Hóast SÍ longu hevur tikið gullið, er framvegis stórur spenningur eftir í kappingini hjá flogbóltskvinnunum, tí har eru ikki færri enn fýra feløg, sum kappast um silvur- og bronsuheiðursmerkini.
Tvey av teimum, ÍF og Dráttur, hava sunnudagin heimavøll ímóti ávikavist TB og KÍF, sum eru einastu liðini, ið ongan møguleika hava at fáa nakað heiðursmerki.
Bæði ÍF og Dráttur hava spælt ein dyst færri enn Fleyr og Mjølnir, sum tey nú kappast við, og hartil hevur ÍF so eisini fyrimunin av at vera eitt stig framman fyri Drátt, ájavnt við Mjølnir og bara trý stig aftan fyri Fleyr.
Og ÍF má sigast at hava ein lættan dyst sunnudagin, tá TB vitjar á Kambsdali, tí tvørakvinnur eru nógv viknaðar og eiga enn fyrsta sigurin til góðar hetta kappingarárið.
Hinvegin krevst helst meira av Drátti, sum á Giljanesi tekur ímóti KÍF, sum bara er tvey stig aftanfyri og á einum góðum degi kann geva sjálvt teimum bestu dygga mótstøðu. Kvinnurnar úr Kollafirði hava eitt nú vunnið á meistarunum úr SÍ!
Nógv bendir tó á, at kvinnukappingin er uppaftur javnari, tá hesir báðir dystirnir sunnudagin eru farnir aftur um bak, so enn kann nógv henda í Eik-liguni hjá kvinnum.
Menninir frí
Hinvegin er alt longu avgjørt í Eik-liguni hjá monnum, sum hevur frí um vikuskiftið og ikki spælir aftur fyrr enn um eina viku, tá seinasta umfarið er á skránni.
Har hevur ÍF longu langt síðani vunnið føroyameistaraheitið og gullið, og fyri viku síðani gjørdist somuleiðis greitt, at SÍ fær silvur og Mjølnir bronsu, meðan menninir hjá Fleyr mugu taka til takkar við einki heiðursmerki at fáa hesa ferð.










