Tað lekur millum teori og praksis

- Bókasavnsverkið er dømi um, at lógir, framasøkjandi ella ikki, verða settar í verk uttan at myndugleikarnir játta neyðugu pengarnar. Sama kann henda við orðaða mentapolitikkinum, sum er so nógv eftirlýstur.

- Tíbetur hava vit altíð átt listafólk, sum ikki síggja alt í krónum og oyrum, spurningurin er bara, hvussu leingi tey kunnu blíva við. Tí - og bara tí - kann man siga, at tað grør um gangandi fót. Og ikki tí, at tað frá politiskari síðu hevur verið mett so umráðandi, at fólk arbeiða við list og mentan, sigur Martin Næs, rithøvundur og landsbókavørður í viðtali. Hósdagin verður Føroya Landsbókasavn 170 ár.

Eitt bókasavn, sum ikki fylgir við í menningini, er ikki vert at brúka pengar uppá. Hetta eru boðini frá Martini Næs, landsbókavørði, í seinastu ársfrágreiðingini hjá Føroya Landsbókasavni eftir sjey rakár.

Eftir sjey rakár koma sjey góð ár, stendur í Halgubók. Og tað er ymiskt, ið bendir á, at nøkur góð ár eru í væntu. Í fíggjarlógini næsta ár fær bókasavnsverkið slaka millión krónur afturat í játtan. Hóast bókasavnsverkið hevur verið skorið inn á bein í kreppuárunum, og játtanin til stovnin í dag bert er triðingurin av tí, hon var síðst í áttatiárunum, hevur bókasavnsverkið hesi rakárini megnað at flutt seg inn í telduøldina.

Størstu avbjóðingarnar hjá bókasavnsverkinum við endan á hesi og í byrjanini av næstu øld er at fáa lógina um megin-, fólka- og skúlabókasøvn at virka.

- Vit høvdu júst fingið hesa bókasavnslógina, ið føroyskir politikarar høvdu samtykt, tá ið vit rendu okkum í kreppuna. Øll kreppuárini livdu vit við henni uttan at klára at fylgja henni upp. Hon er nú 10 ára gomul og neyðugt verður at gera nakrar broytingar í henni, men grundtankin í henni er í lagi, sigur Martin Næs.


Øll atgongd til bókasavn

Grundtankin í hesi lógini frá 1988 er at sameina fólka- og skúlabókasøvn og hava eina skipan, sum røkkur um alt landið, soleiðis at allir borgarar eru líka fyri.

- Vit hava biðið um pengar til at fáa lógina setta í verk, men tað hevur ikki borið til. Nýggja fólkaskúlalógin sigur eisini, at skúlarnir skulu hava bókasøvn, men tað hava vit heldur ikki ráð til. At vit í fíggjarlógini næsta ár fáa slaka millión krónur meiri í játtan er fínt, men tað er alt ov lítið. Men vit kunnu gleðast um, at fíggjarlógaruppskotið gevur ábendingar um, at vit fáa størri játtan so við og við, sigur Martin Næs.

- Lógin frá 1988 hevði uttan iva verðið fylgt um vit ikki fingu rakárini fyrst í nítiárunum. Eg havi ofta hesi árini fingið at vita, at skal man spara, má man spara á bókasavnsøkinum. Hugburðurin er, at hetta kann bíða, men eg haldi ikki, at tað kann bíða. Skulu børn hava rættiligt gagn av at ganga í skúla skulu tey hava eitt bókasavn at fara inn á uttan mun til hvar í landinum tey eru, sigur Martin Næs.


Hart spent fyri

At lógin um megin-, fólka- og skúlabókasøvn ikki virkar eftir ætlan førir við sær, at bókasøvnini, serliga Landsbókasavnið og Býarbókasavnið í Havn, eru hart spent fyri.

- Vit royna at geva borgaranum uttan fyri hetta økið so góða tænastu sum til ber, men sjálvandi merkir hann eisini, at vit eru hart spent. Varð lógin fylgd áttu allir borgarar at havt møguleika fyri at koma á staðið at velja bøkur sjálvir. Men veruleikin er tann, at bara bókasøvnini á teim størru plássunum hava opið hvønn dag, tey smáu hava bara opið nakrar fáar tímar um vikuna, og tað er ikki nóg gott, sigur Martin Næs.

Ein máti at røkka út til so nógvar brúkarar sum til ber er mobil bókasavnstænasta. Hetta royndi Landsbókasavnið í átta ár við einum bókabussi við sera góðum royndum, men av fíggjarávum var henda tænastan løgd niður í 1993. Tað snýr seg ikki um tær stóru íløgurnar at fáa hesa tænastuna í verk aftur. Nýggjur bussur má útvegast, hann kostar um 2 mill. krónur og raksturin kostar millum hálva og eina mill. krónur um árið.

