longu er byrjað í Føroyum, uttan at nakar veit av tí. Í sambandi við arvagranskingina, hevur Helena Dam á Neystabø nevniliga biðið um 180.000 krónur í løn til ein biokemikara í seks mánaðir í 1998, hóast tað [...] skrivara í tríggjar mánaðir í ár. Skrivarin skal hava 60.000 krónur í løn í ár, ættargranskarin og hagfrøðingurin 75.000 krónur. Afturat tí verður biðið um 100.000 krónur til teldur og telduútbúnað í ár Tilsamans [...] hjá landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, um at fara undir arvagransking í Føroyum. Ein av fremstu tingmonnunum hjá samgonguni, sjálvur formaðurin í størsta samgonguflokkinum
komin at taka støðu til, hvønn leiklut SEV skal hava í framtíðar oljuvinnu í Føroyum?, hetta vísandi til at SEV í veruleikanum er eitt orkufelag í víðari merking. Eg havi áður hildið hendan spurning verið [...] oktober. Á ársfundinum í 1997 varð roknað við einum úrsliti í 1997 uppá góðar 21 mió., men gjørdist hetta stívliga 5 mió. meira. Hetta hóast avgjørt varð at lækka prísirnar við 6 oyrum í 1997. So SEV hevði [...] til rakstrarætlaninar fyri í ár og komandi ár. Fyri einum ári síðan varð roknað við einum úrsliti í 1998 uppá smáar 20 mió, hóast avgjørt varð at lækka elprísirnar við 3 oyrum. Í dag verður væntað, at úrslitið
havt kjak um hetta í Føroyum og ikki fyrr enn júst nú eru tað kanska fleiri føroyingar ið vita, at hetta gongur fyri seg, sigur Kristian Magnussen. Hann sigur somuleiðis, at eisini í Íslandi hoyrast røddir [...] Magnussen. Ikki nøktandi - Okkum væntar nøktandi etiskt, løgfrøðisligt og skrásetingarligt grundarlag í Føroyum. Tað er av alstórum týdningi, at vit hava tað løgfrøðisliga upp á pláss og somuleiðis alt viðvíkjandi [...] sigur, at heldur ikki í Íslandi eru fólk heilt klár yvir avleiðingar og at kjakið eisini har væntar, so fólk fáa at vita, hvat gongur fyri seg. Granskarar ávara - Granskarar runt um í heiminum ávara nú eisini
hugsan, vóru stjórin í Føroya Fiskasølu, stjórin í Landsbankanum, stjórin í Arbeiðsgevarafelagnum og annars stjórin í Føroya Banka. Allir vóru teir samdir um, at tað tænir Føroyum best, at fylgja danska [...] danir velja hann. Tað vildi geva okkum í Føroyum allar teir fyrimunir sum hugsast kunnu. Tað vildi gera tað lættari at handla við ES, sum eftir tí sum stjórin í Fiskasøluni segði, keypir yvir 80 prosent [...] frá, at tað sum sagt verður í eini slíkari sending er tað sum er rætt. Men út frá tí sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði, so er lítið, fyri ikki at siga einki tosað í landsstýrissamgonguni um nakað
aðrastaðni kring heimin, og nú fáa so allir føroyingar høvi at halda tað. Í hesum døgum verður eitt blað borið í hvørt hús í Føroyum, har fólk fáa møguleikan at tekna seg sum haldarar. Tað kostar 240 krónur [...] Tað er føroyska kunningarstovan FØR-DAN í Danmark, sum gevur blaðið út. Færøerne kemur út á donskum og er í fyrsta umfari ætlað at kunna fólk í hinum Norðurlondunum um Føroyar og føroysk viðurskifti. Hetta [...] samgonguni, og Jens Erik Magnussen, undirstjóri í Landsbankanum skrivar um landsstýrisins obligatiónir á børsinum í Keypmannahavn. Eisini til Føroya Færøerne verður í dag lisið víða um Norðurlond umframt aðrastaðni
