Kærleikshondum báðum nær: Fríggjadagin 21. august 2009 kl. 17.00 letur upp nýggj listaframsýning í Listaskálanum. Tað er danin Arne Haugen Sørensen (f. 1932), ið hevur framsýning við málningum og grafikki, m.a. fleiri høvuðsverkum frá seinastu fáu áratíggjunum og nýggjum verkum. Listfrøðingur savnsins, Ingeborg Bugge, hevur í sambandi við framsýningina skrivað bók, sum er á føroyskum, donskum og enskum og verður at fáa til keyps á ferniseringini. Tá fer listfrøðingurin eisini at greiða frá bókini og framsýningini.
Í nýggju bókini stendur m.a., at Arne Haugen Sørensen hevur í longri enn eina hálva øld verið ein listamaður á veg móti nýggjum støðum og nýggjum kunnskapi. Og soleiðis er tað enn. Myndamálið mennist alla tíðina, nýggj myndevni koma til, og tey gomlu verða viðgjørd av nýggjum av hansara fjølbroyttu litfjøl. Eftir eina drúgva ferð á fleiri ymiskum leiðum tykist Arne Haugen Sørensen at standa andlit til andlits við náðigávu kærleikans sum ta týdningarmestu íblástrarkelduna til listina í dag.
Eftir at Grafiski Verkstaður Føroya í nøkur ár hevur leigað hølið við norðurendan í Listaskálanum, men nú er fluttur í nýggj høli niðri við Skálatrøð, hevur Listasavn Føroya víðkað skálan, so at hann nú eisini fevnir um hølið við norðurendan. Sostatt er framsýningin við Arne Haugen Sørensen tann fyrsta hjá Listasavni Føroya, ið fær nyttu av víðkaðu karmunum.
Margrete Auken limur í EU-parlamentinum og prestur setir framsýningina.
Eivør Pálsdóttir framførir tónleik.
Listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.
Framsýningin letur aftur sunnudagin 4. oktobur 2009.