í tinginum í heila tikið síðsta valskeið. -Tað snýr seg um stór mál, ið samráðast skulu um, og tað verður tí rættiliga nógv hjá nevndini at kunna seg við uppá stutta tíð, og tað verður eisini nógv at taka [...] til mikudagin. Og tað hava vit góðtikið. -Men ber tú sum formaður í Uttanlandsnevndini nakran ótta fyri, at landsstýrið bert fer at informera nevndina og als ikki taka hana við uppá ráð í týðandi spurningum [...] , so er talan um meira enn at kunna nevndina. Har stendur beinleiðis, at landsstýrið skal ráðføra seg við nevndina. Tvs. at landsstýrið skal hava eina afturmelding frá nevndini um, hvat hon heldur um
serfrøðingabólkin hjá landsstýrinum fyri at kunna seg við alt málið. -Politikkurin hjá landsstýrinum er bæði at geva Uttanlandsnevndini allar neyðugar upplýsingar og at ráðføra seg við nevndina. Hetta stendur [...] løgmaður heldur ikki, at Uttanlandsnevndin hevur nakra orsøk til at bera ótta fyri, at landsstýrið ikki fer at ráføra seg við hana undan samráðingunum við danir í næstu viku. Hann vísir á, at limirnir [...] førir fyri tí, so stendur sakin har. -Vit fara ikki at taka sakina aftur uttan so, at tað verður gjørd ein politisk semja. Løgmaður ásannar, at talan er um sera stór og tung mál, sum verða fyri á fundinum
fýra stig. Í fjør vístu vit fleiri ferðir á, at tá tað ríður um snarið, so vísir tað seg ofta, at tann, sum er best fyri, hevur eydnuna við sær. Í fjør sóu vit hetta fleiri ferðir hjá B36, og so kunnu vit [...] teir sær aftur. Heimasigurin hjá NSÍ og javnleikurin hjá GÍ móti Kí kunnu fara at vísa seg at hava stóran týdning fyri sjálvsálitið. At tað er í lagi hava vit sæð so nógv dømi um. Komandi sunnudag taka m [...] at liðið, sum í løtuni tykist vera eina best fyri, einki umboð hevur á landsliðnum, men tað er kanska ikki so undarligt alíkavæl. Landsliðsvenjarin heldur seg til sítt lið, og hann tekur onkrar nýggjar spælarar
einaferð til dyst. Ein fínur fótbóltsdystur, men tað verður ikki fyri spælið, at fólk fara at minnast hann. Hendingin, sum merkti dystin, tók seg upp, tá umleið eitt korter var eftir av dystinum. HB fór í álop [...] at gera. B36 dreymabyrjan Tá alt hetta hendi, var støðan 2-1 til B36, sum hevði brúk fyri einum trý-málssigri fyri at koma í finaluna, eftir at HB hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 4-1. B36 legði trýst á [...] inni í 5-metrinum hálvt vendi hann sær og hálvt skeyt aftur um seg. Egin Høgnesen hevði helst ikki roknað við, at HB-áleyparin fór at royna seg við rygginum móti málinum, tí málið var óvart, har bólturin
semifinalan millum KÍ og GÍ, sum var í Klaksvík Kristi himmalferðardag, var ikki serliga góð reklama fyri fótbóltsspælið. Men síðsta fríggjakvøld vístu GÍ og KÍ í Sarpisgerði, at bæði liðini høvdu meiri í [...] komu, og har var ein rúgva av málmøguleikum. Væl upplagdir gestir Serliga var tað KÍ, sum foldaði seg út. Teir vístu so stórt hugflog, sum ikki er sætt, síðani teir vunnu FM heitið í 1991. Álopsspælið [...] verjuspælið var sannførandi. Kurt Mørkøre var framúr á aftasta manni, og Heðin á Lakjuni (á forstopparanum fyri Jan Andreasen, sum saman við konuni var á føðistovuni) og Símun Waag Høgnesen vóru tryggir í efti
