Jákup Dam: Vit spældu sera skilagott

Hondbóltur: - Vit gjørdu ongar feilir og blivu tí heldur ikki revsaðir, sigur Jákup Dam hjá KÍF um stórsigurin á H71 sunnudagin

Hóast tað undan dystinum millum KÍF og H71 sunnudagin vóru 11 stig á muni millum liðini ? H71 var næstovast og KÍF næstniðast ? hava teir í KÍF havt sera gott tak á hoyvíkingum. Tann fyrsta dystin í kappingini, sum varð spældur í Havn, vunnu kollfirðingar við einum máli, og tann næsti, sum var í Vestmanna, endaði við javnleiki, men har hevði eingin talað at, um KÍF hevði vunnið. Triðja dystin í Havn vann H71 tó rímiliga trygt.

Fjórðu og seinastu ferð liðini møttust í landskappingini, var sunnudagin, og her var eingin ivi: KÍF vann so trygt sum 35-21.

Jákup Dam hevur verið við í øllum trimum dystunum, og hann heldur, at ein av fremstu orsøkunum til, at tað gongur so væl hjá kollfirðingum móti H71, hóast teir á stigatalvuni eru langt aftanfyri hoyvíkingar, er, at liðið hjá H71 er rímiliga lætt at »pilka niður«, sum hann sigur.

? Tað er serliga ein spælari, Hans Guðmundsson, sum er dominerandi á liðnum hjá H71, og við at taka hann úr spælinum verður tað lættari enn móti t.d. Kyndli, har tað ikki ber so væl til at taka ein spælara burturúr, tí teirra lið hevur størri breidd, sigur Jákup Dam.

? Vit mansvardu Hans Guðmundsson allan dystin, og eg helt tað eisini vera eitt sindur løgið, at hann skuldi vera so passivur. Tað gjørdi tað nógv lættari hjá okkum, og tað var eisini sum um hinir á H71-liðnum ikki rættiliga høvdu nøkur ráð fyri, hvat skuldi gerast, tá Hans ikki var við í spælinum, sigur Jákup, sum er ein av fleiri veteranum á KÍF-liðnum.

? Tá vit hava mansvart Hans Guðmundsson, hevur tað sum oftast verið Finnur Hansson, sum hevur givið okkum trupulleikar, men so varð ikki hesaferð. Hann hevur verið skaddur, og teir vóru jú eisini nokkso skerdir, sigur hann.

Jákup Dam sigur annars, at vónirnar undan dystinum ikki vóru heilt so stórar, tí tríggir av teirra spælarum vóru upptiknir av fótbólti sunnudagin og tí ikki vóru við.

? Hóast tað gekk so væl, sum tað gjørdi, merkir tað ikki, at tað ikki er ein stórur missur hjá okkum, tí tað er tað. Men vit spældu sera skilagott. Vit gjørdu ongar feilir og blivu tí heldur ikki revsaðir. Eg haldi neyvan, at H71 hevði nakað kontraálop í øllum dystunum, meðan vit høvdu fleiri, sum eisini góvu mál.


Leingjast eftir høllini

Bæði KÍF og H71 eru í tí støðu, at hesi bæði feløgini ikki hava nakra veruliga høll at venja í. Meðan H71 ofta venur í fimleikarhøllini í Hoyvíkar Skúla, noyðast teir í KÍF at fara til Vestmanna at venja. Fyrr høvdu teir høllina á Skála sum »heimavøll«, men av praktiskum orsøkum er hesin nú fluttur til Vestmanna, sum jú er nakað nærri Kollafirði enn Skála er.

Tað verður framvegis arbeitt við at gera eina spildurnýggja ítróttarhøll við skúlan í Kollafirði, og tað gleða kollfirðingar seg til. Jákup Dam sigur, at miðalaldurin á 1. deildarliðnum hjá teimum er alt ov høgur, sum nú er. KÍF hevur eitt gott lið hjá dreingjum 16 ár, men teir eru enn eitt sindur ov ungir til 1. deildarhondbólt. Millum teir og núverandi 1. deildarliðið er eitt glopp, og hetta kemst av, at nógvir av teimum ungu eru givnir, m.a. tí at tað hevur verið so óhøgligt at ferðast til Skála og nú Vestmanna. Í Kollafirði vóna tey, at hetta broytist, tá høllin kemur.

? Tað hevur annars verið eitt sindur stuttligari í ár, ikki minst tí tað hava verið nógv fólk til so at siga allar dystirnar, og tí tað sum heild verður gjørt meira burturúr kappingini, sigur Jákup Dam.

? Nú hava vit og Tjaldrið verið eitt sindur aftanfyri hini, men eg ivist ikki í, at tað serliga hjá hinum liðunum hevur verið stuttligari, nú tað hevur verið so javnt.