H71 ætlar ikki at tapa nakran dyst

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Halgir Dahl Olesen, H71 venjara taka samanum 11. sigurin á rað

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Halgir Dahl Olesen, sum er annar maðurin í venjaratoyminum hjá H71. Samrøðan var gjørd aftaná 29-25 (12-12) sigrinum hjá H71 á Kyndli fyrr í kvøld.

 

Spurdur um hørðu orðini hjá Juliani Johansen um dømingini, og H71 spælarar, sum eftir Juliansa tykki duttu ov lætt, segði Halgir seg onga viðmerking at hava. Hann heldur ikki, at tað er grund til at grenja um nakað, tá ein er omaná og hevur vunnið.

 

Halgir fegnast um 11 sigrar í 11 dystum, og staðfestir, at H71 ikki ætlar at tapa nakran dyst í kappingini. Hann heldur, at H71 hevur eina breidd, sum kemur teimum til góðar, og hon er avgerandi fyri, at H71 er greitt oddalið í FTZ deildini.

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113102387222
2KÍF102522173513
3VÍF10270263713
4StÍF1026426049
5Kyndil11285288-39
6Neistin10234252-186
7Team Klaksvík10230327-970