Ingeborg Vinther: - Barnið kann hava fleiri nøvn

Hetta sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

- Hóast barnið hevur fleiri nøvn, so er merkingin hin sama, sigur Ingeborg Vinther, sum heldur skipanina við høvuðsavtalum minna um arbeiðsrætt

Vit taka ikki undir við at fáa høvuðsavtalur á arbeiðsmarknaðinum, tí okkum tørvar tær ikki. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava virkað væl uttan høvuðsavtalur, tí er ikki lætt at skilja, at landstýrið nú ætlar at tvinga eina høvuðsavtalu útyvir sín samstarvsfelaga, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

- Eg veit ikki hví vit altíð skulu gera sum hini. Vit mugu minnast til, at vit hava eina arbeiðsmegi uppá 21.000, meðan tá snýr seg óivað um milliónir, um vit tosa um hini Norðurlondini. At Grønland hevur eina høvuðsavtalu skal ein ikki heingja seg í, tí teir arbeiða eftir somu treytum, sum danski arbeiðsmarknaðurin, tí heimastýrið har er so ungt í mun til okkara, so tað kann ikki samanberast, heldur Ingeborg Vinther, ið eisinivísir á, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera friðaligur og tí ikki nýtist eina høvuðsavtalu.


Arbeiðsrættur

- Vit skulu niður við nakkanum, tí koma teir við uppskotinum um høvuðsavtalur, sigur Ingeborg Vinther, sum heldur hetta minna um arbeiðsrætt, tí við í uppskotinum er ein skipan við at geva bøtur.

- Teir hava umformulerað tað so fitt, og rópa tað eina samsýning. Barnið kann hava fleri nøvn, men merkingin er hin sama, sigur Ingeborg Vinther.

Fríggjadagin hittast fakfeløgini, á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, og Ingeborg Vinther vónar, at tey har semjast um, at eingin tekur við høvuðsavtalu, hóast eini 3 feløg longu eru gingin undir slíkar avtalur.

- Her mugu øll standa saman, tí hetta er so grundleggjandi og rakar bæði almennt og privat, sigur Ingeborg Vinther í stuttari viðmerking.