Tá dómarin bríkslaði av eftir fyrru trý korterini í Gøtu leygardagin, var tað lítið, ið bendi á, at KÍ, sum tey fýra fyrstu umførini hevði havt nógvan undanvind, tá tað víðvíkur úrtøku, skuldi fáa nakað stig við aftur til Klaksvíkar.
Tí GÍ hevði verið nógv tað stinnara liðið. Teirra spæl hekk betri saman, og teir spældu seg til fleiri málmøguleikar, samstundis sum teir megnaðu at ansa eftir vandamiklu mótstøðumonnunum. Allan Joensen var aftur við í KÍ álopinum hesa ferð, og hann hevði Hjalti Dalheim til uppgávu at ansa eftir. Tað eydnaðist so mikið væl, at framvegis skaðadarvaði bóltsnillingurin fekk einki málið hesa ferð.
Tað var eftir hornaspark og stút við nærra stólpa, at GÍ fekk hol á. Sum so mangan áður var tað miðverjin, Jón Sigurd Gleðisheygg, ið átti knokkin, ið stýrdi bóltinum inn um Meinhard Joensen.
Tá vóru níggju minuttir farnir, og á hálva tímanum var 2-0. Símun Petur Justinussen, sum spældi mitt á miðjuni, umsetti brotssparkið til mál. GÍ fekk brotsspark, tí álopsmaðurin Jóhannes Petersen varð feldur í brotsteiginum.
Tá støðan var 2-0, høvdu bæði Jóhannes Petersen og Símun Petur Justinussen góðar royndir, men málverjin bjargaði til horna, og so vendi gongdin.
KÍ var greitt betri í 2. hálvleiki, tá tað vóru teir, sum fingu samanspælið at hanga saman, meðan teir á heimaliðnum sparkaðu og vardu.
68 minuttir vóru farnir, tá Pól Juel Vilhelmsen, sum í 1. hálvleiki so at siga bara hevði hildið seg í vinstra borði, minkaði um munin við skoti úr høgru, og tað restaðu tríggir minuttir, tá Sørin Petersen javnaði. Allan Joensen royndi seg við góðum langskoti, Rúni Joensen í GÍ málinum hálvbjargaði, men lukkutíð fyri KÍ, so stakk bólturin út aftur til miðframherjan, ið takkaði fyri.
Í síðstu løtu var tað um reppið, at KÍ skoraði sigursmálið. Hornaspark varð snittað víðari, og álopsmaðurin, sum við knænum royndi at stýra bóltinum í málið, sendi upp um. jh