Umframt dystin millum Føroyar og Kroatia, ið Føroyar taptu tepurt 0-1 fyri Kroatia á Tórsvølli, so var ein annar dystur leiktur í okkara HM-undanbólki, bólki L.
Kekkia vann á útivølli 2-0 á Montenegro. Lukas Cerv legði Kekkia á odda longu í triðja minutti av dystinum. Vaclav Cerny staðfesti sigurin heilt móti dystarenda.
Kekkia er fremst í bólkinum við 12 stigum fyri fimm dystir. Kroatia er nummar tvey við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Montenegro er nummar trý við seks stigum fyri fýra dystir, og Føroyar eru nummar fýra við trimum stigum fyri fýra dystir. Gibraltar er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Mánakvøldið klokkan 19.45 spæla Føroyar móti Gibraltar á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar. Sama kvøld tekur Kroatia móti Montenegro í Zagreb.
Montenegro-Kekkia 0-2 (0-1)
0-1 Lukas Cerv ('3 )
0-2 Vaclav Cerny ('90 )
Føroyar-Kroatia 0-1 (0-1)
0-1 Andrej Kramaric ('31 )











