Enn er óvist, hvussu støðan í Suðuroynni viðvíkjandi kommunulæknum verður í framtíðini.
Annar kommunulæknin í Vági, Anne Birgitte Dahl-Hansen, hevur sagt seg úr starvi og fer á nýggjárinum.
Heilsutrygd hevur nýliga søkt eftir kommunulækna í Suðuroy, men úrslitið var sera soltið.
- Tað var eingin sum søkti, og tað var eingin sum spurdi um starvið, sigur John D. Olsen á Heilsutrygd.
Hann sigur, at í næstu framtíð fer starvið at verða lýst einaferð afturat og tað verður kanska einaferð um ársskiftið. Lýst verður bæði í Føroyum og í Danmark.
At tað er ringt at fáa kommunulækna, er ikki ein trupulleiki, sum er sermerktur fyri Suðuroynna, sigur John D. Olsen.
- Tað er sama støðan um alt landið, og í grannalondum okkara stríðast tey eisini við at fáa kommunulæknar í starv, helst í útjaðarøkjunum.
Orsøkin er tann heilt einfalda, at tað eru ov fáir læknar, sum útbúgva seg til kommunulækna, sigur John D. Olsen.
Hann sigur, at hesi seinastu tvey árini, ella so, hava tey søkt einar seks ferðir eftir kommunulækna ymsastaðni í Føroyum.
- Tær flestu ferðir fingu vit ongar umsóknir og bara eina ferð fingu vit tvær umsóknir.
Men hann er kortini hampiliga bjartskygdur, tí tað eru eini 12-13 læknar undir serlæknaútbúgving til kommunulækna í Føroyum.
Annars er Suðuroy ikki heilt illa fyri til kommunulæknar, heldur John D. Olsen. Tað býr 4.600 fólk í Suðuroy, og har eru fýra læknar, sum er. Men ein ferð á nýggjárinum og eydnast ikki at seta nýggjan lækna, verða teir tríggir í tali eftir tað. Tó skal viðmerkjast, at tann eini er komin rættiliga væl til árs, og hevur langt síðani rokkið eftirlønaraldur, men arbeiðir framvegis.
Í Eiðis Læknadømi eru 2400 fólk og ein kommunulækni, og í Skálafjarðar læknadømi er 6000 fólk og tríggir læknar, og tað sama í Norðoya læknadømi. Í Havnini eru 20.000 fólk og 11 kommunulæknar, og á Sandi eru stívliga 1200 fólk og tveir kommunulæknar.









