Løgin mannagongd

.

FORMANSSKAPURIN á Føroya Løgtingi hevur avgjørt ikki at taka av eini innbjóðing at vitja tað bretska parlamentið.


TAÐ var annars fyri nøkrum mánaðum síðani, at ein innbjóðing kom úr Bretlandi til løgtingið at vitja Whitehall og onnur pláss í Bretlandi.


NÚ hevur so formansskapurin í Tinginum takkað fyri innbjóðingina men sigur, at hann tíverri ikki kann taka av - á hesum sinni.


Í samrøðu við Sosialin í vikuni sigur tingformaðurin J. I. Olsen, at nú tá løgmaður, sum eisini hevur fingið eina líknandi innbjóðing, ikki hevur ynskt at taka av henni - orsakað av marknatrætuni - so heldur løgtingið tað vera skeivt at taka av. Tað er óheppið at koma út við ymsum signalum mótvegis bretum svarar tingformaðurin, sum kortini ger vart við, at tað eftir hansara tykki er skeivt at grava seg niður og er hann eisini í iva, um teir hava tikið eina rætta avgerð.


HER er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt. Fyri tað fyrsta hava vit fingið eina nýggja stýrisskipanarlóg, sum meira enn fyrr setir skott millum tingið og landsstýrið. At landsstýrið fyritekur sær eitt í einum máli, eigur ikki neyðturviliga at ávirka eina støðutakan hjá tinginum. Harnæst er tað spurningurin, um tað í heila tikið er rætta at blanda eina marknatrætu við bretar uppí eina vitjan í Bretlandi. Áhugavert kundi verið at hoyrt nøkur sjónarmið um hetta málið.


VIT eru ikki ósamdir við hvørki løgmann, uttanlandsnevnd ella tingið annars, tá tað verður hildið fast um eina miðlinjuloysn í marknaspurninginum. Vit halda eisini, at bretar við sínum upprunaliga kravi, hava víst seg sum ein sera vánaligan og ódámligan granna.


MEN eitt er, hvussu tú við samráðingarborðið roynir at loysa eina slíka trætu - eitt annað er, hvussu tú brúkar diplomatiið. Vit síggja, hvussu parlamentariska samstarvið millum løgtingið og hini norðurlendsku tingini verður knýtt tættari, og ein skuldi hildið, at hetta eisini varð galdandi fyri onnur grannalond so sum Stórabretland.


AT løgmaður vendir Stórabretlandi bakið, tí hann metir marknakrøvini so órímulig er so eitt. Men hann má ikki gloyma , at hann í hesum máli umboðar alt Føroya fólk. Spurningurin er tó, hvat hetta hjálpir - um tað kanska ikki tvørturímóti forðar fyri eini nóg skjótari politiskari loysn!


ER tað so, at løgmaður hevur lagt seg út í, hvat tingið ger við eina slíka innbjóðing, so halda vit tað vera skeivt, tí tað er ikki hansara borð. Vit tosa her um eina parlamentariska vitjan í Bretlandi.


SPURNINGURIN er, um ikki vit høvdu kunnað komið longur í nettup marknamálinum við eini vitjan í Bretlandi! Tá høvdu bretskir politikarar møguliga eisini stjórnarumboð kunnað fingið eina greiða fatan av, hvussu stór ónøgdin millum føroyingar er við bretar í marknamálinum. Her hava so bæði løgmaður og tingleiðsla gjørt av at grava seg niður og venda bretum bakið. Tað kann vera, at henda støðan fær bretar at umhugsa seg, men tað kann eisini vera, at vit á henda hátt missa ein møguleika diplomatiskt at fáa út til bretskar politikarar, hvussu stór ónøgdin er við Bretland.


HVUSSU og ikki - løgtingið átti at tikið av innbjóðingini úr Bretlandi og sæð hana sum eina møguleika at gera lobbyvirksemi fyri søk okkara. At spæla fornermaðir tænir so als ikki okkara søk.