Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá B36 ta síðstu tíðina. Fyrst megnaðu teir bara javnleik á Sandi, so taptu teir móti HB, og sunnudagin taptu teir aftur ? hesa ferð í Gøtu.
? Vit hava framvegis ein teoretiskan møguleika at vinna FM, og vit leggja stóran dent á at stríðast fyri tí møguleikanum. Fuglfirðingar hava nógv at stríðast fyri bæði móti GÍ og KÍ, og tá tú ert so sperdur, sum teir í ÍF eru, so hevur tað ofta víst seg, at óvæntað úrslit kunnu spyrjast burturúr.
Hetta sigur Kjartan Mohr, peningarøkil í B36. Men samstundis ásannar hann, at tað er møguleiki fyri, at B36 eisini kann enda á fjórða plássinum:
? Vit mugu vinna tað, sum er eftir at spæla um, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber. Tá vit líta aftur á kappingarárið, so iðra vit okkum um nakrar avgerðandi støður, eitt nú at vit ikki megnaðu at skora uppá seinna brotssparkið í Gøtu, og tá vit minnast aftur á dystin móti KÍ í Klaksvík, so mugu vit bara ásanna, at okkara spæl var gott, men at vit taptu, tí vit høvdu ein málverja, sum ikki var nóg góður, meðan KÍ hevði ein góðan málverja.
? Nú aftaná síggja vit, at hesi mistøkini ivaleyst hava kostað okkum sjey hundrað túsund krónur, sum er munurin á tí, ið fæst fyri at koma í Europa Cup sum meistari og at koma í Europa Cup sum steypavinnari ella tapari í steypafinaluni og luttakari, tí KÍ verður meistari.
Lítið plástur á sárið
Í morgin fer B36 at fáa eina stóra inntøku. Tað verður roknað við, at eina staðni millum eitt túsund og fimtan hundrað klaksvíkingar koma í Gundadal, og um teir í B36 eru nóg óførir at krevja pengar inn, so átti tað at givið teimum eina inntøku uppá einar 75 túsund krónur.
? Klaksvíkingarnir plaga at koma tíðliga niðan, so vit mugu manna okkum væl og heita á innkrevjarnar at koma tíðliga, sigur peningarøkilin, sum vónar og roknar við, at hansara menn fara at gera alt fyri at geva áskoðarunum ein góðan og minniligan dyst í morgin.










