til projektering av sandoyarskipi, og á fíggjarlógini 1999 er peningur settur av til projektering av Suðuroyarskipi og nýggjum Mása, harumframt er í ár 2000 sett av á langtíðarætlanini upphædd til projektering [...] nýggjum Suðuroyarskipi. Tá projekteringin er liðug, fær Løgtingið høvi til at viðgera málið aftur í sambandi við eina játtan til sjálva byggingina. Ætlanin er, at Løgtingið verður gjølla kunnað um byggingina [...] og lýsir Strandfaraskip Landsins ein hóp av faktorum, ið hava ávirkan á endaligu ferjuverkætlanina. Her eru verandi og komandi flutningsuppgávur lýstar. Fyrsta stig Víðari sigur samferðslumálaráðharrin,
ísfiskaveiði). Skipanarnevndin svarar, at út frá almennum tankum er hetta gjørligt (er við í viðmerkingunum), men at hugsast skal um útróðurin (er ikki við í viðmerkingunum). Landsstýrið endurgevur spurningin [...] mátin at fáa nakað ígjøgnum uppá er at balla tað inn saman við einari rúgvu av líkagyldigum uppskotum uppundir eina tronga tíðarfreist, soleiðis er politikkur tá hann er bestur. Chris Jan Michelsen Meginfelag [...] Hvussu alt er, so standa tvey ting eftir, sum ikki eru endurgivin í fult mát og tí kunnu skapa iva. Tað eru citatini frá Skipanarnevndini, sum partvíst eru endurgivin sum stuðul til uppskotið hjá Landsstýrinum
samráðingarnar. Tað er eingin loyna, at tað er spurningurin um høvuðsavtalu, sum er størsta forðingin, og henni vilja vit ikki vita av, sigur Gunnleivur Dalsgarð. - Okkara sjónarmið er, at hetta er ein spurningur [...] í botni, men vit samdust í hvussu er um at hittast aftur hósmorgunin, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. - Tá er eitt punkt á skránni og tað er lønarskipanin, sigur Gunleivur Dalsgarð [...] hósdagin, so fæst okkurt munagott burturúr. Nú er ikki long tíð, til sáttmálin fer úr gildi, men Gunnleivur Dalsgarð vil ikki longu nú gera viðmerkingar til, um vandi er fyri verkfalli. Hann metir tað vera av
hesum. Nú veit eg, at í hvussu so er ein 70 ára gamal Liverpool fan er ímillum okkum í kvøld, og helst er einasti Everton viðhaldsmaðurin í Føroyum eisini staddur her. Eitt annað felag, sum kom at standa [...] ítrótturin og serliga fótbólturin er kommersialiseraður, og tað er bara ein vegur, og tað er at fylgja rákinum, annars verður tú rættuliga skjótt afturútsigldur. Bygdafelagið GÍ er eitt av teimum fáu, sum kunnu [...] Gøtu, saman í hugaheiminum. GÍ er eitt óvanligt felag. Tað var einaferð ein høvuðsstuðul sum samanbar felagið við hitt navnframa Manchester United. Hvør ið urkraftin er, er ilt at siga, men eg komi at hugsa
ikki hevði dámt at vera eina viku saman við vinmonnunum á landsliðnum, men veruleikin er tann, at kappingin her í FCK er so mikið stór, at eg kenni meg noyddan at hanga í hvønn dag. Tríggjar venjingardystir [...] Tað er ikki smávegis kapping, sum Todi Jónsson í løtuni er í. FCK, sum í fullari ferð fyrireikar seg til seinna partin av donsku landskappingini, skal spæla við tveimum monnum heilt har frammi, og nýggi [...] Ummælið, sum føroyski landsliðsmaðurin fær í donsku fjølmiðlunum, kundi bent á, at í løtuni er tað hann, sum er fremsta evnið til plássið við síðuna av Briani Laudrup. Todi skoraði fyrra málið, tá FCK spældi
