mínum egna tónleiki. Clickhaze var ein bólkur við sjey fólkum, sum høvdu sterkar meiningar um, hvat vit skuldu gera. Tað skapti nógv spennandi ting, men tað var eisini ein strævin prosess at skapa tónleik [...] ið eg tók avgerðina um, at eg vildi verða tónleikari, so ræður tað um at gera tað, sum skal til fyri at kunna vera tónleikari, sigur Høgni Lisberg. - Tað hevur verið læruríkt, tí ein part av tíðini havi [...] krevur disiplin. Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari er ein dreymur, mann skal útliva, men tað er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl. Tað nyttar ikki at ganga
Í morgin og um vikuskiftið verður skipað fyri filmsfestivali í Vestmanna, og tí vit í løtuni framvegis eru í koronatíðum, so verður talan um ein drive-in filmsfestival. Tað serstaka við festivalinum er [...] urin vónandi gevur, verður latið aftur til føroysku filmsvinnuna. Samanlagt verða níggju sýningar, og hvør sýning verður um 90 minuttir. Tað verða tríggjar sýningar um dagin, og festivalurin endar við [...] sunnudagin, har Maria Summers við Skipá, prestur, prædikar. – Skíggin verður framman fyri Turkihúsið og keiøkið, har ið filmsfestivalurin verður, verður skipað eins og ein biografsalur; møguleiki verður tilskil
fegnaðist um at síggja myndirnar, og Mourits gamli segði, at so leingi hann ráddi, skuldu tær verða hangandi. Eisini bygdarráðsformaðurin segði, tá tey vóru komin út aftur, at í Fugloy er tað bara ein sjálvfylgja [...] varð beinan veg til merkis, at prinsurin hevði ein fingur á høgru hon tilbundnan, og hann heilsaði upp á fólk við vinstru hond. Roynt varð at fregnast um, hvat hent var, men eingin segði seg vita við vissu [...] hugnaligt, og drotningin tóktist fegin um at hava verið. Tann 76 ára gamli eftirlønti lærarin, Hans David Matras, las lestur, sum Jákup Magnussen, fyrrverandi prestur, hevur skrivað til annan hvítusunnudag
fekk tó minkað væl um munin, men tá Dráttur kom á odda 24-22 og hevði settbólt, setti Maja eina av sínum góðu fintum inn og avgjørdi settið. Fleyr sá tó út til at taka annað skinn um bak í øðrum setti, tá [...] dystin, sást ikki minst aftaná, tá spælararnir hjá Drátti lupu í ein stóran trunka, meðan teir hjá Fleyr við tárum í eygnakrókunum fóru yvir í ein krók í ítróttarhøllini fyri at vera fyri seg sjálvar, tá slagið [...] Danielsen vóru frammanundan, Karina Debes var komin aftur og nú vóru so eisini Hjørdis Johannessen og Guðrið Syderbø við. Tá so var, kravdist sjálvandi ein ávís virðing frá mótstøðuliðnum, og ta virðingina
tað minimumslógin tað snúði seg um; tær gjørdu ikki meir enn neyðugt. Annar slingur í valsinum Í triðja settið bleiv alt endavent. TB genturnar tóku annað skinn um bak, og byrjaðu at spæla góðan flogbólt [...] flogbólt. Bæði móttøkur og verjuspæl vórðu nógv betri, og hetta betraði eisini um fyritreytirnar fyri álopsspælinum. TB dugdi eisini at betur at lesa spælið hjá Drátti, og genturnar frá Tvøroyri vístu síni [...] frammi við netið og ikki afturi á vøllinum. Selma Danielsen, ið spælir mitt fyri hjá TB, hevði nú ein góðan dyst frammi við netið. Hon blokkaði ógvuliga væl, og í álopsspælinum var hon eisini sera effektiv
farnir aftur um bak, so enn kann nógv henda í Eik-liguni hjá kvinnum. Menninir frí Hinvegin er alt longu avgjørt í Eik-liguni hjá monnum, sum hevur frí um vikuskiftið og ikki spælir aftur fyrr enn um eina [...] spenningur eftir í kappingini hjá flogbóltskvinnunum, tí har eru ikki færri enn fýra feløg, sum kappast um silvur- og bronsuheiðursmerkini. Tvey av teimum, ÍF og Dráttur, hava sunnudagin heimavøll ímóti ávikavist [...] eru einastu liðini, ið ongan møguleika hava at fáa nakað heiðursmerki. Bæði ÍF og Dráttur hava spælt ein dyst færri enn Fleyr og Mjølnir, sum tey nú kappast við, og hartil hevur ÍF so eisini fyrimunin av
fevnir um hølið við norðurendan. Sostatt er framsýningin við Arne Haugen Sørensen tann fyrsta hjá Listasavni Føroya, ið fær nyttu av víðkaðu karmunum. Margrete Auken limur í EU-parlamentinum og prestur setir [...] ni. Í nýggju bókini stendur m.a., at Arne Haugen Sørensen hevur í longri enn eina hálva øld verið ein listamaður á veg móti nýggjum støðum og nýggjum kunnskapi. Og soleiðis er tað enn. Myndamálið mennist [...] Pálsdóttir framførir tónleik. Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini. Framsýningin letur aftur sunnudagin 4. oktobur 2009.
saman við tankarnar hjá Kirkegaard. Hann hugleiddi primært um Guðs-hugtakið og um dulviti. Um dulviti fortaldi Ólavur eina so stuttliga søgu um ein prest, sum skuldi doypa eitt barn. Gumman var í einum sera [...] gjørdist, at prestur kom til at spyrja: Hvussu skulu boppurnar eita? ! Ólavur slapp sera væl frá sínum fyrilestri, og hann fann eina góða javnváð millum álvara og stuttleika. At enda kom Eivør aftur at syngja [...] okkum øll at syngja við í lagnum Who is knocking on my frontdoor . Hetta riggaði sera, sera væl. Um ein skal fílast á nakað, so má tað vera, at tiltakið kanska var í so stutt. Men samanumtikið var hetta
jólaaftan. Hetta er vanligt í Íslandi, men eg veit ikki um nakran í føroyum, ið etur grísakjøt jólaaftan, sigur íslendingurin. Hann er tó glaður um at siga, at tað verður móðir hansara, ið fer at matgera [...] næsta heyst, tá teir aftur fara í holt við feska føroyska lambskjøtið. Frá nú av til heystar verður ikki so nógv føroyskt lambskjøt á matarskránni, tí flettingin er farin afturum bak, og ringt er at fáa [...] Kokkarnir á Hotel Hafnia í Havn hava funnið ein nýggjan hátt at gera dunnu, gás og annan fugl enn leskiligari. Vit hava kannað í eina tíð, hvussu vit kunnu gera kjøt av fugli enn leskiligari, tí ofta er
Hans Petersen. Hagar plagdu tey at ferðast. Eina ferð um árið mannaðu tey bát ein sunnumorgun og róðu til Selatraðar at vitja, og so heim aftur um kvøldið. Tey plagdu eisini at leggja at á Morskranesi [...] sum vóru í hvitum kjóla. Prestur var danin Vilhlem Nielsen. Ein dóttir hansara gekk í klassa saman við Elsu. Ein sonur var Tage, sum gjørdist lækni og flutti til USA. Hann var aftur í Føroyum og ferðaðist [...] Hon var sera skilagóð og dugdi væl at greiða frá. Nú hon er 100 ár, hava vit aftur verið inn á gólvinum, og framvegis er hon eins hugnalig at koma inn til Elsa býr einsamøll. Hon klárar seg uttan heimahjálp