein bólkur av løgtingsfólkum, úr øllum politisku flokkunum, hevur lagt uppskot fram, har grindadráp – og onnur veiða av villum djórum – ikki longur skal vera umfatað av Djóravælferðarlógini. Somuleiðis verður skotið upp, at løgreglan og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki skulu nýta Djóravælferðarlógina til at lýsa og viðgerða mál um grindadráp.
Henda ætlan reisir grundleggjandi spurningar um lóggávu, djóravælferð og ábyrgd.
Veiða av villum djórum í einum samfelag sum okkara er grundleggjandi neyðug, og skal tískil vera loyvd. Men tað merkir ikki, at veiða skal kunna fara fram á ein hvønn hátt, uttan atlit til djóravælferð. Uppskotið tykist at leggja upp til, at ongi atlit til djóravælferð skulu takast í sambandi við veiðu. Hetta hevði verið eitt ógvusligt afturstig, serliga tá hugsað verður um, at veiða av grind júst seinastu áratíggjuni er broytt munandi við tí fyri eyga, at minka um líðing og gera drápið meira í tráð við ein nútímans hugburð til djóravælferð.
Grindalógin er fyrst og fremst ein skipanar- og veiðilóg. Hon kann ikki einsamøll tryggja tær almennu meginreglurnar um djóravælferð, sum Djóravælferðarlógin byggir á. Tískil kann hon heldur ikki avloysa Djóravælferðarlógina, men eigur at virka saman við henni.
Djóravælferðarlógin hevur til endamáls at fremja djóravælferð, djóravernd og virðing fyri tomum sum villum djórum (§ 1). Hon er sambært § 2 galdandi fyri m.a. súgdjór, ið eisini fevnir um hval. Lógin ger ikki grundleggjandi mun á tomum og villum djórum, men ásetur krøv til viðferð av djórum, tá tey eru undir ábyrgd ella ávirkan av menniskjum, eisini í sambandi við veiðu og avlíving.
Meginreglan í Djóravælferðarlógini er sera væl lýst í § 3:
“Djór hava eginvirði, sum ikki er treytað av tí nyttuvirði, tey hava fyri fólk. Djór skulu viðfarast væl. Tey skulu ikki
verða nervað ella órógvað óneyðugt, og tey skulu verjast fyri óneyðugari strongd og vandanum fyri hesum.” Henda meginregla kann ikki setast til viks í sambandi við grindadráp, men er grundleggjandi, eisini tá vill djór verða
veidd og avlívað.
Súgdjór verða vanliga roknað millum tey djór, ið hava stóran førleika at líða. Líðing fevnir millum annað um pínu, strongd og ræðslu, og djóraverndarlógir hava søguliga verið grundaðar á metingar um, hvussu stóran førleika djór hava at líða. Hvalir eru súgdjór, og tað er tí ongin grund til at halda, at teir hava minni førleika fyri at líða enn onnur súgdjór, so sum seyður og neyt. Tískil hava vit sum menniskju eina etiska ábyrgd at tryggja, at okkara gerðir ikki útseta hval fyri óneyðugari líðing.
Vit sum hava húsdjór ella djór í fangaskapi, hava stóra ábyrgd yvir fyri hesum djórum, tí vit hava vald yvir teirra liviumstøðum - hvat, hvussu nógv, og nær tey eta og drekka, hvussu tey búgva, um tey eru sjúk og hvussu sjúka verður viðgjørd osfr. Tískil eru lógir um djóravælferð ofta merktar av, at henda stóra ábyrgd skal lyftast rætt. Hetta merkir tó ikki, at vit als onga ábyrgd hava yvir fyri villum djórum. Tá vit beinleiðis ávirka teirra lív og deyða, so hava vit eina skyldu at tryggja, at vit ikki elva til óneyðuga líðing. Tískil gevur tað meining, at Djóravælferðarlógin hevur
eina grein um veiðu. Lógin kundi fyri so vítt fevnt víðari, men avmarkar seg til veiðu, sum eisini er tað, sum er mest viðkomandi í Føroyum, júst tí vit eru ein tjóð, sum í stóran mun byggir á veiðu.
