Hvussu alt er, so standa tvey ting eftir, sum ikki eru endurgivin í fult mát og tí kunnu skapa iva. Tað eru citatini frá Skipanarnevndini, sum partvíst eru endurgivin sum stuðul til uppskotið hjá Landsstýrinum. Eg skal her taka tey fram og gera viðmerkingar til hvørt einstakt.
Sagt verður í viðmerkingunum frá Landsstýrinum, at Fiskimálastýrið hevur biðið Skipanarnevndina siga sína hugsan um økta umsetiligheit. Skipanarnevndin svarar aftur, at hon sær ikki nakað skeivt í tí, um tað er innan fyri teir karmar, sum løgtingið ásetur. Og teir karmarnir vóru bólkamarkini tá hesar reglurnar vóru skrivaðar. Altso eingin trafikkur millum ein útróðarbát og eitt línuskip. Eitt stállínuskip kann ongantíð blíva eitt útróðrarfar. Ikki uttan tað fær línu sína arbeidda í landi, soleiðis sum lógin um inntøkutrygd fyri fiskimenn ásetur munin millum útróður og ísfiskaveiðu.
Fiskimálastýrið heitti eisini á Skipanarnevndina um at gera viðmerkingar til ynskið um at kunna umseta fiskidagar millum bólk 3 og bólk 4B!.... Siga viðmerkingarnar, og hetta var tað sum løgtingsmenn kundu lesa.
Tað er ikki allur sannleikin. Fiskimálastýrið spurdi um:
?dagar skulu kunnu keypast og seljast millum t.d. línuskip og størri útróðrarbátar, sum hava drift sum líkist nógv (t.v.s. reka ísfiskaveiði).
Skipanarnevndin svarar, at út frá almennum tankum er hetta gjørligt (er við í viðmerkingunum), men at hugsast skal um útróðurin (er ikki við í viðmerkingunum). Landsstýrið endurgevur spurningin skeivt og tekur bert ein parrt av svarinum hjá Skipanarnevndini við.
Sum eitt kuriosum kann nevnast at tá Skipanarnevndin var biðin um at gera umrokningsfaktor, var tað við grein 14 stk 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap í huga. Henda greinin sigur, at tá tríggir mánaðir eru eftir av fiskiárinum, kunnu dagar umsetast millum bólkar.
Eg haldi ikki, at løgtingsmenn kunnu lastast fyri, at teir ikki hava týtt signalini frá landsstýrinum. Tilfarið, teir hava fingið, hevur verið meira kámt, ella fyri at siga tað við orðinum hjá einum fyrrverandi landsstýrismanni í fiskivinnumálum:
? Besti mátin at fáa nakað ígjøgnum uppá er at balla tað inn saman við einari rúgvu av líkagyldigum uppskotum uppundir eina tronga tíðarfreist, soleiðis er politikkur tá hann er bestur.
Chris Jan Michelsen
Meginfelag Útróðrarmanna