hondbólt og fótbólt. So í so máta er einki forgjørt í, at Tjaldur nú er komið upp at standa. Felagið byrjar longu í dag við fleiri dystum í ungdómsdeildunum. Í morgin skal 1. manslið so í eldin. Tað verður á [...] hondbóltin, men hetta er í roynd og veru rættiliga vanligt í Føroyum. Vit kunnu nevna Kyndil, Neistan, H71, VÍF, StÍF, Stjørnuna og Søljuna. Í løtuni eru tað bert VB og GÍ/NSÍ í 1. deild hjá monnum og kvinnum [...] rættiliga stórur áhugi fyri hondbólti í Runavíkar kommunu, ikki minst millum tey yngru. ? Vit hava tvey lið við í dreingir 12 ár, tvey í dreingir 14 ár og eitt í dreingir 16 ár. Vit hava ikki meldað nakað
Veðrið í dag og sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk at byrja við av útnyrðingi, sunnudagin snarar hann í landnyrðing. Ælingur, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 3 og 6 stig. Veðrið [...] Veðrið mánadagin, týsdagin og mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk, at byrja við av landnyrðingi, seinni útnyrðingi. At byrja við ælingur, møguliga heglingsælingur, seinni onkrir sólglottar. Hitin millum 1 og [...] eystureftir. Ein hátrýstryggur frá Grønlandi yvir Grønlandsfjørðinum til Svalbard, fer suðureftir móti Føroyum. Seinni fer eitt lágtrýst yvir Barentshavinum móti Lofoten.
Raðfesting Í greinum, samrøðum og hugleiðingum hevur landsbókavørðurin líka síðani fyrst í áttatiárunum gjørt vart við avleiðingarnar av, at vit ongan mentapolitikk hava í Føroyum. Tá landsstýrismaðurin í mentamálum [...] koma sjey góð ár, stendur í Halgubók. Og tað er ymiskt, ið bendir á, at nøkur góð ár eru í væntu. Í fíggjarlógini næsta ár fær bókasavnsverkið slaka millión krónur afturat í játtan. Hóast bókasavnsverkið [...] skorið inn á bein í kreppuárunum, og játtanin til stovnin í dag bert er triðingurin av tí, hon var síðst í áttatiárunum, hevur bókasavnsverkið hesi rakárini megnað at flutt seg inn í telduøldina. Størstu
stórar vónir til eina komandi oljuvinnu í Føroyum og arbeiðir út frá, at føroyingarnir í fyritøkuni gerast ein vinningur fyri felagið. - Dong hevur valt at taka fólk í læru, tað vil siga sum trainee, og tað [...] arbeiðið á plattforminum er í mun til tað Dong hevur sett sær fyri. Hevur Dong til dømis sett sær sum mál at endurvinna ella minka um nøgdirnar av burturkasti í ár í mun til í fjør, skulu vit hyggja eftir [...] plattforminum í Norðsjónum. Í hesum sambandi skal hon til Noregs at kunna seg um, hvørji krøv norðmenn seta til sínar plattformar. - Um tvær vikur skal eg út á plattformin, í fyrsta umfari í tríggjar dagar
búskaparfrøðingur og serkøn í føroyskum viðurskiftum heldur, at tað bert ber til at samanbera ferðavinnuna í báðum londum í tann mun, at hesi eru í ferð við at fáa eina ferðafólkavinnu í gongd. - Føroyar og Grønland [...] ársverk í vinnuni, og hvørt ferðafólk brúkar ikki í nær námind so nógvar pengar sum Grønlendska Ferðaráðið vil vera við. Í ovfarakæti hevur Greenland Tourism mett, at 61.000 ferðafólk fara at vitja í Grønlandi [...] byggja á gitingar og dreymar heldur enn veruleikan. Kunnu vit samanbera? Í samrøðu í blaðnum í farnu viku vísti Annika W. Joensen, stjóri í Ferðaráð Føroya á, at tað ikki ber til at samanbera føroyska og grønlendska