stigatalvuni eru langt aftanfyri hoyvíkingar, er, at liðið hjá H71 er rímiliga lætt at »pilka niður«, sum hann sigur. ? Tað er serliga ein spælari, Hans Guðmundsson, sum er dominerandi á liðnum hjá H71, og við [...] teir høllina á Skála sum »heimavøll«, men av praktiskum orsøkum er hesin nú fluttur til Vestmanna, sum jú er nakað nærri Kollafirði enn Skála er. Tað verður framvegis arbeitt við at gera eina spildurnýggja [...] hjá teimum er alt ov høgur, sum nú er. KÍF hevur eitt gott lið hjá dreingjum 16 ár, men teir eru enn eitt sindur ov ungir til 1. deildarhondbólt. Millum teir og núverandi 1. deildarliðið er eitt glopp
arbeiðsmarknaðurin, tí heimastýrið har er so ungt í mun til okkara, so tað kann ikki samanberast, heldur Ingeborg Vinther, ið eisinivísir á, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera friðaligur og tí ikki nýtist [...] arbeiðsrætt, tí við í uppskotinum er ein skipan við at geva bøtur. - Teir hava umformulerað tað so fitt, og rópa tað eina samsýning. Barnið kann hava fleri nøvn, men merkingin er hin sama, sigur Ingeborg Vinther [...] tekur við høvuðsavtalu, hóast eini 3 feløg longu eru gingin undir slíkar avtalur. - Her mugu øll standa saman, tí hetta er so grundleggjandi og rakar bæði almennt og privat, sigur Ingeborg Vinther í stuttari
at ætlanin er at gera Suðuroyarferjuna eins væl egnaða til rørðslutarnaði sum Sandoyarferjuna, og her heldur hann nevniliga at væl ber til at byggja á arbeiðið við Sandoyarferjuni. Ætlanin er, at kravf [...] í farleiðini til Suðuroynna. Hann er vorðin 30 ára gamal, og ellisbrekini eru farin at gera seg galdandi. Í hesum sambandi verður í Samferðsluálitinum sagt, at tíðin er við at fara frá skipinum, tá hugsað [...] hugsað verður um rakstur, víðlíkahald og komfort. Tískil er avgjørt, at farast skal undir at byggja nýggja Suðuroyarferju, og er nú skjøtul settur á í hesum máli. Leggjast væl til rættis Reidar Nónfjall,
Fröyanes, er í teirra heimi skilagott. Eitt vil eg vissa tykkum um, og at um ikki væl verður gingið um tað, sum kemur niðaneftir, tí tað er tað, sum er munagott, so kann skjótt gerast berligt. Tað er alla æru [...] Her verður hugsað um nógv umrødda Fröyanes. Vit eru mong, ið væntaðu annað úrslit. At hava gjørt ein so stóran brølara og eingin vilji er at rætta hann, tað er sera óhugnaligt fyri tey, sum enn eru eftir [...] línu júst her, hevði eg ikki trúð. Jú, sanniliga »uhyggen breder sig«. Ein innilig áheitan á landsins kosnu menn um at fara meira álvarsamt til verka. Tí, sum áðurnevnt, tað sum niðaneftir kemur, er viðkomandi
Herfølge, men frágreiðingin er, at bestu spælararnir hjá Herfølge við Jákupi Mikkelsen á odda fara á venjingarlegu, og Jan Dam er framvegis so mikið langt frá besta liðnum, at tað er ikki pláss fyri honum á [...] liðugur við sveinaroyndina sum blikksmiðjur. John Petersen er oftast miðvallari á landsliðnum, sjálvt um hann er álopsspælari í B36, og tað er einki at ivast í, at Allan Simonsen eisini fer at brúka hann [...] Tað verður móti Andorra, sum er limur bæði í UEFA og FIFA. Einki er at ivast í, at størsti spenningurin verður um henda dystin, og vit fara seinni at venda aftur til hann. Her skulu vit bara staðfesta, at