Klokkan 18 í kvøld byrjaði fjórðingsfinalan millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin og liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel.
Elias hevur fingið ein stóran heiður. Týska bundesligan hevur valt Elias á heyst-liðið, t.v.s. liðið sum er valt fyri hendan fyrsta partin av kappingini í bundesliguni 2025-2026.
Bundesligan hevur valt Elias at vera spælskipara á heyst-liðnum 2025.
Elias hevur í 16 dystum í bundesliguni hetta kappingarárið skotið 127 mál. Elias hevur harumframt lagt upp til 57 mál. Talan er sostatt um 184 málstig í 16 dystum.
Mathias Gidsel hjá Füchse Berlin er á høgra bakki, og Frederik Bo Andersen úr HSV Hamburg er á høgra veingi. Málverji er Sergey Hernandez úr SC Magdeburg. August Pedersen úr Hannover-Burgdorf er á vinstra veingi, og Justus Fischer, eisini úr Hannover-Burgdorf er strikuleikari. Vinstru bakkur er Julian Köster úr Gummersbach.
In.fo ynskir Eliasi hjartaliga tillukku við hesum stóra heiðrinum.










