Todi og Laudrup eru nú makkarar

Fótbóltur: Landsliðsmaðurin hevur sent avboð til venjingarleguna í Spania. Kappingin er knallhørð hjá Toda, sum kappast við tríggjar aðrar um bara eitt pláss

Tað er ikki smávegis kapping, sum Todi Jónsson í løtuni er í. FCK, sum í fullari ferð fyrireikar seg til seinna partin av donsku landskappingini, skal spæla við tveimum monnum heilt har frammi, og nýggi venjarin, Christian Andersen, hevur gjørt upp við seg sjálvan, at annað plássið skal Brian Laudrup hava.

Tá Brian Laudrup fyri einum góðum fjórðingsári síðani kom til stórfelagið í Keypmannahavn ljóðaði, at hann í fyrstu atløgu skuldi vera framrættaður miðvallari, og at tveir aðrir spælarar skuldu spæla frammanfyri hann.

Men venjingarlegurnar í Spania og Italia hesar síðstu tvær vikurnar hava víst, at venjarin hevur gjørt av, at Brian Laudrup skal spæla í álopinum, og tað hevur aftur við sær, at Todi Jónsson og hinir tríggir álopsmenninir í 24 manna hópinum hjá FCK bara hava eitt pláss at kappast um.


Skaðin burtur

Sunnukvøldið komu 24 teir bestu spælararnir hjá FCK aftur til Keypmannahavnar, eftir at teir í eina lítla viku høvdu verið á venjingarlegu í Italia. Teir fóru niður hagar mánadagin í síðstu viku, og tað vil siga, at teir hava verið millum lítið og einki við hús hesar síðstu tvær vikurnar, tí bara tveir dagar frammanundan fráferðini til Italia komu teir aftur úr venjingarlegu í Spania.

Todi Jónsson var við á báðum venjingarlegunum, men tað var bara í Italia, at hann spældi. Tveir dagar undan fráferðini til Spania fekk hann undir venjing ein vøddaskaða í lærið. Hetta hevði við sær, at tað bar honum ikki til at taka lut í dystunum. Hann vandi kortini, um enn tað ikki var við somu ferð, sum hinir vandu við, men í Italia var alt í lagi aftur, og Todi bæði vandi og spældi við fullari ferð.


Spældi hvørja ferð

Sambært donskum fjølmiðlum, so gerst myndin alt greiðari av, hvussu Christian Andersen í fyrstu atløgu ætlar at liðið hjá FCK skal síggja út.

Í Spania var David Nielsen fyrsta valið til álopsplássið við síðuna av Briani Laudrup. FCK spældi tríggjar dystir, og David Nielsen byrjaði inni hvørja ferð.

Í Italia spældi FCK fýra dystir ? tveir teirra vóru bara ein hálvleik ? og allar fýra ferðirnar fekk Todi Jónsson møguleikan í álopinum.

Ummælið, sum føroyski landsliðsmaðurin fær í donsku fjølmiðlunum, kundi bent á, at í løtuni er tað hann, sum er fremsta evnið til plássið við síðuna av Briani Laudrup.

Todi skoraði fyrra málið, tá FCK spældi 2-2 móti oddaliðnum í bestu deildini í Russlandi (Lars Højer skoraði hitt málið uppá brotsspark), og tá FCK leygardagin vann 2-0 móti RS Croatia, skoraði Henrik Larsen fyrra málið upp á brotsspark í 1. hálvleiki. Brotssparkið varð dømt, tá ein verjuspælari í sambandi við innlegg togaði Toda niður í brotsteiginum.

Týsdagin spældi FCK ein hálvleik móti hesum sama liðnum, og tá var úrslitið málleysur javnleikur.


Avboð til landsliðið

Tá Allan Simonsen, landsliðsvenjari, í síðstu viku kunngjørdi nøvnini á teimum, sum hann ætlaði at hava við á venjingarlegu í Spania, var Todi Jónsson millum teir nítjan spælararnar.

Men nú sigur Todi Jónsson, at hann fer ikki við landsliðnum til Spania:

? Eg havi boðað Allani Simonsen frá, at tað ber mær ikki til at fara. Orsøkin er stutt sagt tann, at eg haldi tað ikki vera ráðiligt at vera burtur frá venjingini í FCK í eina viku. Tað merkir ikki, at mær ikki hevði dámt at vera eina viku saman við vinmonnunum á landsliðnum, men veruleikin er tann, at kappingin her í FCK er so mikið stór, at eg kenni meg noyddan at hanga í hvønn dag.


Tríggjar venjingardystir

Sunnudagin 14. mars fer FCK undir seinnu hálvu av donsku landskappingini. Fyrsti dysturin verður á útivølli móti Brøndby, og tað er sera stórur áhugi fyri stríðnum millum stórfeløgini í høvuðsstaðnum. Øll atgongumerkini eru fyri langari tíð síðani seld, og nú er gjørt av, at dysturin verður beinleiðis sjónvarpaður í TV3.

Todi Jónsson sigur, at tað er ætlanin, at FCK skal fyrireika seg heima í Keypmannahavn, men um tað skuldi hent, at hann legðist við frosti og kava, so kann tað vera, at tað í eini handavend verður gjørt av at fara á venjingarlegu uttanlands.

FCK skal spæla tríggjar venjingardystir tær næstu vikurnar, og teir verða allir móti svenskum liðum, sum búgva hinumegin Oyrasund ? Trelleborg, Malmø og Helsingborg.

Gongdin í hesum trimum dystunum verður avgerandi fyri, hvørjir teir ellivu vera, sum skulu á vøllin í Brøndby um knappar tríggjar vikur, og sum sagt so eru nógvir um boðið.

Í Italia bar uppstillingin boð um, at norðmaðurin Thomas Gill í fyrstu atløgu hevur vunnið stríðið um málmanssessin móti Karim Zaza. Christan Lønstrup verður aftastur, Niclas Jensen og Martin B. Larsen verða vongverjar, og Morten Falch verður annar uppdekkarin. Á miðvøllinum vera Lars Højer og Peter Nielsen, og Carsten Hemmingsen er evni til síðsta plássið, og so eru tað í løtuni tekin í sól og mána um, at Todi Jónsson verður í álopinum saman við Briani Laudrup (heimskendi maðurin fylti 30 ár í gjár).

Men enn er einki endaligt. Tað sita nógvir góðir spælarar á beinkinum og bíða eftir at fáa møguleikan, um tað skuldi borist einum frá vegna skaða, ella tí venjarin ikki heldur hann vera nóg góðan. Nógvir av teimum, sum sita á beinkinum, høvdu ivaleyst farið beinleiðis inn á liðið hjá nógvum av hinum feløgunum í superliguni. Vit kunnu t.d. nevna Thomas Thorninger, David Nielsen, Clement Clifford, Piotr Haren, Michael »Mio« Nielsen, Diego Tur og Henrik Larsen.