Starndfaraskipið Smyril hevur skjótt tænt sínar dagar í farleiðini til Suðuroynna. Hann er vorðin 30 ára gamal, og ellisbrekini eru farin at gera seg galdandi. Í hesum sambandi verður í Samferðsluálitinum sagt, at tíðin er við at fara frá skipinum, tá hugsað verður um rakstur, víðlíkahald og komfort. Tískil er avgjørt, at farast skal undir at byggja nýggja Suðuroyarferju, og er nú skjøtul settur á í hesum máli.
Leggjast væl til rættis
Reidar Nónfjall, stjóri á SL, sigur, at nýggja Suðuroyarskipið skal leggjast væl til rættis, eins og gjørt varð við Sandoyarferjuna, ið fyri stuttum var liðugt projekterað. Hann sigur, at avgjørt er at hava fund við manningina á Smyrli umframt onnur køn innan skipaferðslu hvønn týsdag teir næstu fimm mánaðirnar, so kravfestingarnar til nýggju ferjuna kunnu vera so væl viðgjørdar og nágreiniligar sum møguligt.
Stjórin á SL sigur, at hann heldur krafestingararbeiðið vera ein sera týðandi part av arbeiðinum, tá ein nýggj ferja skal gerast. Hann sigur, at kravfestingararbeiðið er tann rætti vegurin til gott úrslit, og heldur hann tí, at stórur dentur skal leggjast á hetta arbeiðið.
Sandoyarskipið
hollur stuðul
Reidar Nónfjall sigur, at royndirnar av at tilevna krav/festingarnar til nýggju Sandoyarferjuna, koma at verða hollur stuðul til arbeiðið við Suðuroyarferjuni, hóast Suðuroyarferjan kemur at verða ein nógv størri ferja enn Sandoyarferjan. Hann nevnir millum annað, at ætlanin er at gera Suðuroyarferjuna eins væl egnaða til rørðslutarnaði sum Sandoyarferjuna, og her heldur hann nevniliga at væl ber til at byggja á arbeiðið við Sandoyarferjuni.
Ætlanin er, at kravfestingarnar til nýggja Smyril skulu verða lidnar um einar fimm mánaðar, og vónar Reidar Nónfjall, at projekteringsarbeiðið kann byrja beinan vegin hesar eru lidnar.
Byggast sum
skjótast
Reidar Nónfjall, stjóri á SL, sigur, at hann næstan er vísur í, at projekteringsarbeiðið er liðugt um ársskiftið, og vónar hann, at byggingin av ferjuni kann byrja stutt eftir hetta. Hann sigur, at ynskiligt hevði verið, um nýggja ferjan var klár at taka í nýtslu um eini 3-4 ár.
Stjórin á SL sigur at enda, at hann vónar, at farið verður undir byggingina, so skjótt sum møguligt eftir projekteringina. Hann sigur, at um byggingin ikki fer í gongd, er peningurin, ið nýttur er til at leggja nýggju ferjuna til rættis, farin til spillis.