Ferðamaður tikin fyri at koyra við kenning

Hann fær revsing eftir føroyskum viðurskiftum

Í nátt var ein útlendskur ferðamaður tikin fyri at koyra við kenning í Føroyum.

Løgreglan sigur, at talan er um ein ES borgara, men undir umstøðum, sum hesum, fær hann revsing eftir føroyskum viðurskiftum.

 

Av tí, at talan var um ein útlending, varð hann tikin á løgreglustøðina í Havn, har hann framvegis bíðar, til málið verður avgreitt.

 

Fyri at forða fyri, at maðurin fer av landinum aftur, órevsaður, fær hann eitt sektaruppskot, sum hann skal rinda, alt fyri eitt.

 

Hinvegin tryggjar løgreglan sær, bústaðin hjá manninum og so fær hann boð seinni um, hvørja aðrar avleiðingar, hetta skal fáa.

 

Kemur tað hartil, at hann skal missa koyrikortið, fær hann eitt bræv um tað, og so skal hann vátta, at hann góðtekur tað.

 

Og tað ger hann ivaleyst, tí hann missir bara koyrikortið í Føroyum, men kann halda fram at  koyra í heimlandinum, sum um einki var hent.

 

Annars sigur løgreglan, at jólaborðhaldini byrjaðu í gjárkvøldið og hesa tíðina er løgreglan serliga ansin í ferðsluni.