lomvigin minnir hana á, at tað er ókey at vera, sum vit eru, og júst tí mugu vit eisini geva pláss fyri teimum, sum eru øðrvísi enn vit. Listakvinnan takkaði fyri, at hon varð biðin at gera Kærleikskúluna [...] ikki at berjast. Kortini hevur hann mót, tí sjálvt um hann heldur ikki dugir serliga væl at flúgva, kastar hann seg út av berginum og trýr upp á teir førleikar, hann hevur. Astri Luihn helt fyri, at lomvigin [...] 2015, og hon helt fyri, at hetta er ein stórur heiður fyri hana. Hon takkaði eisini Hedvig Johansdóttir, stjóra í Dugna, fyri gott samarbeiði - og teldugrafikaranum, Guðrið Syderbø. Tá Astri Luihn tók
vónar tí at koma at spæla við í oddinum í kappingini komandi ár. - Tað er eitt felag við stórum ambitiónum, og eg gleði meg til at byrja og til at spæla fast í Føroyum. At enda kann nevnast, at millum [...] hvussu tað bar til, at danski málverjin nú fer til Føroyar at spæla. - Eg havi valt at royna nakað nýtt, og eg vænti at tað verður ein góð uppliving. Eg síggi tað sum ein møguleika til at byrja av nýggjum [...] hevur gjørt, at eg kanska eri blivin nakað meira ótolin, enn eg átti. Hetta hevur eisini verið við til, at Oliver Korch fyrst skifti til Hobro, síðani til Hvidovre og eisini til B1908. At enda gleðir Oliver
onga viðmerking at hava. Hann heldur ikki, at tað er grund til at grenja um nakað, tá ein er omaná og hevur vunnið. Halgir fegnast um 11 sigrar í 11 dystum, og staðfestir, at H71 ikki ætlar at tapa nakran [...] nakran dyst í kappingini. Hann heldur, at H71 hevur eina breidd, sum kemur teimum til góðar, og hon er avgerandi fyri, at H71 er greitt oddalið í FTZ deildini. Støðan í FTZ deildini : Nummar Lið Dystir V.m.
óhóskandi, men eg eri bangin fyri, at hetta fer at hava lítið uppá seg, í mun til tað, ið fer at koma. Tá ið vit eru eitt sindur longri frammi í tíðini, fara vit at síggja avleiðingarnar av sonevndu “politiskt [...] Eingin má vága sær at siga nakað, ið liggur uttanfyri tað, ið alment er góðtikið, uttan at hetta kann væntast at fáa avleiðingar fyri viðkomandi. Triðja orsøkin, sum í stóran mun er tengd at politisku korr [...] “politiskt korrektu” handfaringini. Javnstøða fer at hvørva; einasti spurningurin, ið enn er ósvaraður er: “Er tað longu ov seint at bjarga framtíðini hjá okkara børnum, ommu- og abbabørnum?” Hetta gekk
Endamálið við uppskotinum var at minka um hugin hjá lesandi at arbeiða, umframt at spara 1,5 milliónir krónur. Uppskotið var ikki meira enn lagt fyri tingi, fyrr enn kritikkurin byrjaði at hegla niður yvir uppskotið [...] politikarum, ið heittu á landsstýriskvinnuna um at taka uppskotið aftur. Millum tey, ið funnist hvassliga at uppskotinum var MFS Føroya deild, ið metti at Rigmor Dam hevði misskilt hvør tann føroyski lesandi [...] í framtíðini. - MFS Føroya nevnd fegnast yvir at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, tók uppskotið um inntøkujavning av studninginum aftur. Vit eru fegin um, at nýggja samgongan tekur meiningarnar hjá teimum
Heilsutrygd. Hann sigur, at í næstu framtíð fer starvið at verða lýst einaferð afturat og tað verður kanska einaferð um ársskiftið. Lýst verður bæði í Føroyum og í Danmark. At tað er ringt at fáa kommunulækna [...] eisini við at fáa kommunulæknar í starv, helst í útjaðarøkjunum. Orsøkin er tann heilt einfalda, at tað eru ov fáir læknar, sum útbúgva seg til kommunulækna, sigur John D. Olsen. Hann sigur, at hesi seinastu [...] læknar, sum er. Men ein ferð á nýggjárinum og eydnast ikki at seta nýggjan lækna, verða teir tríggir í tali eftir tað. Tó skal viðmerkjast, at tann eini er komin rættiliga væl til árs, og hevur langt síðani
løgtingið um at loyva samkyndum at giftast. Uppskotið hevur kloyvt Løgtingið í tvey, men eftir viðgerðini higartil at døma, fer tað akkurát at verða samtykt. Les eisini: Løgtingið fer at samtykkja, at samkynd [...] um, at borgarlig vígsla er bara fyrsta stigið, og verður tað samtykt, verður næsta stigið at samkynd krevja at sleppa at giftast í kirkju. Og Bjørt Samuelsen duldi ikki fyri, at sjálv vónar hon, at kirkjan [...] kirkjan fer at víga samkynd einaferð í framtíðini. - Samtykir Løgtingið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast, er tað natúrligt, at tað eisini fer at umfata kirkjuligar vígslur
ferðamaður tikin fyri at koyra við kenning í Føroyum. Løgreglan sigur, at talan er um ein ES borgara, men undir umstøðum, sum hesum, fær hann revsing eftir føroyskum viðurskiftum. Av tí, at talan var um ein [...] hann tikin á løgreglustøðina í Havn, har hann framvegis bíðar, til málið verður avgreitt. Fyri at forða fyri, at maðurin fer av landinum aftur, órevsaður, fær hann eitt sektaruppskot, sum hann skal rinda, [...] hvørja aðrar avleiðingar, hetta skal fáa. Kemur tað hartil, at hann skal missa koyrikortið, fær hann eitt bræv um tað, og so skal hann vátta, at hann góðtekur tað. Og tað ger hann ivaleyst, tí hann missir
týsdagin, tá tíðindi bórust at turkiski herurin hevði skotið eitt russiskt hernaðarflogfar niður, ið tey mettu var innanfyri turkiskt loftrúm. Tær mest svartskygtu røddirnar óttaðust, at talan kundi vera um byrjanina [...] einki, ið bendir á, at samanbrestinum fær so víðar altjóða avleiðingar. Tónin er tó enn hvassur millum londini, og í dag ávaraði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, Russland móti at spæla við eld. - [...] viðmæla Russland ikki at spæla við eld, segði Erdogan í eini røðu til síni viðhaldsfólk í Turkalandi, og legði aftrat. - Vit virðismeta okkara samband við Russland sera høgt, og ynskja ikki at skaða hetta samband
um at lækka grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur. Hann vísir á, at tað ongantíð fyrr er hent, at ein samgonga hevur lækkað fólkapensjónina - og so enntá beint ímóti einum vallyfti um, at fól [...] 500 krónur. - So tað sigur seg sjálvt, at vit eru ómetaliga vónbrotin, sigur Arne Thorsteinsson. Í samrøðu á Rás 2 lýsti hann støðuna. Lurta eftir brotinum við at trýsta á pílin undir myndini. Uppskotið