Klaksvíkingar søplaðu tvey stig burtur

Fótbóltur: Gøtumenn, sum ikki megnaðu at spæla seg til opnar møguleikar fingu fulla úrtøku, tá KÍ klossaði í verjupartinum

Eingin rætti armarnar upp um høvd, og rákin hjá teimum flestu kring vøllin í Sarpisgerði 2. hvítusunnudag mundi vera so sum so.

Kassameistarin hjá GÍ kundi gleða seg um alt tað, sum datt niður í taskurnar fyri atgongumerkjasøluna, og áskoðararnir kundu staðfesta, at hóast teir í GÍ og KÍ síðsta partin av seinna hálvleikinum tóktust vera eitt sindur troyttir eftir at hava tykist innanhýsis í fýra ferðir trý korter í tríggjar dagar, so var fyri tað mesta heilt gott skil á.

Eftir 1. hálvleik høvdu teir á heimaliðnum heilt víst tikið av, um teir fingu bjóðað remis, men eftir fulla tíð mundu teir kenna seg eitt sindur snýttar, tí eina løtu vóru teir frammanfyri í 2. hálvleiki. Og teir í KÍ mundu vita, at teir høvdu ikki evnað at fáa úrtøku burturúr leikligu yvirvágini, sum teir høvdu mesta partin av tíðini.


Stórur munur

á fyrra hálvleik

KÍ kom á odda, tá urið í landsynningshorninum við vøllin var farið av 45 minuttum. Eftir eina av mongum ferðum, tá uppspæl í borðunum endaði við innleggi ? hesa ferð frá John Hansen, sum legði skrúvandi bólt dygst frammanfyri Janus Rasmussen, ið kanska kundi havt rokkið honum ? og Olgar Danielsen stútaði frágera vakurt niður við nærru stólparótina.

GÍ hevði ongan møguleika havt fyrra umfarið, tá teir fyri tað mesta runnu millum klaksvíkingarnar, sum við stórum hugflogi og lysti at leypa á megnaðu at koma ígjøgnum í borðunum hjá Arnold Joensen og Harley Bertholdsen í høgru og John Hansen í vinstru.

Bæði við fløtum og høgum bóltum royndu teir at raka Rógva Jacobsen og Olgar Danielsen, og tvær ferðir stóðust stórir møguleikar av: fyrru ferðina smekkaði Rógvi Jacobsen til og rakti í Sunnvard Joensen, sum fekk ein orduligan stoyt, tá hann eftir bjargingina stoytti saman við álopsmanninum, og seinnu ferðina stútaði Olgar Danielsen væl við nærra stólpa eftir innlegg úr høgru, men bólturin tók í Janus Rasmussen og broytti kós frá stólparótini og dygst út um málrammuna.


Fulla úrtøku

Magni Jarnskor kom ikki á vøllin eftir stegðin, tí hann hevði fingið ein stoyt í knæið. Í staðin kom Magni Jacobsen inn, og hann varð settur í fremsta álopsplássið, meðan Søren Skov Jørgensen ? vísti heldur ikki hesa ferð álopsdygdirnar, ið eftir dystin móti NSÍ fingu okkum at siga, at hann var akkurát maðurin, GÍ hevði brúk fyri (kanska er tað vøddaskaðin, sum framvegis darvar) ? flutti longri aftur. Magni Jacobsen setti eitt sindur av futti í, og hann stútaði uppá tvørs tíðliga í 2. hálvleiki, so Søren Skov Jørgensen gjørdist hampuliga leysur, men fluktarin fór við síðuna av málinum.

Men eftir tíggju minuttum var GÍ á odda, og í eina lítla løtu sá út til, at KÍ var skelkað. Teir komu fyri seg aftur, royndu aftur at spæla ígjøgnum í síðunum í staðin fyri at oysa høgar í høvdið á miðverjuni, har Samson Nesá vísti góð evni at stýra og lesa spælið, og eftir at KÍ hevði javnað, vóru teir nærri sigrinum, enn heimaliðið var tað.

GÍ málini komu so at siga óvart á, heldur enn eftir skipað uppspæl. 52 minuttir vóru farnir, tá Sámal Joensen hevði bóltin í spískum í høgru. KÍ málverjin tók eitt fet fram við nærra stólpa, áðrenn innleggið kom, og bólturin sigldi omanfyri hann og inn í handara síðunetið.

Leiðslumálið hjá heimaliðnum kom eftir púra miseydnað málspark, sum Søren Skov Jørgensen fekk fatur á, hann dró móti málverjanum, trillaði upp á tvørs, til Magna Jacobsen, sum setti innaru síðuna á, og bólturin rullaði í tóma málið.

Ein orduligur smeitur hjá KÍ, sum ikki tolir slík mistøk í fleiri dystum, um teir skulu hugsa um FM heitið. Útjavnandi málið skoraði John Hansen við høgra beini. Eftir stórt mistak frá Jóan Peturi Olsen komu Arnold Joensen og Harley Bertholdsen ígjøgnum, Harley sneiddi inn við baklinjuni, spældi skrátt út frá, og royndin var úr trettan metrum. Frammanundan høvdu gøtumenn eftir horna og eitt sindur av aftur og fram bjargað á strikuni, og so spurdist ikki meiri burturúr.