Fótbólturin í Gøtu, Brasilia og Manchester er tann sami

24. oktober hevði GÍ ársveitslu, og tá hevði Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og íðin GÍ viðhaldsmaður, nakrar hugleiðingar, har hann m.a. sammetti fótbóltin í Gøtu við tann í Brasilia og Bretlandi. Síðani tá er sambandið millum Gøtu og Brasilia styrkt, tí tveir brasilumenn eru komnir til GÍ. Við loyvi frá røðaranum í Gøtu seta vit hugleiðingarnar í blaðið. Torbjørn búði barnaárini í Syðrugøtu, áðrenn tey fluttu út á Glyvrar

Tað verður so mangan tikið til, at sambært hagfrøðini eru teir smáu altíð við undirlutan, men tað má ásannast, at hetta er ein sannleiki við modifikatiónum, ein skerdur veruleiki, tá ið millum annað kríggj og ítrótt umræður.

Ídag ? 24. oktober ? fyri 58 árum síðani varð ein svartur drongur borin inn í heimin í lítlu bygdini Trés Coracóes. Stutt eftir varð hann skírdur Edson Arantes do Nascimento. Sambært hagfrøðini burdi hann ikki verið bygdamaður, men hetta forðaði honum ikki í at gerast heimsins besti fótbóltsspælari higar til dags. Hann gjørdist heimsmeistari í Sviaríki í 1958, í Chile í 1962 og aftur í Mexico í 1970. Tá ið spælt varð um heimsmeistaraheitið í Onglandi í 1966 vóru vit stødd suðuri á flatlondum. Tá ið tú sum smádrongur hevði pendlað so nógv millum Syðrugøtu og Latínamerika, so ivaðist tú ongantíð í, hvørjum liði tú ynskti besta rákið, og so mikið svárari gjørdist tað, tá ið ein portugisari, tilætlað, meiddi strategin á brasilianska liðnum so illa, at hann spældi ikki aftur ta ferðina. Liðið var evnað til íkring Pelé, og tá ið hann ikki var har, sakk liðið saman sum eitt korthús, vanlukkan prógvaði hvussu stóran týðning bygdamaðurin hevði í spælinum um, hvør ið skuldi gerast heimsmeistari í fótbólti ta ferðina. Seinni fekk hesin frægi fótbóltsambassadørurin eina útbúgving á háskúlastøði og gjørdist enntá ítróttarmálaráðharri í brasiliansku stjórnini. Uttan at blunka eiga allir heimsins spælarar at hava hendan mannin til fyrimyndar.


Gøtudreingir

nógvar vallir

Vit gøtudreingir komu nú ikki so langt á leiðini. Gøturnar vóru væl meiri uppbýttar tá, og tað var ógvuliga sjáldan, at vit vóru í Norðragøtu, mest í halgidóminum og onkuntíð vitjaðu vit slektina. Við Gjógv gingu vit í skúla og á posthúsið, onnur ørindi høvdu vit ikki. Bygdirnar livdu sítt egna lív.

Petur hjá Esmari á Lakjuni og undirritaði eru einsamallir hanar í einum árgangi í Syðrugøtu. Genturnar eru fleiri. So frægt hevði tað tó hilnast við dreingjabørnum miðskeiðis í 50-árunum, at fótbólturin eisini kundi spælast her um leiðir. Vøllurin var ongin, men vit spældu um sumrarnar niðri á sandi, aðrar tíðir ímillum 98 og hoyggjhúsið í Útiguttastovu, og tá ið tað góða lagið var, gingu vit niðan á Hólheygar og spældu á grasi. Nú minnist eg ikki allar aftur, og onkur er longu farin hiðani av foldum. Teir hjá Esmari, Frits, Jóa og vinmaðurin Petur. Teir á Toftini, Olli og Sámal. Hans Charles hjá Turið í Bartalsstovu, Karl hjá Magdu, Jeffrei hjá Suðringi, teir hjá Hensiu, Jógvan og Carl hjá Jóan Heina, Mannbjørn og Ólavur hjá Martini í Grund (Sámal Petur var nakað lítil tá!), Bergleif og Kemmi hjá Lias hjá Benadict. Og teir yngru hava helst verið við onkuntíð, hugsi um Atla hjá Odda, teir hjá Hans hjá Jóannesi, Óla Hans?arnir báðir hjá Goji og Matheu og aðrir eisini.

Stórir dreymar hava onkuntíð vitjað høvdini á hesum dreingjunum, tí eg minnist ta eina ferðina, tá ið vit spældu fótbólt uttanfyri handilin úti í Grógv, omanfyri bensinpumpuna hjá abba mínum, at avgjørt varð at biðja um ein fund ? hann mundi vera nakað óformellur og er helst ikki skrásettur nakra staðni ? við Palla Gubba, sum helst hevur verið formaður í forstandaraskapinum tá. Eittans málið var á dagsskránni ? ein veruligur fótbóltsvøllur.

