- Vit eru ikki ímóti gransking, men vit mugu byrja rætt

- Okkum vantar etiskt, løgfrøðiligt og skrásetingarligt grundarlag. Hetta sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins, um uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø um arvagransking. Hann metir somuleiðis, at ikki er rætt at byrja slíka ætlan við tveimum reglum í eini eykajáttanarlóg

Dagfinn Olsen


Kristian Magnussen var millum fyrstu løgtingslimirnar, ið byrjaðu at seta spurnartekin við uppskotið hjá Helenu Dam á Neystabø, landstýriskvinnu, um arvagransking. Tað undraði hann, at lítið og einki fekst at vita um uppskotið. Eisini undraði tað hann, at tá heitt varð á fíggjarnevndina um upplýsingar, gekk illa at fáa nakað at vita.

Hann metti ikki at, tað løtingsmenn fingu at vita, var nøktandi. Sum leikmaður á økinum vildi Kristian Magnussen fegin hava meira at vita og nú byrjaðu eisini fólk í løgtinginum, ið kunnu metast sum fakfólk, at gerast meira forvitin.


Ikki ímóti gransking

Kristian Magnussen leggur dent á, at hann er ikki ímóti gransking.

- Men málið vendir ikki rætt, fyri at siga tað soleiðis. Tað er ikki rætti mátin at byrja slíka ætlan við eini eykajáttanarlóg. Heldur ikki er nøktandi, at tað gongst so strilti at fáa nakað at vita í málinum, tað er, sum verður roynt at gera málið til okkurt smávegis, sigur Kristian Magnussen, ið ikki heldur, at hetta at játta nakrar hundrað túsund krónur nú er nakað smávegis, tí hetta kemur at krevja milliónir á komandi fíggjarlóg.

- Tað er ikki rætt og nøktandi, at ein einans fær at vita í løgtinginum, at samráðingar eru um útflutning av føroyskum granskingartilfari við eina íslendska privatfyritøku, sum nú enntá arbeiðir við at fáa einarætt uppá alt tað íslendska tilfarið innan arvagransking, metir Kristian Magnussen.


Ikki nøktandi

- Okkum væntar nøktandi etiskt, løgfrøðisligt og skrásetingarligt grundarlag í Føroyum. Tað er av alstórum týdningi, at vit hava tað løgfrøðisliga upp á pláss og somuleiðis alt viðvíkjandi skráseting, heldur Kristian Magnussen.

- Vit hava yvirhøvur ikki havt kjak um hetta í Føroyum og ikki fyrr enn júst nú eru tað kanska fleiri føroyingar ið vita, at hetta gongur fyri seg, sigur Kristian Magnussen.

Hann sigur somuleiðis, at eisini í Íslandi hoyrast røddir, ið eru varnar, nú íslendska fyritøkan ætlar at skráseta alt Ísland. Kristian Magnussen sigur, at heldur ikki í Íslandi eru fólk heilt klár yvir avleiðingar og at kjakið eisini har væntar, so fólk fáa at vita, hvat gongur fyri seg.


Granskarar ávara

- Granskarar runt um í heiminum ávara nú eisini ímóti tí, ið er við at henda í Íslandi, nú ætlanir eru frammi um at skráseta alt íslendska fólkð. Hetta hevur nøkur óhugnalig perspektiv í sær, sum ein næstan bert kennir frá ræðufilmum, sigur Kristian Magnussen

- Sjálvsagt er ætlanin at lekja fólk, men spurningarnir eru so øgiliga nógvir, ið stinga seg upp, sigur Kristian Magnussen.

Spurdur um tað t.d. ikki kann blíva dýrt at tekna eina lívstrygging, tá tað kanska er møguligt at slá upp og síggja júst hvussu ein er samansettur og hvørji brek eru, sigur Kristian Magnussen, at hugsanin er óhugnalig og at tað er keðiligt at hugsa sær, at tryggingarfólkið sigur einum, at ein kann velja ímillum eina bíliga ella dýra trygging, tí tað sæst, at møguleikarnir fyri, at tryggingartakarin fær eittnú krabba, eru ovurhonds stórir.


Eru longu við

- Vit eru als ikki ímóti gransking og vit føroyingar eru longu við í samstarvi og lata okkara part, vísir Kristian Magnussen á.

- August Wang, sálarlækni, er t.d. við í eini granskingarætlan viðvíkjandi sálarligum sjúkum, so tað er ikki so, at vit føroyingar ikki eru við og ikki lata okkara til slík endamál, sigur Kristian Magnussen.

Hann vísir eisini á, at her eru motivini ikki peningalig.


Pengar fyri eyga

Ein privat fyritøka, sum tann íslendska, hevur sjálvsagt eisini peningaligan vinning fyri eyga, sigur Kristian Magnussen, ið metir, at nógv DNA kanska longu er farið av landinum og at ein roynd kanska heldur skuldi verið gjørd at steðga hesum útflutningi.

Hugsanin um, hvar føroyingar, ið søkja heilsubót uttanlanda, eru skrásettir, órógvar eisini Kristian Magnussen.

- Fólk eru í nógv ár farin uttanlands at søkja heilsubót og eru møguliga skrásett, sigur Kristian Magnussen, ið ikki metir málið um arvagransking, ið Helena Dam á Neystabø hevur lagt fram, at vera nóg væl lýst. Hann heldur eisini, at kjakið hesum viðvíkjandi enn væntar og at vit enn ikki hava nøktandi etiskt, løgfrøðiligt og skrásetingarligt grundarligt.

- Málið og uppskotið er ikki nóg væl skipað, sigur Kristian Magnusssen