-Eg segði: "Værsgo' ", og hon segði bara: "Takk", greiddi fýra ára gamli Sámal Kristiansson frá, tá hann hevði handað drotningini blómutyssi við tyrlupallin á Kirkju annan hvítusunnudag.
Margretha drotning og Heindrikur prinsur komu út á Kirkju við tyrluni hjá Atlantsflog. Mjørkin hekk heldur tungur niðuryvir, og spenningur var til tað seinasta um, hvørt tyrlan mundi fara at flúgva til Fugloyar, ella drotningarhjúnini fóru til Kollafjarðar í kirkju í staðin.
Pressan møtti tíðliga annan hvítusunnumorgun á Bursatanga í Havn og fór við Silju til Fugloyar. Vónað var so bara, at drotningin eisini fór at lenda.
Og tað gjørdi hon. Tíggju minuttir fyri ásetta tíð hoyrdist suðan niður úr skadduni, og tyrlan fór sveimandi inn yvir Hattarvík. Tey fóru á »sightseeing« túr, áðrenn lent varð á Kirkju.
Hans Erik Jacobsen, tyrluskipari, og Terji Jacobsen, stýrimaður, hildu ikki, at tað var so nógv øðrvísi at flúgva við drotningini, enn tað var at flúgva vanliga flúgving. Soleiðis at skilja, at tað varð ikki gjørt nakað meira burtur úr, tí øll flúgving skal røkjast ordiliga.
Men teir noktaðu tó ikki fyri, tá teir vórðu spurdir aftur, at tað var stuttligt at flúgva við slíkum ferðafólki.
Margretha drotning trein úr tyrluni ílætin føroyskan búna, meðan Heindrikur prinsur var í admiralsuniforminum. Lagt varð beinan veg til merkis, at prinsurin hevði ein fingur á høgru hon tilbundnan, og hann heilsaði upp á fólk við vinstru hond. Roynt varð at fregnast um, hvat hent var, men eingin segði seg vita við vissu. Onkur segði seg hava hoyrt, at hann hevði lagt fingurin ímillum, tá hann skuldi lata eitt vindeyga aftur, nú tey vóru á almennari vitjan í Rumenia herfyri. Men tað helt onkur annar vera eitt sindur løgið, tí eingin segði seg hava lagt merkið til nakran skaddan fingur fyrr á vitjanini. Og á myndum, Tíðindablaðið Sosialurin fekk av prinsinum hvítusunnuaftan, sæst týðuliga, at hann heilsar upp á fólk við høgru hond.
Zacharias Zachariassen, bygdarráðsformaður, tók í móti drotningahjúnunum, og fýra ára gamli Sámal Kristiansson, í føroyskum búna, handaði drotningini blómutyssi.
Síðan varð farið heim gjøgnum bygdina, har vitjað varð inni í gamla handlinum á Kirkju. 92 ára gamli Mourits Sørensen, sum eigur húsini, var komin út at vera hjástaddur hesa løtuna.
Inni í stovuni hingu myndir av foreldrum Margrethu drotning, Fríðriki kongi níggjunda og Ingrid drotning á yngri árum. Drotningin fegnaðist um at síggja myndirnar, og Mourits gamli segði, at so leingi hann ráddi, skuldu tær verða hangandi.
Eisini bygdarráðsformaðurin segði, tá tey vóru komin út aftur, at í Fugloy er tað bara ein sjálvfylgja, at myndir av teimum kongaligu eru at síggja.
Eftir stuttan steðg, har ein kaffimunnur varð fingin niðurum, varð farið í kirkju.
Meðan tey vitjaðu í gamla handlinum, varð veðrið batnað munandi. Nú var klárað í, og rættiliga lýtt var eisini, tá klokkan fór at ringja.
Men tað gekk ein løta, frá tí, byrjað varð at ringja, til fylgið kom fram. Klokkarin ringdi við sveittabroti á tí trongliga loftinum, har rættiliga væl av fólki stúgvaði seg saman. Kirkjan var full - og reiðiliga tað - hesa fyrstu ferðina, kongalig vitjan var í Fugloynni.
Hendan dagin, meðan fleiri fremmandir biskupar prædikaðu í nógvum føroyskum kirkjum, hevði drotningin valt at fara til deknaguðstænastu í eini lítlari bygdarkirkju á útoyggj. Og tað var mikið hugnaligt, og drotningin tóktist fegin um at hava verið.
Tann 76 ára gamli eftirlønti lærarin, Hans David Matras, las lestur, sum Jákup Magnussen, fyrrverandi prestur, hevur skrivað til annan hvítusunnudag. Lisið varð á føroyskum, og drotningin fylgdi við á blaðið við danskari umseting. Guðstænastan var stutt, og bara tríggir sálmar, hvítusunnusálmar, vórðu sungnir.
Út aftur komin vóru drotningahjúnini sjónliga hugtikin av tí vakra útsýninum, sum knappliga opinberaðist fyri teimum, nú tað rættiliga klárnaði. Steðgað varð á, meðan greitt varð frá, hvat tað var fyri land, ið sást. Og løgmaður nýtti eisini høvi at vísa á, at har norðuri lá Viðareiði, har hann sjálvur býr.
