hevur gjørt púra greitt, at tað fylgir gjølliga við gongdini. ? Og vit fara ikki at góðtaka, at vit aftur koma í somu støðu, sum vit komu í fyrst í nítiárunum. ?Tí var tað nakar, sum betalti prísin fyri kreppuna [...] at tað er hetta, og nógv annað, sum ger, at hann stúrir fyri gongdini. ? Nógvur peningur verður brúktur, uttan at eg haldi, at politikararnir til fulnar kenna avleiðingarnar av tí. ? Og vælvildin at gjara [...] avgerandi, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Og hann leggur afturat, at limirnir í Starvsmannafelagnum eru ikki serliga sinnaðir til aftur at verða teir, sum skulu standa í fremstu røð og taka teir ringastu brotasjógvarnar
kannaðir. Á fundi mikudagin í Øravík hittust sjey bý- og bygdaráðsformenn at viðgera málið, og samtyktin at heita á landsstýrismannin er einmælt. Suðuroyingarnir meta, at aðrir møguleikar eiga at verða kannaðir [...] Bý- og bygdaráðsformenninir í Suðuroy heita staðiliga á Finnboga Arge, landsstýrismann í samferðslumálum, um at steðga fyrireikingunum til ein nýtt Suðuroyarskip fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir [...] fyri fólkið, ið skulu gera gagn av farleiðini, enn tað uppskotið, sum verður arbeitt við í dag. Bý- og bygdaráðsformenninir eru samdir um, at stóra íløgan í nýggja Suðuroyarskipið, ið er mett at kosta 300
síðstu tíðina. Fyrst megnaðu teir bara javnleik á Sandi, so taptu teir móti HB, og sunnudagin taptu teir aftur ? hesa ferð í Gøtu. ? Vit hava framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna FM, og vit leggja [...] mugu manna okkum væl og heita á innkrevjarnar at koma tíðliga, sigur peningarøkilin, sum vónar og roknar við, at hansara menn fara at gera alt fyri at geva áskoðarunum ein góðan og minniligan dyst í morgin [...] dent á at stríðast fyri tí møguleikanum. Fuglfirðingar hava nógv at stríðast fyri bæði móti GÍ og KÍ, og tá tú ert so sperdur, sum teir í ÍF eru, so hevur tað ofta víst seg, at óvæntað úrslit kunnu spyrjast
tekur alla frakt, allar bilar og øll ferðafólk. 3) At útvega ein minni katamaran til ferðafólk og persónbilar og at útvega eitt bíligt farmaskip til tungan flutning, bingjur og annan farm. Krøvini til eitt [...] bandið, og teir sigla í Skagerakk, um er tiltikið ringur sjógvur. Strandferðslan sigur, at ein katamaranur má liggja 10% av tíðini fyri veður? ? Og hvat so, um tað er rætt. Tað er ein mánaði um árið. Og tá [...] lagt, og sum sigur, at skipið skal vera liðugt á sumri 2002. Ístaðin eigur landsstýrið at seta eina nýggjan nevnd, sum skal gera eina heildarloysn fyri ferðasambandið til og úr Suðuroynni. ? Og hendan
januar, hevur hon lív og heilsuna. Og heilsuni hevur ikki bilað. Hóast Anna skjótt rundar 85, so passar hon húsini innan og uttan, og hon tekur lut í virkseminum hjá pensjonistunum og so ferðast hon eisini [...] sær at halda fram við so leingi hon situr í húsunum og so leingi hon orkar. Húsini eru stór og vakurt og reint er inni, og Anna vísir fegin húsini og kamarið, har bróðurin, Eivind Wilhelm, sáli, plagdi [...] koma í samband við fólk, yngri og eldri. - Eg komi saman við bæði yngri og eldri og eri ein teirra, ið práti við fólk. Eg plagi at siga, at hvør bilstjóri veitrar til mín og eg veitri aftur, um eg so kenni
