Dráttur fór allan vegin

Rutinan, saman við virðingini fyri mótstøðuni, var størsti munurin á liðunum í gjárkvøldið, tá Dráttur í hálvfinaluni sópaði Fleyr av vøllinum. Liðini vóru jøvn í løtum, men í avgerandi løtunum átti Dráttur avgerandi munin og vann fult uppiborið

Flogbóltur

Dráttur vann seg í gjárkvøldið í steypafinaluna hjá kvinnum fyri fimtu ferð. Ikki kann sigast annað, enn at tað var gjørt við manér, tí hálvfinalan ímóti Fleyr, sum var spæld á Eiði, endaði við 3-0 sigri. Í hvørjum einstøkum setti var munurin hagtalsliga kanska ikki so stórur, men kortini var hann tað inni á vøllinum.
Hvussu nógv tað hevði at siga, at vinna henda dystin, sást ikki minst aftaná, tá spælararnir hjá Drátti lupu í ein stóran trunka, meðan teir hjá Fleyr við tárum í eygnakrókunum fóru yvir í ein krók í ítróttarhøllini fyri at vera fyri seg sjálvar, tá slagið var tapt.
Fleyr kom annars til Eiðis við einum vælmannaðum liði, ið eitt nú taldi fimm landsliðsspælarar. Birita Joensen og Anja Danielsen vóru frammanundan, Karina Debes var komin aftur og nú vóru so eisini Hjørdis Johannessen og Guðrið Syderbø við. Tá so var, kravdist sjálvandi ein ávís virðing frá mótstøðuliðnum, og ta virðingina hevði Dráttur!
Hinvegin skal heldur ikki forsmáast, at Dráttur á sínum liði hevði tríggjar fyrrverandi landsliðsspælarar í Helgu Nordendal, Herborg á Mýrini og Gerdu Nattestad, men tann spælarin, ið skaraði mest framúr og uttan síðustykki var »woman of the match«, var hevarin, Maja Popovic. Hon stýrdi spælinum til fulnar, og tá mest stóð á, evnaði hon at taka sakina í egnar hendur í tøkum tíma.

Dráttur drúgvari
Fyrsta settið byrjaði eitt sindur nervøst og liðini skuldu líka vinna sær fótafesti og finna útav, hvat hitt ætlaði. Tey fylgdust hálvan veg, men so tók Dráttur seg framum og kom á odda 19-13. Fleyr, sum spældi heldur meira nervøst, fekk tó minkað væl um munin, men tá Dráttur kom á odda 24-22 og hevði settbólt, setti Maja eina av sínum góðu fintum inn og avgjørdi settið.
Fleyr sá tó út til at taka annað skinn um bak í øðrum setti, tá liðið kom á odda við sjey stigum, 12-5 og 13-6, men so servaðu Herborg og Elspa Suffía Joensen vágaliðið innaftur í dystin, so bara eitt stig var á muni, áðrenn Maja tók yvir og servaði Fleyr frá 15-15 upp á 19-15. Fleyr vildi tó ikki sleppa takinum og kom framum so seint sum 22-21, áðrenn SÍ tók tríggjar teir síðstu bóltarnar og vann.
Aftur í triðja setti gjørdi Fleyr ein vørr og var á odda allan vegin uppeftir, onkuntíð við fýra stigum, til Dráttur fyrstu ferð kom framum, 16-15. Dráttur økti leiðsluna til 18-15, men so kom Fleyr afturíaftur og javnaði. Liðini fylgdust upp til 24-24, men so var tað fyrst Maja, sum fintaði eitt stig til 25-24, áðrenn Elspa Suffía við einum reinum servuessi avgjørdi fyrsta sett- og matsjbóltin og sendi Drátt í steypafinaluna.
Sostatt gjørdist Dráttur drúgvari í dystinum og vann uppiborið. Sum nevnt, var Maja Popovic spælarin, ið yvirstrálaði allar aðrar, men samstundis var talan um eitt gott liðavrik hjá Drátti, ið fylgdi upplegginum neyvt. Fleyr hevði ongantíð neyðuga dirvi til at halda fast, men sletti ov nógvar bleytar bóltar yvir um netið, og tá rutinan hinumegin er størri, kann tað bara ganga ein veg.