Fótbóltsmenninir fara á flog fyri fyrstu ferð í ár

Fótbóltur: Tríggir spælarar hava møguleika fyri fyrstu ferð at spæla altjóða skrásettan landsdyst á venjingarleguni, sum landsliðið í dag fer á í Spania

Fyrrapartin í dag fer fótbóltslandsliðið á sína fyrstu ferð út um oyggjarnar í hesum árinum. Ferðalagið lættir úr Vágum klokkan ellivu, og teir fara at hanga mesta partin av degnum uppi í luftini, áðrenn teir eina ferð eftir midnátt vera í Cádiz í Spania, har teir skulu halda til inntil fríggjadagin í komandi viku, tá teir tíðliga á morgni fara úr hitanum á iberisku hálvoynni og seint seinnapartin lenda aftur í Vágum.

Í dag steðga teir í Keypmannahavn til klokkan 15.50, teir lenda í Madrid klokkan 19.00, klokkan 21.30 fara teir aftur á flog, og teir lenda í Sevilla klokkan 22.45, og so verður farið við bussi til Cádiz.


Setningurin

Tað eru fimm EM undankappingar dystir á skránni í ár. Fýra á heimavølli og ein á útivølli. Teir báðir fyrru á heimavølli verða 5. og 9. juni móti ávikavíst Skotlandi og Bosnia, og teir báðir seinnu verða 4. og 8. september móti ávikavíst Estlandi og Litava. Útidysturin verður í Kekkia 9. oktober, og hann verður seinasta takið á einum longum føroyskum fótbóltsári.

Tað er fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til, tá tað í juni, september og oktober av álvara fer at standa á, at Allan Simonsen í dag fer við sínum kosnu monnum suður í Europa.

Landsliðið hevur fyrr í ár verið saman til venjingar tvey vikuskifti, og tað hevur ljóðað, at spælararnir eru væl fyri, tá hugsað verður um, hvussu tíðliga á árinum tað er, og tá havt verður í huga, at umstøðurnar at venja hava verið alt annað enn góðar.

Tað er í feløgunum, at mesti parturin av arbeiðnum verður gjørt, men bæði landsliðsvenjarin og spælararnir hava ofta tikið til, at venjingarlegan, sum hesi síðstu fýra árini hevur verið á skránni hesa ársins tíðina, er av alstórum týdningi, bæði fyri ítróttarliga og sosiala partin.


Avboðini

Landsliðsvenjarin hevur næstan allar teir spælararnar við, sum hann helst vildi havt við. Tó eru tríggir spælarar, sum teljast millum stuðlarnar á landsliðnum ikki við. Teir eru Sámal Joensen, sum júst í hesum døgum baksast við at fáa sveinaroyndina frá hondini, Jákup Mikkelsen, sum er á venjingarlegu við Herfølge, og so Todi Jónsson, sum í blaðnum í gjár segði, at tað ber honum ikki til at vera burtur frá venjingini í FCK í meiri enn eina viku.

Magni Jarnskor og Jan Allan Müller hava fyri tað mesta verið fastir fúsir í landsliðsferðalagnum, men nú hava teir báðir boðað frá, at teir eru givnir á landsliðnum. Felags fyri teir báðar er, at teir halda ikki, at teir hava tíð til landsliðsfótbólt, og at teir framvegis fara at spæla í sínum feløgum ? Magni í GÍ og Jan Allan í Svendborg í donsku 1. deildini, hagar hann á nýggjárinum fór úr Esbjerg.


Ferðalagið

Málverjar í Spania eru Jens Martin Knudsen, sum seinni í vár skal yvir aftur til Ólafsfirðar at spæla við Leiftri, og Sunvard Joensen, sum í fjør avloysti Jens Martin í GÍ málinum. Verjuspælararnir eru Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen, B36, Hans Fróði Hansen, HB, Óli Johannesen, TB, og Jan C. Dam, Herfølge.