- Vit hava ikki slept vónunum um at fáa ein bókabuss aftur. Tað stendur frammalaga í raðfestingini og var eitt av ynskjunum hjá okkum til játtanina næsta ár, sigur Martin Næs.


Miðnámsskúlarnir gloymdir

Føroya Landsbókasavn arbeiðir eftir trimum ymiskum lógum. Lógini fyri Landsbókasavnið frá 1952, lógini um fólka-, skúla- og meginbókasøvn frá 1988, og fólkaskúlalógini frá 1997, sum krevur bókasavn á hvørjum skúla. Og tað skert ikki burtur, at lógirnar grípa inn í hvørja aðra uttan tó at nøkur teirra nemur við ein tann størsta brúkarabólkin hjá bókasøvnunum.

- Miðnámsskúlarnir verða ikki nevndir í nakrari lóg og tað er eitt ordiliga glopp. Tað má vera ótolandi at arbeiða á einum miðnámsskúla og ikki hava eitt vælvirkandi bókasavn. Vit merkja hvønn dag allan dagin høpileysu støðuna hjá skúlunum, ið einki bókasavn hava. Í øllum førum átti ein grundstovnur av bókum verið á skúlunum.

- Í mentanarálitinum Avmarkaðum marknaði verður sagt, at tað er neyðugt at endurskoða alt lógarverkið, sum nemur við bókasavnsverkið, og antin gera lógirnar soleiðis, at tær passa til hvørja aðra ella gera eina lóg, sum nemur alt økið. Tað nyttar einki at hava eina lóg sum er so góð, so góð, men sum ikki virkar í verki, sigur Martin Næs.

- Samfelagið setir eisini krøv. Útbúgvingar verða settar á stovn, nýggjar vinnur koma, granskingin, ið kemur í kjalarvørrinum á Granskingarráðnum, og í øllum hesum er eitt gott bókasavnsverk eitt neyðugt amboð.


Nógvar framtíðar brúkarar

Nýtslan av bókasøvnunum veksur alla tíðina, men hon er broytt nógv síðani kunningartøkni kom inn í myndina.

- Brúkararnir krevja meiri av okkum nú og fyrispurningarnir kunnu vera rættiliga sniðfundigir og fløktir. Teir skulu helst hava fyrispurningarnar svaraðar her og nú, men tað er ikki altíð, at teir eru so skjótir at loysa. Og enn er alt á savninum ikki skrásett. Tí kann tað taka tíð at svara einum fyrispurningi, sigur Martin Næs.

- Teir yngru brúkararnir, tað vil siga skúlanæmingar, brúka bókasavnið meiri professiónelt í dag enn fyrr. Tað kemst av, at nógvir av lærarunum hjá teimum hava brúkt bókasavnið nógv í teirra útbúgving. Og tað smittar av á frálæruna. Ættarliðið av lærarum, sum hevur tikið við á miðnámsskúlunum, eru vanir at brúka bókasøvn sum skrivstovu ella laboratorium. So kunnu vit ímynda okkum, at vit eiga nógvar framtíðar brúkarar, sigur Martin Næs.


Stórt tak

Bókasavnsmálið varð yvirtikið sum føroyskt sermál við heimastýrislógini. Føroya Landsbókasavn - Færøernes Amts Bibliotek - varð stovnað 5. nov. í 1828 eftir áheitan frá bókavinum og vælvildarfólki. Tá búðu 6000 fólk í Føroyum og bara tvær bøkur vóru til á føroyskum. Hósdagin komandi eru sostatt 170 ár liðin síðani stovningardagin.

- Tað hevur verið eitt ódnartak tá í 1828 at seta eitt bókasavn á stovn. Men eg rokni við, at takið hevur ikki verið minni 100 ár seinni, tá ið bókasavnshúsini vórðu bygd á Debesartrøð, har Oljufyrisitingin nú hevur innivist. Tað lá so einsamalt leingi og hevur eftir øllum at døma virkað dominerandi í býarmyndini. Tá settu fólk sær eisini høg mál og tað eydnaðist.

- Ein orsøk til, at Landsbókasavnið varð sett á stovn fyrst í farnu øld var, at embætismenninir saknaðu at hava okkurt at lesa. Teir høvdu samband við fólk aðra staðni, sum hava savnað bøkur og tær fyrstu bøkurnar á savninum vórðu latnar sum gávur. Tað eg veit, tóku fólk væl undir við at bókasavn varð sett á stovn, sigur Martin Næs.


