Liðini sum vóru nummar eitt og tvey í bundesliguni farna kappingarár, og sum eru nummar eitt og tvey í bundesliguni í skrivandi stund hittast seinnapartin klokkan 14.40.
Í Max Schmelling høllini í Berlin tekur liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti Magdeburg. Ein spennandi og javnur dystur millum tvey krútsterk lið er í væntu. Bæði liðini hava fýra stig aftaná tveir dystir.
Stórdysturin sæst á TV3 Sport, ið sæst hjá Televarpinum. Dysturin kann eisini stroymast á Viaplay.