Og tað sum ein bæði sum vanligur føroyingur og tingmaður fær at vita, er so mótsigandi, at einki gott kann spyrjast burturúr.
Taka vit sendingina í útvarpinum týskvøldið, um peningaviðurskiftini, so vóru allir partar samdir um, at Føroyar eiga at fylgja Danmark, um Danmark ger av at fara uppí samstarvið við hini ES-londini um euroin.
Fólk sum søgdu sína hugsan, vóru stjórin í Føroya Fiskasølu, stjórin í Landsbankanum, stjórin í Arbeiðsgevarafelagnum og annars stjórin í Føroya Banka.
Allir vóru teir samdir um, at tað tænir Føroyum best, at fylgja danska gjaldoyranum, tað verið seg krónuni, ella euroinum, um danir velja hann.
Tað vildi geva okkum í Føroyum allar teir fyrimunir sum hugsast kunnu. Tað vildi gera tað lættari at handla við ES, sum eftir tí sum stjórin í Fiskasøluni segði, keypir yvir 80 prosent av tí sum vit útflyta.
Hinir vóru eisini samdir um, at tað fór at hava eina rentulækking við sær, um vit føroyingar valdu at verða verandi saman við sterka danska gjaldoyranum, antin tað eitur króna, ella euro.
Ein var ímóti tí sum allir hinir førdu fram, og tað var føroyski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen. Nei, segði hann, tað kemur ikki uppá tal at fylgja euroinum, uttan mun til, hvat danir gera. Og helst skuldu vit heldur ikki fylgja donsku krónuni, hóast danir velja at hava hana.
Men hann legði dent á, at Føroyar skulu knýtast tætt at einum ella øðrum sterkum gjaldoyra, hvat tað so verður fyri eitt gjaldoyra.
Ein og hvør má ganga út frá, at tað sum sagt verður í eini slíkari sending er tað sum er rætt.
Men út frá tí sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum segði, so er lítið, fyri ikki at siga einki tosað í landsstýrissamgonguni um nakað sum helst.
Tosið um fullfeldi er sprottið í einum ella øðrum formi fyri undirlutakenslu, ella eini trongd at fáa vald.
Tí er fullveldistosið einki annað enn ein sápubløðra, sum ikki kann annað enn bresta.
Heðin Mortensen,
tingmaður
Sambandsfloksins