Javnstøða fer at hvørva, …men er tað longu ov seint?

Tað kann tykjast provokerandi, áleypandi ella óhóskandi, men eg eri bangin fyri, at hetta fer at hava lítið uppá seg, í mun til tað, ið fer at koma. Tá ið vit eru eitt sindur longri frammi í tíðini, fara vit at síggja avleiðingarnar av sonevndu “politiskt korrektu” handfaringini.

Javnstøða fer at hvørva; einasti spurningurin, ið enn er ósvaraður er: “Er tað longu ov seint at bjarga framtíðini hjá okkara børnum, ommu- og abbabørnum?”

Hetta gekk upp fyri mær, tá eg kom fram á eina grein á netinum, ið varð skrivað fyri meira enn fjúrtan árum síðani í The New Criterion, Vol. 19, No. 8, í Apríl 2001. Rithøvundurin nevnist Kenneth Minogue, og greinin ber yvirskriftina “How civilizations fall.” Undirheitið var “Leikluturin hjá radikalu feminismuni í fallinum hjá sivilisatiónini.”

Sum eg las, gekk tað upp fyri mær, at samansetta myndin, ið er íkomin av radikalu feminismuni, hevur gjørt enda á mest framkomnu sivilisatiónini nakrantíð. Støðan í dag er at líkna við eitt skip, har mennirnir í roynd og veru eru farnir av skipsbrúnni, og kvinnurnar standa einsamallar eftir uppi á brúnni. Og tað ber einfalt ikki til.

Okkara sivilisatión í vesturheimurin, tann mest framkomna, er komið til evsta markið av sínum tíðarskeiði og vil innanfyri avmarkaða tíð missa sína støðu, sítt frælsi, sína framtíð, og við hesum hvørvur øll uppfatan av javnstøðu. Sivilisatiónin hevur einfalt beint fyri sær sjálvum og framtíðini hjá øllum íbúgvum í vesturheiminum.

Tað eru tríggjar avgerandi orsøkir til gongdina, ið er nevnd niðanfyri.

Tann fyrsta orsøkin er minkandi fólkatalið. Fyri at varðveita verandi fólkatal er tað neyðugt, at burðartalið fyri hvørja kvinnu er 2,11 børn í miðal. Í evropa í dag liggur hetta talið á umleið 1,6. Vøksturin í fólkatalinum grundast einans á innflytarar.

Tann næsta orsøkin er politiska korrektheitin, ið radikala feminisman hevur borið við sær. Eingin má vága sær at siga nakað, ið liggur uttanfyri tað, ið alment er góðtikið, uttan at hetta kann væntast at fáa avleiðingar fyri viðkomandi.

Triðja orsøkin, sum í stóran mun er tengd at politisku korretkheitini, er økjandi talið av muslimum, ið koma inn í vesturlendsku samfeløgini. Hetta er í dag serliga galdandi fyri vesturevropeisku londini.

Fara vit fimti ár aftur í tíðina, so frávaldu stjórnir tey menniskju, ta mentan ella tey lond, ið tey ikki hildu vera hóskandi tilflytarar. Tað var neyvan heldur so trupult, tí fólk skiltu logikkin - alt kann ikki sameinast.

Kreppan í Sýria við muslimsku flóttafólkunum kann samanberast við eina náttúru vanlukku. Um vit nýta náttúruna sum dømi, so vildi loysnin verið at bjarga teimum hóttu, og at tryggja hótta bólkinum eitt avmarkað øki. Í staðin hava vit við víðopnum ørmum sett revin mitt inn í sjálvan høsnagarðin, ið her myndar okkara opnu vesturlendsku samfeløg.

Niðursjóðað sær heildarmyndin soleiðis út: Tann besti vinnur ikki longur, tí javnstøðuhugsanin sær til at einans karakterir, og kyn avgera, hvør situr í ovastu størvunum.

Frælsi, ið er grundarlagið fyri at skapa framburð, opinleika, nýhugsan og loysnir, er útskift við óttan, ið er amboðið hjá javnstøðuhugsanini til at fáa almenningin at ganga í rættari takt.

Besti umsøkjarin fær ikki longur starvið, tí ovastu størvini mugu setast í tráð við javnstøðuhugsanina og politisku korrektheitina.

Lága barnsburðartalið hevur við sær, at okkara sivilisatión hvørvur so líðandi, men politiska korrektheitin, ið ikki kann fáa seg til at nýta reinan logik, og soleiðis frávelja innflytarar, ið ikki virða demokratisku skipanina, eta við rúkandi ferð av tíðini, ið henda sivilisatiónin hevur eftir.

Ikki nokk við tí; politiskt korrekti tíðindaflutingurin velur við vitan og vilja at afturhalda veruleikan um júst hetta økið, bara tí tað ikki verður mett politiskt korrekt. Kanska hetta er avgerandi bøðilin, ið á onkran løgnan hátt bara ikki skilir, hvat tað er, ið hann framleiðir eitt lítið sindur longri frammi á tí vegnum, ið vit øll ganga á.

Sannleikin kemur fram til síðst, men tá verða avleiðingarnar so ógvusligar, at eingin megnar at hava tamarhald á nøkrum. Tað verður fullkomið lógloysi. Kanska eru vit sum sivilisatión farin um tíggju ár, kanska um fimtan ella tjúgu. Eitt er í hvussu so er vist, vit eru longu farin. Tað er bara ein spurningur um tíð!

Aftanfyri-liggjandi myndin og frágreiðingin, ið Kenneth Minogue skrivaði fyri meira enn fjúrtan árum síðani, er týdd til føroyskt og liggur á viðheftu leinkju í eini eitt sindur styttari útgávu:

http://umsett.blogspot.com.mt/

Og, tann upprunaliga enska leinkjan er her:

http://www.newcriterion.com/articles.cfm/civilizationsfall-minogue-2203

Jaspur Johannesen