Í morgin og um vikuskiftið verður skipað fyri filmsfestivali í Vestmanna, og tí vit í løtuni framvegis eru í koronatíðum, so verður talan um ein drive-in filmsfestival.
Tað serstaka við festivalinum er, at á festivalinum verða einans vístir føroyskur filmar og stuttfilmar.
Á skránni eru 28 stuttfilmar og tríggir filmar í spælifilmalongd.
– Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna bygd, og av tí sama er tað upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmsfestivalinum í landinum. Hetta er eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða, siga fyriskipararnir.
– Í hesum serstøku Koronatíðum hevur filmsvinnan ligið lamin; frumframsýningar av føroyskum filmum eru útsettar og filmsvirksemið er so at siga steðgað. Ætlanin er tí, at alt yvirskotið, ið hesin filmsfestivalurin vónandi gevur, verður latið aftur til føroysku filmsvinnuna.
Samanlagt verða níggju sýningar, og hvør sýning verður um 90 minuttir. Tað verða tríggjar sýningar um dagin, og festivalurin endar við drive-in guðstænastu sunnudagin, har Maria Summers við Skipá, prestur, prædikar.
– Skíggin verður framman fyri Turkihúsið og keiøkið, har ið filmsfestivalurin verður, verður skipað eins og ein biografsalur; møguleiki verður tilskil at keypa sær eitt pláss, júst har man ynskir, siga fyriskipararnir.