Danski málverjin, Oliver Korch, sum fyri nøkrum árum síðani var fyrstur málmaður á øllum teimum yngru landsliðunum hjá Danmark, spælir komandi kappingarár í føroyskum fótbólti. Hann skrivaði fríggjakvøldið undir ein 1-ára sáttmála við ÍF, har hann byrjar fyrst í januar komandi ár.
Danska fótbóltsheimasíðan, bold.dk, hevði eina í gjár eina samrøðu við Oliver Korch, har teir millum annað spurdu hvussu tað bar til, at danski málverjin nú fer til Føroyar at spæla.
- Eg havi valt at royna nakað nýtt, og eg vænti at tað verður ein góð uppliving. Eg síggi tað sum ein møguleika til at byrja av nýggjum, og eg vóni at tað kann kick-starta mína karrieru.
Oliver Korch greiðir harafturat frá, at hann hevur verið ov ótolin, tá hann hevur sitið sum eykamálmaður hjá millum annað FC Midtjylland.
- Í meðan eg fyri tað mesta havi spælt á eykaliðnum hjá FC Midtjylland og í Danmark-seriuni, havi eg sæð nakrar av mínum fyrrverandi liðfeløgunum á teimum yngru landsliðunum hjá Danmark, spælt á stórum leikvøllum runt um í Europa. Hetta hevur gjørt, at eg kanska eri blivin nakað meira ótolin, enn eg átti.
Hetta hevur eisini verið við til, at Oliver Korch fyrst skifti til Hobro, síðani til Hvidovre og eisini til B1908.
At enda gleðir Oliver Korch nógv seg at fara til Føroyar, og til kappingárið í Føroyum byrjar.
- Tað er ein lítil býur við 1500 íbúgvarum. Felagið gjørdist nummar seks farna kappingarár, men hevur nú heintað eitt av teimum stóru venjaranøvnunum í Føroyum, og vónar tí at koma at spæla við í oddinum í kappingini komandi ár.
- Tað er eitt felag við stórum ambitiónum, og eg gleði meg til at byrja og til at spæla fast í Føroyum.
At enda kann nevnast, at millum liðfelagarnar hjá Oliver Korch á teimum yngru landsliðunum hjá Danmark, vóru leikarar sum Pierre-Emile Højbjerg, Viktor Fischer, Lasse Vigen, Yussuf Poulsen og Riza Durmisi, sum allir eru rundanum danska a-landsliðið í dag.
Oliver Korch hevur áður spælt við donsku feløgunum FC Midtjylland, Hobro, Hvidovre og B1908.