Raðfesting

Í greinum, samrøðum og hugleiðingum hevur landsbókavørðurin líka síðani fyrst í áttatiárunum gjørt vart við avleiðingarnar av, at vit ongan mentapolitikk hava í Føroyum. Tá landsstýrismaðurin í mentamálum í 1995 setti nevnd at gera mentanarálit, var Martin Næs ein av teim fimm, ið komu í hesa nevndina.

Í greinasavninum Hvør eigur flaggknappin hugleiðir hann um føroyskan mentapolitikk og rekur fleiri staðni upp undir, at føroyingar hava ilt við at gera íløgur í royndir. Alt gongur so snórabeint í Føroyum og her er ikki pláss fyri tilvildarligum hendingum.

- Alt hevur nakað við raðfesting at gera. Mentanarálitið varð skrivað við stórum áhuga, men vit fingu greitt at vita, at tað mátti ikki kosta nakað. Vit fingu ongan løntan skrivara og arbeiðið skuldi gerast í arbeiðstíðini hjá okkum. Álitið Avmarkaður marknaður spurdist burtur úr og tað sum tað kostaði var kostnaðurin av prentingini. At tað varð givið út var gott, tí so endaði tað ikki í eini skuffu.

- Um somu tíð var ein onnur nevnd sett, hesa ferð at orða eitt álit um nýggjan kommunubygnað. Henda nevndin hevur havt 55 fundir, havt ein løntan skrivara, og verið á uttanlandsferðum og kunna seg um viðurskifti aðra staðni. Alt hetta her átti verið heilt óneyðugt. Munurin, ið verður gjørdur her, sigur ikki so lítið um raðfestingina. Harvið ikki sagt, at mær ikki dámar kommunuálitið, tí tað geri eg. Tað leggur upp til, at landið verður býtt upp í sjey øki, eins og bókasavnslógin frá 1988. Sambært kommunuálitið hevur henda bókasavnslógin ikki kunnað verið sett í verk, tí hon er ov framasøkin, tað vil siga ambisjøs. Og tað taki eg sum eitt herðaklapp - hóast tað ikki er ætlað sum eitt -, tí setir man sær ikki nøkur mál kann man tað sama pakka saman. Tað ger ikki petti, at vit seta nøkur mál, sum eru høg at røkka.

- Hinvegin dugi eg ikki rættiliga at skilja, hví kommunubólkurin sigur, at fólkabókasavnstænastan eigur at vera ein kommunal uppgáva og samskipað við skúlabókasavnstænastuna. Tað er løgið, at slíkt verður skrivað í eitt álit uttan at kommunubólkurin hevur sett seg í samband við okkum, og spurt hvørjar royndir vit hava. Kommunubólkurin hevur ferðast Norðurlond runt, men tey hava ikki givið sær stundir at hoppa tvørtur um garðarnar í Føroyum og spyrja seg fyri.

- Og hvat siga kommunurnar til, at fólkabókasøvnini skulu vera kommunal. Tað verður tungt at reka bókasøvn um tey skulu rindast 100% úr kommunukassanum. Sum er fer alt fyrireikingararbeiðið á ymsu skúlabókasøvnunum fram á Landsbókasavninum og á Býarbókasavninum, og tað er stórarbeiði. Her er ikki rættiligt samsvar, sigur Martin Næs.


Tann seinasta

Fíggjarlógin, sum nú verður samtykt, er tann seinasta fíggjarlógin áðrenn vit fáa ein orðaðan mentapolitikk. Og hóast tað verður sagt í viðmerkingum í fíggjarlógaruppskotinum, at hækkingin eitt nú til bókasavnsverkið er liður í mentanarpolitisku raðfestingini er ilt at fáa eyga á henda góðan viljan.

- Tað hava ljóðað tey boð, at vit fáa ein orðaðan mentapolitikk ár 2000. Eg skilji ikki, hví vit ikki kunnu orða hann um eina viku. Vit hava havt mentanarálitið nú í tvey ár og við tí, sum er hent síðani hava vit nóg mikið at arbeiða út frá. Hava vit ein vilja kunnu vit seta okkum mánadagin at orða ein mentapolitikk. Hesum viðvíkjandi havi eg hug at sitera ársins slagara: Gev mær ketjupp í eitt hjørn. Tað er har mentanin altíð fer, hon verður kroyst út í eitt horn.