Hann kom ikki tá beinanvegin, men tað kann nú vera, at hesin undarligi fundurin hevur havt ávirkan á hin bráræsna og framlítandi abbabeiggjan, heimsborgaran Jóan Paula Gregersen. Hesir smáu lobbyistarnir eiga kanska sín lítla lut í tí, at fá ár seinni var vøllurin í Serpisgerði ein veruleiki.


Stór nytta

í nýggja vøllinum

2. hvítusunnudag 1964 fóru menn og kvinnur av húsi. Vøllurin, sum nú er landskendur og væl tað, varð tikin í nýtslu, og stórfeløgini úr høvuðsstaðnum, B36 og HB, spældu hin fyrsta dystin. Hetta man hava verið ein líka so stór hending fyri okkum, sum tá ið 2 x Kennedy, Che, Palme og Luther King vórðu skotnir, tí hóast bert átta ára gamal, minnist eg enn hvarvið eg var staddur, tá ið hendan seansan fór fram. Útvarpið var við henda dagin, og Jógvan, systkinabarnið, sigur mær, at hetta var fyrsta reportasjan hann gjørdi sum útvarpsmaður. Hetta var ein megadagur. Vit vistu tá ikki so nógv um fótbóltin úti í heimi, men onkran av høvuðsstaðarleikarunum kendu vit navnið á. Serliga Petur Sigurð Rasmussen, og komst hetta í mestan mun av tí, at Jógvan Salamon hjá Leon plagdi at vera málmaður í amatørleikinum í Syðrugøtu, og eingin ivaðist í tí, heldur ikki hann sjálvur, at hann var Petur Sigurð. So lítil var verðin tá.

Nú hevði væl eingin væntað, at ein berur vøllur skuldi gera nakran serligan mun í hesi lítlu bygdini. Men hendan verkætlanin er besta dømið um, hvat kann henda, tá ið karmarnir og menniskjaliga tilfeingið er hitt rætta. Í stóran mun samskipaði vøllurin bygdirnar til eina bygd. Gøturnar, sum mangan verða tiknar fram sum ein oasa, bæði vinnuliga, mentunarliga og nú ítróttarliga, hava ein dýran arv, sum gongur aftur til høvdingatíðina í Føroyum.

Og apropos høvdingatíðina, so skeyt eg upp fyri systkinabarninum, Magna, eina ferð vit hittust á eini mat- og drykkjustovu úti á flogvøllinum í Kastrup, at vit áttu at stovna ein grunn við tí eina endamáli at smíða eina stóra standmynd av Trónda í Gøtu. Havi síðani orðað hetta við trí- og fermenningin Jógvan hjá Berlinu, og tóktist hann at hava áhuga í málinum. Einaferð droymdi eg, at hon burdi staðið uppá á Støðlafjalli og megaljósvarparar kyndu eitt ljóshav íkring hana ? helst er íblásturin komin av hini stóru Jesus standmyndini í Rio de Janeiro.


GÍ og Manchester

Tað er helst í mestan mun liturin á búnunum, sum dregur hesar mastodontarnar, Brasilia og Gøtu, saman í hugaheiminum. GÍ er eitt óvanligt felag. Tað var einaferð ein høvuðsstuðul sum samanbar felagið við hitt navnframa Manchester United. Hvør ið urkraftin er, er ilt at siga, men eg komi at hugsa um eina føðingardagsheilsu til ommu mína úti í Grógv, sum stóð at lesa í Dagblaðnum í 1961: »Tað hava ikki verið studningar og almennur peningur, sum hava borið hesi tøting uppi, men áræði og íðni, blandað við einum sjáldsomum hegni og einum aldri svíkjandi virksemi«. Hetta er væl eitt stempul, sum kann setast á alla bygdina, tá, nú og vónandi í allar ævir. Væntandi fáa vit sum lívfrøðiliga bara eru hálvir gøtumenn, eisini ein lut í hesum.

Nú veit eg, at í hvussu so er ein 70 ára gamal Liverpool fan er ímillum okkum í kvøld, og helst er einasti Everton viðhaldsmaðurin í Føroyum eisini staddur her. Eitt annað felag, sum kom at standa hjarta mínum nær, gjørdist hitt fyrrnevnda Manchester United. Hetta ikki tí at teir hava vunnið so nógv hesi seinastu árini, men heldur tí at eg sá teir spæla live í gomlu ítróttarparkini í Keypmannahavn hósdagin 31. juli 1969. Vit lógu við skipi har, og allir teir stóru vóru við ? Jimmy Rimmer, Shay Brennan, Brian Kidd, Denis Law, David Sadler, Bobby Charlton og hin legendariski George Best. Hann varð útskiftur í 2. hálvleiki, so møguliga hevur hann verið og sløkt sær tostan á onkrari drykkjustovu kvøldið fyri. Spælt varð ímóti einum samansettum liði úr Keypmannahavn, og har var klassamunur. Minnist serliga eitt skot, sum Bobby Charlton hevði av miðjuni og sum brast í tvørliggjaran og í málið.

