Har ein skriða er lopin er onnur væntandi!

Her verður hugsað um nógv umrødda Fröyanes. Vit eru mong, ið væntaðu annað úrslit. At hava gjørt ein so stóran brølara og eingin vilji er at rætta hann, tað er sera óhugnaligt fyri tey, sum enn eru eftir við hugburðinum at gera tað besta fyri landið.

Her verður hugsað um nógv umrødda Fröyanes. Vit eru mong, ið væntaðu annað úrslit. At hava gjørt ein so stóran brølara og eingin vilji er at rætta hann, tað er sera óhugnaligt fyri tey, sum enn eru eftir við hugburðinum at gera tað besta fyri landið.

Men kanska er ikki annað at vænta frá hasum báðum, fiskimálaráðharranum og Óla Breckmann, við so lítlum innliti í fiskiveiðu. At eg, við mínum 56 fót báti skal liggja inni á Djúpunum og draga línu, síð um síð við Fröyanes, er í teirra heimi skilagott. Eitt vil eg vissa tykkum um, og at um ikki væl verður gingið um tað, sum kemur niðaneftir, tí tað er tað, sum er munagott, so kann skjótt gerast berligt.

Tað er alla æru vert, at fiskimálaráðharrin vil halda landsins lógir, tøkk fái hann fyri tað. Men tá ið ein lóg er burtur úr vón og viti, so eigur hon at broytast og var tað júst tað, ið átti at verið gjørt. Mangt broytist á mansins ævi, men at eg sum havi sæð Djúpini alla mína tíð, skuldi uppliva at síggja stór línuskip draga línu júst her, hevði eg ikki trúð. Jú, sanniliga »uhyggen breder sig«.

Ein innilig áheitan á landsins kosnu menn um at fara meira álvarsamt til verka. Tí, sum áðurnevnt, tað sum niðaneftir kemur, er viðkomandi fyri hvønn einasta føroying, so ella so. So tit eiga at taka í fullum álvara tað, sum er litið upp í hendur tykkara. Við hesari gongd verður skjótt alranna hugsan, at »tá tað frægasta er ringast, hvussu skal so vera«?

Beinrakni John Mogensen segði:

»Hvad tænker de på

Christiansborg

når de tænker,

hvis de tænker«!


Leivur Eidesgaard

Oyndarfirði