Heindrikur prinsur fregnaðist um streymviðurskifti í Fugloyarfirði. Hann er kappsiglari og hevur tískil áhuga fyri slíkum viðurskiftum.
Jú, her rak hart, greiddi løgmaður frá. Og so fór hann at greiða frá um jólaskipið. Men her legði drotningin uppí. Hon kendi væl ta søguna, og vildi fegin vera við í tosinum.
Gingið varð síðan út aftur á tyrlupallin, har sagt varð farvæl, og fylgið fór aftur í tyrluna.
Tá drotningin við fylgi var komin í tyrluna at sita, byrjaði mannamúgvan, sum var komin saman, at syngja »Tú alfagra land mítt.« Tyrluskiparin lat rútin upp, og bíðað varð á pallinum, til sungið var liðugt.
Tyrlan lætti sær síðan á og fleyg ein lítlan rundtúr yvir bygdini, meðan fólk stóðu og veittraðu farvæl.n Thomsen (2210)
Flóvin Tór Næs (2260)
1.c4 c5
2.Ric3 Rif6
3.g3 g6
4.Bg2 Bg7
5.Rif3 d5
6.cxd5 Rixd5
7.0-0 0-0
8.Rig5 e6
9.Rige4 c4
10.d3 cxd3
11.exd3 Ric6
12.Rixd5 exd5
13.Ric3 Be6
14.Bf4 Rc8
15.Fd2 Rid4
16.Bh6 Bxh6
17.Fxh6 b5
18.a3 a5
19.Kh1 b4
20.axb4 axb4
21.Rid1 Rib3
22.Ra4 Fb6
23.Rie3 Ric5
24.Raa1 Rixd3
25.Rixd5 Bxd5
26.Bxd5 Rixf2+
27.Kg2 Rc2
28.Bxf7+ Kxf7
29.Fxh7+ Kf6
30.Fh4+ Kg7
31.Fe7+ Rf7
32.Fe5+ Ff6
33.Fd5 Rd2
0-1
(2)
John Rødgaard (2335)
Torbjørn Thomsen (2210)
1.c4 Rif6
2.Rif3 g6
3.Ric3 Bg7
4.e4 d6
5.d4 0-0
6.Be2 e5
7.Be3 exd4
8.Rixd4 Re8
9.f3 Ric6
10.Fd2 Rih5
11.Rixc6 bxc6
12.g4 Rif6
13.h4 h5
14.g5 Rid7
15.0-0-0 Bb7
16.Bd4 Bf8
17.Bf2 Bg7
18.Rhe1 c5
19.Fc2 Bc6
20.Bd3 Fb8
21.f4 Fb4
22.e5 Rab8
23.Be4 Bxe4
24.Rxe4 Re6
25.Be1 Fb7
26.Re2 Rib6
27.exd6 Rxe2
28.Fxe2 cxd6
29.b3 Fd7
30.Fd3 Re8
31.Rib5 d5
32.cxd5 c4
33.bxc4 Rixc4
34.Ric3 Rie3
35.Bd2 Rixd1
36.Kxd1 Rd8
37.Kc2 Bxc3
38.Bxc3 Fxd5
39.Fa6 Fd1+
40.Kb2 Rb8+
41.Ka3 Fc1+
0-1
(3)
Flóvin Tór Næs (2260)
John Rødgaard (2335)
1.d4 d5
2.c4 e6
3.Ric3 Rif6
4.Rif3 Be7
5.cxd5 exd5
6.Bg5 c6
7.e3 Bf5
8.Bd3 Bxd3
9.Fxd3 Ribd7
10.0-0 0-0
11.Ff5 Re8
12.Rac1 Bd6
13.Rfe1 Fb6
14.Bxf6 Rixf6
15.Rc2 Re7
16.Rec1 Rae8
17.a3 Fd8
18.Rid2 Re6
19.Ria4 Rid7
20.g3 Rf6
21.Fg4 Rg6
22.Fh3 Rh6
23.Fg2 Rg6
24.b4 h5
25.Ric5 Rixc5
26.bxc5 Bc7
27.Rif3 Re4
28.Rid2 Ree6
29.Rif1 h4
30.f4 f5
31.Ff3 Fe7
32.Rg2 b5
33.Rcc2 Rg4
34.gxh4 Fxh4
35.Rxg4 fxg4
36.Fg3 Fh5
37.Rg2 Rg6
38.h3 Ff5
39.hxg4 Fd3
40.g5 Ff5
41.Fg4 Fxg4
42.Rxg4 Re6
43.Kf2 Re8
44.Rid2 a5
45.Rg1 Kf7
46.Rh1 a4
47.Rif3 Ke6
48.Rie1 Kf5
49.Kf3 Ba5
50.Rid3 Bc3
51.Rh2 Rb8
52.Rc2 Ba5
53.Rie5 Rc8
54.Rh2 Bc3
55.Rc2 Ba5
56.Rh2 Bc3
57.Rc2
Remis
.