noyddist at taka seg úr dystinum við skaða í økslini. Dómarin bríkslaði fyri frísparki til B36 og gav Allani Mørkøre gula kortið, og í frágreiðing til FSF sigur hann, at kortið varð givið fyri at ?koma brøkpartar [...] fingið gula kortið fyri samanbrestin við Egin Høgnesen, fekk Allan Mørkøre eitt gult kort afturat, og so varð hann sendur av vøllinum. Seinna gula kortið fekk landsliðsmaðurin fyri at brúka seg, og avleiðingin [...] málið snýr seg um, og biður um eina frágreiðing frá teimum, áðrenn støða verður tikin. Partarnir í málinum hava møguleika fyri at skjóta eina avgerð, sum kappingarnevndin hevur tikið, inn fyri dómsnevndina
Tað er uppgávan hjá KÍ at syrgja fyri, at tað eisini komandi ár verður kappast um løgmanssteypið. Klaksvíkingar eru teir einastu, sum kunnu syrgja fyri, at HB ikki vinnur steypakappingina í ár. Vinnur [...] kappingina í ár til rættis í FSF varð hetta broytt, tí tað varð mett at vera størri møguleiki fyri betri fótbóltsspæli fyri summarsteðgin enn beint eftir summarsteðgin, og tað varð mett at vera passandi, at finalan [...] sum skoraði einasta málið. Nývaldi løgmaðurin, Annfinn Kallsberg, skal longu mikukvøldið 17. juni fyri fyrstu ferð handað løgmanssteypið. Sum tað varð sagt í blaðnum fríggjadagin, so hevur FSF gjørt av
odda, og í eina lítla løtu sá út til, at KÍ var skelkað. Teir komu fyri seg aftur, royndu aftur at spæla ígjøgnum í síðunum í staðin fyri at oysa høgar í høvdið á miðverjuni, har Samson Nesá vísti góð evni [...] Sarpisgerði 2. hvítusunnudag mundi vera so sum so. Kassameistarin hjá GÍ kundi gleða seg um alt tað, sum datt niður í taskurnar fyri atgongumerkjasøluna, og áskoðararnir kundu staðfesta, at hóast teir í GÍ og KÍ [...] tríggjar dagar, so var fyri tað mesta heilt gott skil á. Eftir 1. hálvleik høvdu teir á heimaliðnum heilt víst tikið av, um teir fingu bjóðað remis, men eftir fulla tíð mundu teir kenna seg eitt sindur snýttar
so at siga bara hevði hildið seg í vinstra borði, minkaði um munin við skoti úr høgru, og tað restaðu tríggir minuttir, tá Sørin Petersen javnaði. Allan Joensen royndi seg við góðum langskoti, Rúni Joensen [...] Joensen í GÍ málinum hálvbjargaði, men lukkutíð fyri KÍ, so stakk bólturin út aftur til miðframherjan, ið takkaði fyri. Í síðstu løtu var tað um reppið, at KÍ skoraði sigursmálið. Hornaspark varð snittað [...] Klaksvíkar. Tí GÍ hevði verið nógv tað stinnara liðið. Teirra spæl hekk betri saman, og teir spældu seg til fleiri málmøguleikar, samstundis sum teir megnaðu at ansa eftir vandamiklu mótstøðumonnunum. Allan
av pørtunum. B68 royndi at spæla seg fram gjøgnum síðurnar, men antin vóru sendingarnar ov óneyvar, ella vardu Ninoslav Milenkovic ? fongur fyri B36 ? og Bjarni Prior fyri. Útiliðið fór longri og longri [...] serliga effektivt í fleiri førum. Toftamenn kunnu iðra seg um, at teir ikki tóku av tilboðunum, tá tey komu, og vóna, at tað fer at liggja betur fyri næstu ferð, tá oddaliðið HB kemur á Svangaskarð. [...] B36 fekk trý stig burtur úr heimadystinum móti B68, men teir á havnarliðnum kundu kenna seg eitt sindur hepnar eftir sigurin. B36 setti annars dagsskránna beinanvegin við at trýsta spælið langt niðan á