Tað er tí skeivt at seta Djóravælferðarlógina upp sum eina “húsdjóralóg”, ið ikki hoyrir heima í sambandi við grindadráp ella aðra veiðu. Tvørturímóti er § 13 í Djóravælferðarlógini beinleiðis skrivað við veiðu fyri eyga, og sigur greitt, at veiða av villum djórum skal, alt tað ber til, fremjast á djóravælferðarliga fullgóðan hátt.
At halda fram, at Løgtingið hevði eina greiða fortreyt um, at Djóravælferðarlógin ikki skuldi galda fyri grind og aðra veiðu, hevur onga haldfasta grund. Um ætlanin hevði verið at undantaka grindadráp frá Djóravælferðarlógini, hevði hetta staðið greitt í sjálvari lógini. Tað ger tað ikki.
Tað kann væl grundgevast, at Djóravælferðarlógin fevnir ov breitt. Lógin umfatar millum annað fisk, krabbar og høgguslokk, og § 13 fevnir tí eisini um hesi djór. Í prinsippinum hevði tað verið møguligt at melda fiskiskip eftir lógini, tí vanlig veiða í dag ikki altíð tryggjar, at hesi djór verða avlívað á “alt tað ber til, djóravælferðarliga fullgóðan hátt”. Tað er samstundis greitt, at útgerð og mannagongdir á fiskiskipum kunnu broytast, so avlíving verður meira djóravælferðarliga fullgóð enn í dag. Um politiskt ynski tó ikki er um slíkar broytingar í fiskivinnuni, kundi veiðuparturin av lógini møguliga avmarkast til einans at fevna um súgdjór og fugl. Men eisini tá hevði grindadráp framvegis verið fevnt.
Tað, sum veruliga er “burtur úr vón og viti”, er at frásiga okkum alla ábyrgd fyri vælferðini hjá villum djórum í sambandi við, at vit drepa tey. Eitt framkomið samfelag sum okkara eigur at taka atlit til vælferðina hjá øllum djórum – serliga tá teirra vælferð verður beinleiðis ávirkað av okkara gerðum.
Ein slík broyting hevði havt við sær, at grundleggjandi ábyrgdir, sum vit menniskju hava mótvegis djórum – so sum forboð móti óneyðugari strongd og krav um skjóta og fullgóða avlíving – ikki longur vóru galdandi. Tað hevði ikki styrkt grindadrápið, men veikt álitið á tað.
Djóravælferð og burðardygg veiða eru ikki mótsetningar. Tey eru treytir hvør fyri øðrum. Um grindadráp skal hava samfelagsligt og altjóða haldføri framyvir, er tað neyðugt, at tað eisini tolir eina fakliga meting av djóravælferð – eisini tá okkurt fer av sporinum.
Um eitt slíkt lógaruppskot skal samtykkjast, má tað í minsta lagi verða greitt grundgivið, hví vill djór ikki skulu verjast ímóti djórapínslu, tá tey eru undir hond hjá menniskjum. Á hvønn hátt eru vill djór minni verd verju enn onnur djór? Um øll veiða verður undantikin ásetingum um djóravælferð, merkir hetta tá, at fólk skulu kunna fara við villum djórum sum teimum hóvar? Skal tað vera loyvt at drukna fugl ella haru, bara tí hesi djór ikki eru høsn ella kettur? Tað kann ikki vera ein haldfør niðurstøða í einum framkomnum rættarsamfelag. Tað er eisini lítið sannlíkt, at Føroya fólk heldur tað vera í lagið at pína djór í samband við veiðu. Tey fægstu høvdu sagt, at djórapínsla er partur av okkara mentan. Tað hevði verið gott, um løgtingið ikki bygdi verjugarðar um grindadráp, sum eru so høgir, at teir loyva djórapínslu.
Hetta eigur tí ikki at vera eitt kjak um, hvørt grindadráp skal vera loyvt ella ikki, ella um “at verja rættin at veiða villini djór”, men um, hvussu hetta verður framt. At grindadráp verður gjørt ordiliga og í samsvari við galdandi lógir – eisini Djóravælferðarlógina – er í áhuga hjá øllum, eisini teimum, ið vilja verja grindadrápið.
Ása Johannesen og Sandra Ljósá Østerø, granskarar í djóravælferð