- Hækkingin er varin og lítil. Tað er okkurt sum týðir uppá, at hetta eru føgur orð og ikki nógv meiri enn tað. Vit kunnu taka bókasavnslógina sum dømi. Hon hevur verið í gildi síðani 1988, men tað einasta vit hava hoyrt um hana hesi árini er, at hon er ov framasøkin. Vit hava gjørt nógvar royndir at fáa myndugleikarnar at fáa eyguni upp fyri tí neyðturviliga í, at lógin sleppur at virka, men tað hevur gingið ótrúliga tungt. Tí eri eg eitt sindur bangin fyri, at ein orðaður mentapolitikkur bert verður eitt eiti. Og tað er vandamikið.

Hví rúmar okkara tilvit ikki, at vit gera íløgur í óvissuna?

- Eg veit ikki hví. Í Íslandi duga tey at vága og har satsa tey uppá mentanina. Í seinastuni hevur so nógv verið tosað um ta íslendsku fyrimyndina, men eg loyvi mær at ivast í, hvussu nógv vit kenna til hana. Vit hava eitt sjónvarp sum sendir tíðindasendingina Grannar okkara hvørt leygarkvøld, men har er aldri eitt brot úr Íslandi við, og tað átti at verið nóg mikið til at tikið alla sendingina upp til endurskoðan. Vit eiga eitt útvarp, sum ikki hevur sent eina yrking í fleiri ár. Tað er okkurt galið við mentapolitikkinum, soleiðis sum vit praktisera hann. Ert tað ov dýrt, átti ein sending hjá Elisi okkurt árið verðið tikin av skránni og so í staðin verðið send ein sending við yrkingum triðja hvønn mánaða. At vit ikki hava hoyrt eina yrking í útvarpinum í 5-10 ár kann ikki forsvarast.

- Allur føroyski tíðindaheimurin forsømir mentanina. Tað kann vera, at onkur glotti hómast av og á, men so køvir aftur av. Báðir loftmiðlarnir vanta fólk, sum taka sær av mentanini burturav, tað vil siga fólk, sum leggja mentasendingarnar til rættis og gera av, hvat skal sendast. Sum er er tað ógvuliga tilvildarligt. Og nýggjur skaldskapur fær als ikki rúm, sigur Martin Næs.


Tilvildin ræður

Hví tað kortini grør um gangandi fót á listarliga økinum, tá ið støðan er sum hon er, sigur Martin Næs.

- Á umsitingarliga økinum hava vit altíð havt lyndi til at kroysta mentanina út í ein krók - vit kunnu bara taka bókasavnslógina frá 1988 sum eitt dømi -, hon er samtykt av Føroya Løgtingi, men at fáa sama løgting at játta henni pening at virka fyri, tað er og hevur verið ómetaliga torført. Men tíbetur hava vit altíð átt listafólk, sum ikki síggja alt í krónum og oyrum, spurningurin er bara, hvussu leingi tey kunnu blíva við við tí. Tí - og bara tí - kann man siga, at tað grør um gangandi fót. Og ikki tí at tað frá politiskari síðu hevur verið mett so umráðandi, at fólk arbeiða við list og mentan. Als ikki! Tak íslendingar, teir eru stoltir av sínari list og mentan. Teir stuðla og eggja sínum egnu - ikki bara við pengum, men eisini við pengum.

- Skal tað almenna játta pengar so skal tað hava okkurt við fisk at gera. Nútíðarmenningin er komin til Føroya, men ikki til tey sum seta saman fíggjarlógina, í hvussu so er ikki, tá ið tað snýr seg um at játta pengar til list, mentan og bókmentir. Eg havi kortini vónir um, at politikarar um sita fyrsta ella næsta valskeið hava størri fatan og virðing fyri mentanini enn teir gomlu politikararnir, ið mest sum bara hugsa um havnir og vegir. Vit eru á veg við at ríva okkum leys frá tí, hóast tað ikki sæst aftur í fíggjarlógaruppskotinum. Um tað bragdar í teim nýggju politikarunum fáa vit svar uppá, tá ið vit fáa ein orðaðan mentapolitikk.

- Nú við endan á kreppuni hava vit fingið eitt granskingarráð, sum fær bæði føroyskar og útlendskar pengar at arbeiða við. Eitt sindur hevur verið kjakast aftur og fram um tað, men eftir øllum at døma hevur tað gingið lætt at fáa ígjøgnum. Men tað sum eingin hugsar um er, at vit skulu hava nakrar stovnar og funksjónir í lagi fyri at kunna taka ímóti granskarunum. Her er einki samsvar millum teori og praksis, alt ov tilvildarligt, og tað er skuffandi í 1998 at uppliva, sigur Martin Næs.