Arvagranskingin liggur sum ein bumba undir samgonguni

- Hóast tað bara eru tveir mánaðir eru eftir av árinum, hevur Helena Dam á Neystabø biðið løgtingið um løn til ein biokemikara í seks mánaðar í ár, umframt til onnur fólk í tríggjar mánaðir. Spurningurin er tí um ikki arvagranskingin tí longu er byrjað, uttan at nakar veit av, heldur Heini O. Heinesen

- Málið um arvagransking liggur sum ein bumba undir samgonguni. Siga vit nei, er vandi fyri, at vit steðga einum máli, sum kann vera læknavísindini til stórt framstig. Og siga vit ja, er vandi fyri, at vit seta gongd á nakað sera hættisligt og vandamikið, uttan at hava nakað sum helst lógargrundarlag fyri tí.

Nú eru tað ikki bara tingfólk úr andstøðuni, sum finnast at ætlanini hjá landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, um at fara undir arvagransking í Føroyum.

Ein av fremstu tingmonnunum hjá samgonguni, sjálvur formaðurin í størsta samgonguflokkinum, tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen, sigur við Sosialin, at hann er sera ivingarsamur um tað, sum er farið fram.

Hann sigur, at hann hevur ikki minni enn tvær ferðir heitt á landsstýrismannin í heilsumálum um at taka málið aftur.

-Eg haldi, at sum málið er lagt fram, fáa vit onki burturúr tí, uttan at oyðileggja tað.

Heini O. Heinesen sigur, at hann heldur, at tað er ongin grund til at leggja málið fyri tingið fyrrenn alt tað neyðuga lógaverkið er avgreitt.

Hann sigur, at tað átt ikki at tikið so langa tíð at avgreitt tær neyðugu lógirnar.T.d. er onkur av av lógunum langt síðani skrivað.Hon varð løgd fyri tingið í vár, men datt burtur, tí løgtingsval kom upp ímillum. Tað átti ikki at tikið so langa tíð at fingið hana avgreitt, heldur hann.

Formaður tjóðveldisflokins sigur, at hann vil treyðugt hava ábyrgdina av, at eitt so álvarsmál verður sett í verk, uttan at alt neyðugt lógarverk er avgreitt fyrst, so at slík gransking kann fara undir tryggum viðurskiftum fyri borgaran.

Hinvegin vil hann treyðugt hava skyldina fyri at hendan granskingin dettur niðurfyri, tí tað hevur málið avgjørt ikki uppiborið, tí talan er um týðandi gransking, sum kann føra til, at nógvar, álvarsamar sjúkur kunnu verða lektar.


Er granskingin longu byrjað?

Heini O. Heinesen sigur, at hann má eisini spyrja seg sjálvan, um ikki arvagranskingin longu er byrjað í Føroyum, uttan at nakar veit av tí.

Í sambandi við arvagranskingina, hevur Helena Dam á Neystabø nevniliga biðið um 180.000 krónur í løn til ein biokemikara í seks mánaðir í 1998, hóast tað bara eru tveir mánaðir eru eftir av árinum.

Somuleiðis verður biðið um løn til ein ættargranskara, ein hagfrøðing og ein skrivara í tríggjar mánaðir í ár.

Skrivarin skal hava 60.000 krónur í løn í ár, ættargranskarin og hagfrøðingurin 75.000 krónur.

Afturat tí verður biðið um 100.000 krónur til teldur og telduútbúnað í ár

Tilsamans hevur landsstýrið sostatt biðið um 655.000 krónur í ár til arvagrnsking.

Tí spyrji eg meg sjálvan, um andstøðutingmenn yvirhøvur hava grein í sínum máli, tá ið teir aftra seg við at játta pengarnar fyri ikki at seta nakað ígongd, sum ikki er væl og virðiliga lógarfest.

- Spurningurin er, um arvagranskingin ikki longu er sett í verk. Umsóknin um lønarútreiðslurnar í ár kundi bent á tað, heldur Heini O. Heinesen

Hann heldur, at hetta tí er eitt sera álvarligt mál fyri samgonguna og tað ber illa til at góðtaka, at eitt álvarsmál verður so illa fyrireikað, sum hetta er tað,hann sigur, at vegna samgonguna er ann illa við av hesum.

-Td. haldi eg, at tað er heilt burturvið at leggja hetta uppskotið fram í eini eykajáttan, saman við øllum møguligum øðrum málum.

-Eg haldi, at hetta málið liggur sum ein bumba undir samgonguni. Og hvørja lagnu tað fær, veit eg ikki nú, leggur hann afturat.

Næsta ár er seta rættiliga ferð á granskingina, tí tá er ætlanin at seta 3.560.000 krónur av til endamálið.

Tá verður skotið upp at biða um hesar upphæddir:


3 ættargranskarar 900.000 kr

1 yngri lækni 360.000 kr

1 biokemikari 360.000 kr

1 skrivari 40.000 kr

1 hagfrøðingur 350.000 kr

1 laborantur 250.000 kr

Tlf. fax og

skrivstovuútgerð 100.000 kr

Flutn. og ferðing 200.000 kr.

Mettar útreiðslur

til laboratorinum 1.000.000 kr


Tilsamans 3.560.000 kr

==================================