Áskoðarafjøldin hjá GÍ hevur nakað av hesum bretska sniðnum í sær ? litfagurt og livandi. Ein spælari samanber áskoðararnar í Brasilia og Bretlandi, ella hvussu subjektivur og objektivur tú kanst vera, tá ið tað ræður um hetta heimsspælið, sum fótbólturin er vorðin. Bretski fótbóltsentusiasturin livir og doyr ? á sama hátt sum brasilianarar gera ? fyri sínum liði. Men í mun til entusiastin í øðrum londum er hann ofta rættuliga objektivur. Helst vil hann hava, at lið hansara vinnur, men tað skal helst vera eftir ein harðan, spennandi og javnan dyst. Hvussu stóran týðning tað hevur fyri bretan at síggja dystirnar ? serliga í steypakappingini ? sigur henda sanna søgan nakað um: Ein harri, sum var komin nakað væl upp í árini, kom seinnapartin ein leygardag innar í eitt stórmagasin og bað um at hitta abbasonin, sum var ekspedientur. »Eg eri abbi hansara«. Stjórin, sum var eitt sindur skelkaður, svaraði: »Tað harmar meg almikið, men abbasonur tygara hevur fingið frí ídag fyri at kunna luttaka í jarðarferð tygara!«.


Bíligir sosialir stovnar

Nú veit eg ikki, um hetta kann koma fyri á Fiskavirkinum, men hetta sigur nakað um, hvussu stóran týðning fótbólturin hevur í samfelagnum í dag ? eisini í Gøtu. Eg havi pástaðið og kann gera tað aftur í kvøld, at ítróttarfeløgini í Føroyum eru heimsins bíligastu sosialu stovnar. Tí eiga vit øll at vera góð við feløgini, sum ongin og øll eiga. Nú eru aðrar tíðir. Mikkjal á Ryggi sigur í sanginum: »Tað er frílynt, tað fólkið í Noreg?......« soleiðis ».... Ja í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl;.....« Fyri ein part er tann tíðin farin, ítrótturin og serliga fótbólturin er kommersialiseraður, og tað er bara ein vegur, og tað er at fylgja rákinum, annars verður tú rættuliga skjótt afturútsigldur. Bygdafelagið GÍ er eitt av teimum fáu, sum kunnu mannast upp ímóti blokkkapitalinum í høvuðsstaðnum, og eg veit, at lunnar nú verða lagdir undir eina spennandi framtíð fyri felagið. Hugsi um førðingardagsbarnið, bygdadrongin Pelé, sum gjørdist heimskendur, tá ið hann fekk teir røttu karmarnar at mennast í.


Fullveldið hátíðarhaldast móti dønum

Nú hevur man oftani sagt, at norðragøtumenn høvdu betri tak á bóltinum enn syðrugøtumenn. Hugsi at hetta rákið er við at venda eitt sindur. Hetta lítla talentið hjá Tummasi Paula er jú syðrugøtumaður. Onkur skal hava orðað hetta við Martin Juul, sum uppáheldur, at fótbóltsgenini eru úr Norðragøtu. Nú haldi eg meg eiga ein nokk so stóran lut í hesum talentinum, tí tær fyrstu gaggurnar hjá honum vórðu keyptar niðri í Aalborg. Tummas Pauli og eg sigldu saman tá, og mær vitandi var tað eg sum borgaði fyri flutningsútreiðslurnar til Føroya. Ein góð íløga og harvið gjørdist eg ein tann fyrsti sponsorurin hjá GÍ ? uttan at vita av tí!

Politikkur og ítróttur eiga ikki at verða samantvinnaði, og tað mundi vera meiri sum hálvur gøtumaður og GÍ-viðhaldsmaður, at Jógvan heitti á meg um at tosa fyri tykkum í kvøld. Henning Jensen, kendur áleypari, sum spældi í Borussia, Real Madrid, Ajax og sjálvandi á danska landsliðnum, sigur seg hava spælt ein politiskan fótbóltsdyst í lívinum, hóast hann ikki var fegin um at vevja hesi fyribrigdini saman. Hetta var tá gomlu EEC londini spældu ímóti teimum nýggju ? Danmark, Írlandi og Bretland ? á Wembley eitt kalt januar kvøld í 1973. Tey eldru minnast helst málið, sum Henning sjálvur skallaði inn eftir ein frálíkan sendara úr høgru frá Bobby Charlton. Tey nýggju londini vunnu dystin 2-0. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at spælt ein landsdyst á Svangaskarði ímóti Danmark tann dagin, tá ið fullveldið verður proklamerað!

Vónandi verður hetta ein góð veitsla, og vónandi havi eg ikki troyttað tykkum ov mikið. Gøtumenn høvdu nøkur savningarstøð ? Skálabonkin, 98 og garðin omanfyri handilin í Grógv. Sá eina mynd nú um dagarnar, har abbi mín, Jóan Elias, Pól morbróður, Ásvein á Skipanesi, Sofus á Toft og Jóannes á Lakjuni hanga niður á garðin og viðgera heimsstøðuna. Hvussu ofta eg havi sparkað ein bólt ímóti hesum sama garði havi eg ikki talið á, men nógv er broytt síðani tá.


Torbjørn Jacobsen