Jan Dam spældi í síðstu viku við í einum venjingardysti í superliguni, og tí kann tað kanska í fyrstu atløgu undra, at hann fer við landsliðnum á venjingarlegu og ikki heldur drívur á í Herfølge, men frágreiðingin er, at bestu spælararnir hjá Herfølge við Jákupi Mikkelsen á odda fara á venjingarlegu, og Jan Dam er framvegis so mikið langt frá besta liðnum, at tað er ikki pláss fyri honum á hesi venjingarleguni.

Miðvallararnir og vongspælararnir í landsliðsferðalagnum eru Henning Jarnskor, GÍ, Jóhannes Joensen, Allan Mørkøre og Jákup Eli Olsen, HB, Øssur Hansen, sum í ár skal spæla við B36, men sum í yvirlitinum frá FSF framvegis stendur at umboða B68 (tað man vera tí spæliloyvið framvegis er á Toftum), John Hansen og Heðin á Lakjuni, KÍ, Julian Johnsson, Kongsvinger og Símun Eliasen, Aarhus Fremad.

Jákup Eli Olsen fekk boð, eftir at tað var greitt, at Todi ikki kundi fara við. Símun Eliasen hevur drivið nógv á í Aarhus Fremad, og tað hevur gingð so mikið væl, at hann í hesum døgum er á venjingarlegu í Spania við teimum og fer beinleiðis haðani at vera saman við landsliðsfeløgunum. Julian Johnsson fer beinleiðis úr venjingarleguni hjá landsliðnum og á venjingarlegu við Kongsvinger í Spania. Heðin á Lakjuni var í gjár liðugur við sveinaroyndina sum blikksmiðjur.

John Petersen er oftast miðvallari á landsliðnum, sjálvt um hann er álopsspælari í B36, og tað er einki at ivast í, at Allan Simonsen eisini fer at brúka hann á miðvøllinum í Spania. Men umframt John fara tveir aðrir álopsspælara við á venjingarleguna. Teir eru Uni Arge, sum seinni í vár verður í ferðalagi við Jens Martini Knudsen til Ólafsfirðar og Leiftur, og so Jákup á Borg, sum framvegis umboðar B36.

Jógvan Martin Olsen skal hjálpa Allani Simonsen við venjingini, og afturat teimum báðum fara Jens Pauli Marstein, lækni, Álvur Hansen, fysioterapeutur (hann var hjálparvenjari, tá landsliðið var á venjingarlegu fyri einum ári síðani, og tað barst Jógvan Martini frá) og Heðin Askham, sum er liðleiðari.


Tríggir dystir

Sambært skránni fara føroyingarnir at venja á grasvølli hvønn dag, meðan teir eru í Spania, og tríggjar ferðir skulu teir royna seg í dystum.

Fyrsti dysturin verður nú leygardagin, 27. februar, og hann verður móti einum russiskum 1. deildarfelagi (úr næstbestu deildini í Russlandi). Annar dysturin verður mánadagin 1. mars, og hann verður móti Randers Freja úr Danmark. Kronjydarnir, sum teir verða nevndir, vóru fleiri ferðir í bestu deildini í sjeyti árunum, men seinnu árini hevur tað gingið meiri striltið.

Og mikudagin 3. mars sleppur landsliðið at royna seg í altjóða skrásettum landsdysti. Tað verður móti Andorra, sum er limur bæði í UEFA og FIFA.

Einki er at ivast í, at størsti spenningurin verður um henda dystin, og vit fara seinni at venda aftur til hann. Her skulu vit bara staðfesta, at tríggir av teimum nítjan spælarunum, sum í dag fara á venjingarlegu, hava møguleika at spæla sín fyrsta landsdyst um eina viku. Hesir spælararnir eru Sunvard Joensen, Heðin á Lakjuni og Jóhannes Joensen. Allir hinir sekstan hava áður umboðað Føroyar á a-landsliðnum.