Fyrsti heilsu­poli­tikk­ur­in fyri Før­oy­ar hand­að­ur lands­stýr­is­kvinn­uni

Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum

Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini.

 

Ein felags kós fyri heilsuøkið

 

Heilsupolitikkurin hevur sum visjón:

 

“at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst.”

 

Í heilsupolitikkinum er dentur lagdur á fyribyrging og heilsuframa, samstundis sum dygdin í viðgerð og góðskumenning verður styrkt. Tað er ein týðandi broyting í hugsanini, at heilsuframi og fyribyrging skulu inn í allar geirar av samfelagnum.

 

Breitt og grundleggjandi arbeiði

 

Í samgonguskjalinum er ásett, at ein heilsupolitikkur skal orðast. Eitt av teimum fyrstu málunum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna,  fór undir, tá hon tók við, var at seta gongd á hetta arbeiðið. Nú er úrslitið klárt – ein heildarætlan fyri føroyska heilsuøkið frá 2026 til 2035.

 

Fólk úr politisku skipanini, heilsuverkinum, eldraøkinum, almannaøkinum, kommununum, barna- og útbúgvingargeiranum, ítrótti og frítíð, umframt privatir borgarar hava luttikið við sínum sjónarmiðum, royndum og uppskotum.

 

Arbeiðshátturin hevur verið víðfevnandi:

 

  • Hoyringarfundir við heilsustarvsfólk, sjúklingafeløg, stovnar og yrkisfeløg
  • Spurnakanning við 789 luttakarum
  • Almennur møguleiki hjá borgarum at lata inn skrivligar viðmerkingar (131 uppskot komu inn)
  • Ráðgevarabólkar og fakligir fylgibólkar
  • Heilsufaklig greining av heilsustøðuni í Føroyum

 

Úrslitið er ein politikkur, sum bæði setur kósina fyri langtíðarmálum og lýsir ítøkilig átøk fyri tey fyrstu trý árini. Nýggj átøk mugu raðfestast komandi árini, um langtíðarmálini skulu røkkast.

 

– Eg eri sera fegin um, at vit nú hava ein heilsupolitikk, sum byggir á breiða luttøku og fakliga grundaði tilmælir. Hetta er eitt stórt og gott arbeiði, og eg vil hjartaliga takka øllum, ið hava tikið lut – heilsustarvsfólkum, kommunum, stovnum, felagsskapum og borgarum kring landið, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Heilsuverkið skal mennast breitt – niðurstøður úr politikkinum

 

Tað, ið gongur aftur í øllum, sum er komið fram undir viðgerðini, er m.a.:

 

- Størri dentur á heilsuframa og fyribyrging

Fyrimunurin fyri einstaklingar og samfelagið er størstur, tá sjúka verður fyribyrgd í staðin fyri viðgjørd.

 

- Styrkja heilsutænastur í nærumhvørvinum

 

Fleiri tænastur skulu kunna veitast nær borgarunum.

 

- Samanhangandi sjúklingagongdir

 

Betri samstarv millum sjúkrahús, kommunulæknar, Almannaverk og kommunur.

 

- Sterkari og tættari samstarv millum sjúkrahúsini

 

Hetta tryggjar, at tilfeingi og faklig vitan verða betur gagnnýtt.

 

- Faklig góðska og betri dátugrundarlag

 

Betri yvirlit, eftirmeting og góðskumenning.

 

- KT og tøkni

 

Talgildar loysnir og telemedisin skulu gagnnýtast enn betur.

 

- Tryggja vælútbúgvið starvsfólk

 

Starvsfólkatrot og tørvur á nýggjum førleikum skal loysast við uppgávuflyting og menning.

 

Eisini verður varpað ljós á avbjóðingar sum vaksandi tal av eldri, ovurfiti, stór nýtsla av nikotin- og rúsdrekkavørum millum ung, ring sálarheilsa og sosialan ójavna í heilsu.

 

Hetta er ikki ein ætlan, sum bert leggur upp til fleiri og dýrari tænastur. Politikkurin leggur eina ætlan fyri, hvussu heilsuøkið gerst haldført og burðardygt. Vit skulu fyribyrgja sjúku, betra samstarvið um sjúklingin og taka stig, sum fáa heilsuverkið at virka sameint og meir skynsamt. Tað er neyðugt, um vit skulu klára tann vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir.

 

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

Heilsupolitikkurin - eitt íkast í haldføri

 

Í heilsupolitikkinum eru tilmæli um átøk, sum hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir. Kósin, sum heilsupolitikkurin leggur upp til, er at:

 

  • fyribyrgja sjúku, sum fer at hava við sær at færri fáa tørv á viðgerð í framtíðini
  • skapa betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir
  • sjúkrahúsini skulu arbeiða tættari saman og gagnnýta tilfeingið betur
  • minka dupultfunktiónir og óskynsom markamót

 

Hetta eru stig, sum leggja lunnar undir eitt haldført og framtíðartryggja heilsuverk.

 

 

 

HEILSUPOLITIKKUR 2026-2035

 

SAMANDRÁTTUR, LANGTÍÐARMÁL OG ÁTØK

 

 

Átøk, sum eru byrjað

 

Farið er undir nøkur átøk, sum eru sprottin úr arbeiðinum við heilsupolitikkinum. Beint fyri summarferiuna varð samstarvsavtala gjørd millum Heilsumálaráðið, ÍSF og Heilsustýrið. Samstarvið skal virka fyri at styrkja rørslu, sálarheilsu og fólkaheilsu um alt landið.

 

Harumframt eru prísir á nikotin- og tubbaksvørum hækkaðir. Og arbeitt verður við at fyrireika tilboð um at screena (skima) fyri tarmkrabba í Føroyum.