Dunna við róma

Nýggjasti hátturin at gera jólamáltíðina til, er at spræna róma inn í kjøtið á dunnu ella gás, ið skal etast á jólum. Hetta ger kjøtið saftigari og leskiligari enn vant, sigur Guðmundur Guðmundsson, kokkur á Hafnia

 

Kokkarnir á Hotel Hafnia í Havn hava funnið ein nýggjan hátt at gera dunnu, gás og annan fugl enn leskiligari.

Vit hava kannað í eina tíð, hvussu vit kunnu gera kjøt av fugli enn leskiligari, tí ofta er tað ógvuliga turt eftir at hava staðið í ovninum í fleiri tímar, sigur Guðmundur Guðmundsson úr Íslandi, sum er kokkur á hotellinum í miðbýnum í Havn.

Vit hava funnið ein hátt, og tað er at spæna róma við vanligum sproytum inn í kjøtið á bringuni og lærinum á fuglinum. Hetta ger kjøtið saftigari og leskiligari, tá tað einaferð kemur á borðið eftir fleiri tímar í ovninum, sigur Guðmundur Guðmundsson.

Guðmundur mælir avgjørt fólki at royna henda háttin. Hann gevur ein øðrvísi smakk, sum er verdur at royna.

Kokkurin sigur, at tey nýta heilt vanligar sproytir, ið læknar og sjúkrasystrar nýta á sjúkrahúsi. Hesar kunnu keypast á apotekinum.

Mest vanligi jóladøgurðin í Føroyum er dunna og gás. Tó er ikki heilt óvanligt at eta kalkun ella ræst kjøk jólaaftan. Flestu dunnurnar eru útlendskar, tí føroyingar megna ikki at metta marknaðin við føroyskum dunnum.

Guðmundur greiðir frá, at í Íslandi verður bara íslendskt kjøt selt. Tað er ógvuliga strangt eftirlit við innflutningi at kjøti, og hann metir, at bara eini 2 prosent av kjøtinum í íslendskum handlum er útlendskt. Í Føroyum er tað umvent, at bara tann minsti parturin av kjøtinum er føroyskt.


HAMBURGARRYGG JÓLAAFTAN. Sjálvur fer Guðmundur at halda jól í heimlandinum Íslandi. Hann fer við konu og tveimum børnum heim til Íslands at vera hjá foreldrunum um høgtíðina. Hetta gleðir tann kendi sjónvarpskokkurin seg nógv til, tí hann hevur ikki verið í Íslandi á jólum í seks ár, og børnini, ið eru fimm og tvey ár, hava ongantíð verið í íslandi á jólum.

Matvanarnir tann 24. og 25 desember eru tó heilt øðrvísi enn í Føroyum.

Vit fara at eta hamburgarrygg jólaaftan. Hetta er vanligt í Íslandi, men eg veit ikki um nakran í føroyum, ið etur grísakjøt jólaaftan, sigur íslendingurin.

Hann er tó glaður um at siga, at tað verður móðir hansara, ið fer at matgera jólaaftan og ikki Guðmundur sjálvur.

Hann sigur, at hamburgarryggurin verður glaseraður við putursukri og sinnopi, áðrenn hann verður settur í ovnin, og síðani eta tey reyðvínssós, brúnkað epli og reyðkál afturvið.

Hamburgarryggur er ógvuliga kostnaðarmikil í íslandi. Tey hava ikki serliga nógv grísakjøt á marknaðinum, og tá eftirspurningurin er stórur, fer prísurin í topp.

25. desember er hangikjøt á borðinum. Hetta er roykt íslendskt lambskjøt, ið verður hongt upp at turka. Síðani verður tað etið kalt. Afturvið eru stúvað epli.


REKLAMERA VIÐ FØROYSKUM KJØTI

Kokkarnir á Hotel Hafnia, Kristvin Jacobsen og Guðmundur Guðmundsson, hava seinastu mánaðirnar roynt at fingið feskt, føroyskt lambskjøt fram á marknaðin. Teir hava roynt at reklamerað við tí, og tað hevur fingið ómetaliga væl.

Endamálið er at fáa føroyingar eta meira av føroyskum kjøti.

- Vit hava seinastu mánaðirnar havt feskt føroyskt lambskjøt á matstovuni á hotellinum, og gestunum dámar hetta ómetaliga væl. Alt er burtur, tá teir fyrstu tjúgu gestirnir hava fingið sær, sigur Guðmundur um tað væl eydnaða átakið hjá kokkunum.

Hetta var eitt átak, ið Hafnia saman við Mjólkarvirki Búnaðarmanna stóð fyri. MBM hevur eisini merkt nógv til hetta átakið, við tað at áhugin er øktur munandi.

Guðmundur sigur, at hann longu gleðir seg til næsta heyst, tá teir aftur fara í holt við feska føroyska lambskjøtið. Frá nú av til heystar verður ikki so nógv føroyskt lambskjøt á matarskránni, tí flettingin er farin afturum bak, og ringt er at fáa feskt kjøt frá bóndunum.

Ætlanin er annars at halda fram at reklamera fyri føroyskum lambskjøti framyvir. Tó er neyðugt at broyta mannagongdina við flettingini. Best hevði verið, um bóndurnir ikki flettu alt í einum, men flettu, tá lombini eru búgvin. Tá fæst besti smakkurin úr kjøtinum, og møguleiki er eisini at fáa feskt kjøt alt árið.