Dulvitskan setur dagskránna - Ólavur Rasmussen og Eivør Pállsdóttir í Miðlahúsinum

Hóskvøldið fyri nýggjár var spennandi tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Eivør Pálsdóttir og Ólavur Rasmussen høvdu eitt felags tiltak, har ið Eivør stóð fyri tónleikinum, meðan Ólavur hugleiddi um Søren Kirkegaard. Ólavur gav fyri stuttum út bók um Søren Kirkegaard. Eftir framførslurnar oysti Birgir Enni upp fiskasuppu

Mentanartiltak
Rókur Jacobsen


Tiltakið byrjaði klokkan 19.30, men longu klokkan 19 vóru hølini so at siga full. Tá ið klokkan so gjørdist 19.30, stóðu vit sum sild í tunnu. Ongantíð áður hava so nógv fólk verið í Miðlahúsinum, men hetta riggaði sera væl, og tiltakið gjørdist sera intimt og hugnaligt.

Jan Müller, blaðstjóri beyð vælkomin og segði, at hetta var seinasta tiltakið í Miðlahúsinum í ár og eisini tiltak nr. 40 síðani latið varð upp í vár.

-Tað er okkum ein æra at hava Ólav Rasmussen og Eivør Pállsdóttir her í kvøld og vóni eg tit fara at føla tykkum væl her saman við øllum hesum góðu fólkum. Tá vit vóru so heppin at fáa innivist í hesi perluni í miðbýnum føldu vit, at hetta skuldi koma fleiri enn okkum her arbeiða til góðar. Tí gjørdu vit rætt og slætt av at gera hetta til eitt miðla- og mentanarhús, har vit bjóða tónleikarum at hava konsertir og har vit leggja upp til at hava kjak og upplýsandi fundir, sum so aftur verða at síggja á okkara ymsu miðlapallum. Vit eru errin av at kunna enda árið við so frægum fólkum sum Ólavi og Eivør. Og hetta at kombinera bókmentir og tónleik er nettup eitt av endamálunum við hesum góða húsi.

Sjálvt tiltakið byrjaði annars við, at Eivør sang tvey løg. Tað seinna av teimum báðum var eitt rættiliga nýtt lag, og sum ikki einaferð, bergtók Eivør okkum við hennara vakra sangi.
Síðan kom Ólavur Rasmussen á pallin, og hann er nakað fyri seg. Hann hugleiddi um stóra heimskpekingin Søren Kirkegaard, men hetta gjørdist ongantíð eitt tungt og turrisligt upplivilsi. Ólavur nýtti humorin sum grundarlag til fyrilesturin, og hetta riggaði so ótrúliga væl.
Ólavur fortaldi nógvar stuttligar søgur, sum hann síðan knýtti saman við tankarnar hjá Kirkegaard. Hann hugleiddi primært um Guðs-hugtakið og um dulviti.
Um dulviti fortaldi Ólavur eina so stuttliga søgu um ein prest, sum skuldi doypa eitt barn. Gumman var í einum sera niðurringaðum kjóla, og úrslitið gjørdist, at prestur kom til at spyrja:Hvussu skulu boppurnar eita?!
Ólavur slapp sera væl frá sínum fyrilestri, og hann fann eina góða javnváð millum álvara og stuttleika.
At enda kom Eivør aftur at syngja fyri okkum, og hetta var enn einaferð bergtakandi. Hæddarpunktið mundið vera, tá ið Eivør fekk okkum øll at syngja við í lagnum Who is knocking on my frontdoor. Hetta riggaði sera, sera væl.

Um ein skal fílast á nakað, so má tað vera, at tiltakið kanska var í so stutt. Men samanumtikið var hetta eitt super tiltak í Miðlahúsinum.

Sum prikkurin yvir iið, oysti Birgir Enni saman við øðrum góðum fólkum eina sera vælsmækkandi fiskasuppu við øllum góðum frá havinum upp í handigar flamingobollar. Tú kundi hava teir í hondini uttan at brenna teg. Hóast nógv fólk stóðu í bíðirøð at fáa sær fiskasuppu gekk alt uppá stás, og fólkini høvdu eisini møguleika at vitja út í bakgarðin, har ætlanin er at skipa fyri tiltøkum í framtíðini