ngum, soleiðis at tann munurin, sum er millum livistøðið við ríkisveitingum og uttan ríkisveitingar gerst minni og minni og at enda verður heilt burtur. Tað er neyvan ivi um at hetta er so. Betraða ka [...] fáa meiri burturúr tilfonginum og møguliga ein hugburðarbroyting í heila takið, vil hava við sær, at búskaparvøksturin gerst størri og harvið at munurin millum búskapin við og uttan ríkisveitingar, við tíðini [...] kann nýtast betur, og eisini at hjálpt til við, at royndarkoyrt nýggjar framleiðsluhættir, soleiðis at fiskivinnan og fiskiídnaðurin slapp undan dýru royndarkoyringunum. Gransking og búskaparvøkstur Hugsanin
umfarið, og tað ger, at fótbóltsfepurin fer at vera høgur alla vikuna. Úr Sumba, um Havnina, og Gøtu og Fuglafjørð og norður til Klaksvíkar og allar Norðoyggjar, og tað er hugaligt fyri kappingina. [...] hjá B36 at gerast meistari er fyrst og fremst treytaður av, at teir vinna í Runavík og av at KÍ ikki fær stig í Klaksvík. Um GÍ ikki vinnur móti B68, so fer B36 framum teir og vinnur FM heitið. Hetta kann [...] apin á heimavølli í tríati ár, hin seytjanda í alt og greipuna fyri aðru ferð og fyrstu ferð í 32 ár, liggur framvegis í hondunum á klaksvíkingum, og tað má framvegis metast, at KÍ er besta boðið uppá
granskar og kannar, hvørjar vørur, vit skulu leggja dent á Og ongin granskar, hvat vit kunnu gera, fyri at fáa meiri burturúr tí, sum vit hava. ? Vit gera nógva havrannsóknir og fiskirannsóknir. ? Og tað skulu [...] slógvið, livur og aðrar innvølir. Hann vísir m.a. á, at bæði íslendingar og norðmenn fáa rættiliga nógv burturúr slíkari hjáframleiðslu. ?Íslendingar, eru eitt nú farnir at turka høvd og at gera ymsar saltaðar [...] krevst, at fólk trúgva uppá tað og fáa onnur at trúgva uppá tað. Og tað krevur pening. Tað krevur samstarv. Men ikki minst krevur tað vitan. ? Vit hava bæði rávøruna og fólkið. ? Men vitanina, hana mangla
í hesum málinum, og tí er einki løgið í heldur, at vit siga okkara hugsan og vísa okkara kenslur. Ríkisfelagsskapurin er ein partur av okkara samleika eisini. At Grønland, Føroyar og Danmark hava felags [...] rættindi og eins møguleikar innan fyri henda felagsskap er nakað, sum eg sjálvur leggi stóran dent á. Tí eg haldi vit øll fáa gagn av hesum. Ikki bert búskaparliga men eisini mentanarliga og menniskjansliga [...] vit hava samtíðis sagt, at um føroyingar og Føroya løgting avgera, at tað er eitt ynski at fara úr hesum felagsskapi, so fara tit ikki at koma til stongdar dyr, og eingin í Danmark fer heldur at sáa tann
KÍ uppstillingina og spælið, og tað var beinanvegin sjónskt, at taktikkurin hjá B36 gekk út uppá at trýsta veiku punktini hjá KÍ. Øssur Hansen var meiri vinstri vongur enn bakverji, og hann hevði mesta [...] í holinum, sum var í høgra verjuborði hjá klaksvíkingum, og bæði í hesum borðinum og í høgru, har Carl H. Høgnesen var álopshugaður vongverji, og har Jákup á Borg ofta hjálpti til, megnaðu heimamenninir [...] fáar støðir og vóru skjótir fram móti KÍ brotsteiginum. 27 minuttir vóru farnir, tá tað bleiv 2?0. Ronnie Samuelsen, Carl H. Høgnesen, John Petersen og Jákup á Borg vóru við í uppspælinum, og tá hesin síðsti