Undarligt at skerja fólkapensjónina her og nú

Landsfelag Pensjónista hevur givið øllum pensjónistum fundarboð á Hotel Føroyum seinnapartin mikudagin, har íkomnu støðan við skerjing av fólkapensjónini verður til viðgerðar.

 

Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelagnum hjá Pensjónistum, sigur seg vera ótrúliga vónbrotnan av ætlanini hjá samgonguni um at lækka grundarupphæddina í fólkapensjónini 580 krónur.

 

Hann vísir á, at tað ongantíð fyrr er hent, at ein samgonga hevur lækkað fólkapensjónina - og so enntá beint ímóti einum vallyfti um, at fólkapensjónin skuldi hækkast minst 500 krónur.

- So tað sigur seg sjálvt, at vit eru ómetaliga vónbrotin, sigur Arne Thorsteinsson. Í samrøðu á Rás 2 lýsti hann støðuna. Lurta eftir brotinum við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Uppskotið um fólkapensjónina var til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag, og varð beint í Trivnaðarnevndina.