Sýnir landsstýrið fíggjarligt fyrilit

SJÁLVANDI vilja øll gjalda minni í skatti og sjálvandi fegnast vit øll um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at lækka ella taka av meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur, tí henda gongd ber í sær, at vit hava meiri pening at brúka í dagliga húsarhaldinum.

MEN vit hava eisini eitt landshúsarhald, sum vantar pening á fleiri økjum. T.d. tykist tað trupult hjá Sjúkrahúsverki Føroya at fáa endarnar at røkka saman. Og eitt gott sjúkrahúsverk vilja vit øll hava, líka mikið hvørja politiska áskoðan vit hava. Tí er spurningurin, hvønn fíggjarpolitikk skulu vit reka?


SKULU vit lata skattalætta ? m.a. til sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur ? t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan ? og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur truplari at játta heilsuverki og skúlaverki okkara tann neyðuga peningin? Ella skulu vit lata vera við at skerja inntøkurnar hjá landskassanum, og hava verandi tænastustig á t.d. heilsuøkinum? Vit kunnu jú ikki bæði blása og hava mjøl í munninum!


VIT kunnu nú ímóti ársenda tosa um skattalætta og skerja mvg?ið, tí tað hevur gingið nógv betur búskaparliga, enn búskaparfrøðingar og løgtingið roknaðu við, tá fíggjarætlanin varð løgd fyri einum ári síðani. Vit hava fiskað nógv meira ? uttan at vit hava virðisøkt tilfeingið á landi ? og tað lága rentustigið hevur gjørt, at vit hava nógv meiri pening at húsast við.


MEN spurningurin er, um góði toskafiskiskapurin fer at halda sær, og um rentustigið fer at vera líka lágt næsta ár? Minkar fiskiskapurin og hækkar rentan, so sansar beinanvegin at, og avlopið á fíggjarlógini hvørvur. Tá verður aftur neyðugt at hækka skatt og mvg, skerja og tátta í, og spurningurin er tá, um vit klára at gjalda eitt tvey-oyra av uttanlandsskuldini?


TÍ eiga vit eisini at seta spurnartekin við, um tað er rætt at gjarða so nógv út, tí val er næsta ár, og eisini eiga vit at seta spurnartekin við, um landsstýrissamgongan sýnir fíggjarligt fyrilit við teimum ætlaðu tiltøkunum. Øll unna sjófólki og teimum lágløntu skattalætta, men vit skulu eisini hava ráð til hann næsta ár, og keðiligt verður hjá einum nýggjum landsstýri beinanvegin at fremja búskaparlig inntriv!