Erdogan ávarar russar móti at spæla við eld

Putin sýtir fyri at møta turkiska forsetanum.

Heimurin steðgaði upp eina løtu týsdagin, tá tíðindi bórust at turkiski herurin hevði skotið eitt russiskt hernaðarflogfar niður, ið tey mettu var innanfyri turkiskt loftrúm.
Tær mest svartskygtu røddirnar óttaðust, at talan kundi vera um byrjanina til 3. veraldarbardaga, men enn er einki, ið bendir á, at samanbrestinum fær so víðar altjóða avleiðingar.


Tónin er tó enn hvassur millum londini, og í dag ávaraði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, Russland móti at spæla við eld.


- Vit vilja viðmæla Russland ikki at spæla við eld, segði Erdogan í eini røðu til síni viðhaldsfólk í Turkalandi, og legði aftrat.


- Vit virðismeta okkara samband við Russland sera høgt, og ynskja ikki at skaða hetta samband á nakran hátt.


Ávaringin varð givin í kjalarvørrinum av, at Erdogan hevði roynt at fingið í lag ein fund við russiska starvsfelaga sín. Tað eydnaðist ikki, tí russiski forsetin kravdi eina umbering áðrenn ein slíkan fund, nakað í turkiski forsetin noktar at geva. Harumframt hevur Russland longu sett í verk ymisk handilsboykott móti Turkalandi.


Ósemja er enn landanna ímillum, um hvørs russiska flogfarið var í turkiskum loftrúmi tá tað varð skotið niður.


Hending týsdagin er tó einans seinasta hendingin í eini djypri ósemju millum Turkaland og Russland, ið botnar í, at londini eru á hvør sínari síðu í sýriska borgarakrígnum.


Meðan Turkaland stuðlar turkmenskum uppreistrarbólkum í Norðursýria, ið stríðast móti stjórnini hjá Bashar al-Assad, so stuðlar Russland heilhjartað stýrinum hjá Assad, og hevur millum annað bumbað turkmensku uppreistarbólkarnar, ið Turkaland stuðlar.