?Hatta kann og skal ikki ganga.
? Tí um suðuroyingar góðtaka ætlanina, sum er løgd fram um at byggja nýggjan Smyril, fer tað at seta Suðuroynna eini 50-60 ár aftur í tíðina.
Tað er Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, sum so staðiliga ávarar oyggjarfelagar sínar, Strandferðsluna og ikki minst, landsstýrismannin í samferðslumálum, ímoti at leypa framav, nú ætlanin er at útvega nýtt skip til Suðuroyarsiglingina ístaðin fyri Smyril, sum nú er gamal og ótíðarhóskandi.
Strandferðslan er komin rættiliga langt at fyrireika byggingina av einum nýggjum suðuroyarskipi.
Men tað, sum Páll Vang serliga finst at, er, at skipið, sum ætlanin er at byggja, ikki siglir skjótari enn 18-20 míl.
? Hendir tað, at vit fáa eitt sovorðið skip, er tað als onki framstig fyri Suðuroynna.
? Tí eitt slíkt skip kemur aldrin at sigla fleiri enn tvær ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin.
? Eitt nýtt skip til Suðuroyarsiglingina er so dýrt, at tað er ein íløga, sum vit koma at hanga uppá tey næstu 25-30 árini.
?Tí er skipið fyrst komið, verður ikki talan um at angra og at skifta út.
Frammanundan hava vit havt Smyril síðani 1975.
? Sostatt koma suðuroyingar í veruleikanum ongan bata at hava í sambandinum við meginøkið í eini 50-60 ár.
? Tá ið nýggi Smyril kemur, hava vit havt hendan Smyrilin í skjótt 30 ár.
? Og nú ætla vit at gera eitt kopi av teirri loysnini, sum skal vara onnur 30 ár.
? Samstundis fer tað skjótt at bera til hjá øðrum landins borgarum at koyra sum teir vilja undir firðum og sundum, ja skjótt verður koyrandi líka úr Bø, heilt til Viðareiðis.
? Tí kann tað aldrin góðtakast, at Suðuroyingar framvegis tey næstu 30 árini ikki skulu hava meiri enn samband tvær ferðir við meginøkið um dagin.
Hann vísir eisini á, at tann fyrsti Smyrilin helt í 39 ár, annar Smyrilin helt í 32 ár.
? Men triði Smyrilin sigldi bara í átta ár.
? Tað var tí, at í 1967 varð sama mistak gjørt, sum vit eru í vanda fyri at endurtaka nú. Og tað var at byggja ein Smyril, sum líktust tí, sum hevði siglt í 32 ár.
? Tá var hugsanin, at ein bilaferja kundi ikki brúkast um Suðuroyarfjørð.
? Tað mistakið varð rættað í 1975. Og tíðin síðani hevur prógvað, at tað ber væl til at hava bilaferju siglandi um Suðuroyarfjør.
? Men nú er vandi fyri at vit endurtaka mistakið.
? Tí tað eru mong sum siga, at katamaranur kann ikki brúkast um Suðuroyarfjørð.
?Tað ivist eg kortini í, tí teir sigla bæði tvørtur um Atlantshav, har teir hava vunnið tað blaá bandið, og teir sigla í Skagerakk, um er tiltikið ringur sjógvur.
Strandferðslan sigur, at ein katamaranur má liggja 10% av tíðini fyri veður?
? Og hvat so, um tað er rætt. Tað er ein mánaði um árið. Og tá ið veðrið er so ringt, at hann má liggja, er tað ivasamt, hvussu nógv fólk hevði verið við kortini.
? Men vinningurin er at vit koma at hava eitt gott samband 11 mánaðir um árið.
Fleiri kanningum
Páll Vang ivast ikki í, at nevndin, sum hevur fyrireikað byggingina av nýggja Smyrli, hevur gjørt eitt gott arbeiði.
Nýggja skipið hevur alskyns hentleikar. Men tað skal so bara sigla 18 míl.
? Tað, sum suðuroyingar hava brúk fyri, er ikki størri spælipláss og bleytari stólum umborð á ferjuni.
? Tað, sum okur hava brúk fyri, er at fleiri ferðir verða ímillum Suðuroynna og Havnina, sigur býráðsformaðurin á Tvøroyri.
Hann sigur tí, at tí er tað avgerandi, at vit ikki leypa framav í hesum máli.
? Tí eiga vit sleppa tíðarætlanini, sum Strandferðslan hevur lagt, og sum sigur, at skipið skal vera liðugt á sumri 2002. Ístaðin eigur landsstýrið at seta eina nýggjan nevnd, sum skal gera eina heildarloysn fyri ferðasambandið til og úr Suðuroynni.
? Og hendan nevndin skal kanna fleiri møguleikar fyri, hvussu ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroynna skal loysast.
Sjálvur hevur hann fimm møguleikar, sum nevndin eigur at kanna.
1) At halda fram við skipinum, sum fyrireikingarnevndin er komið fram til.
2) At útvega ein katamaran, sum tekur alla frakt, allar bilar og øll ferðafólk.
3) At útvega ein minni katamaran til ferðafólk og persónbilar og at útvega eitt bíligt farmaskip til tungan flutning, bingjur og annan farm. Krøvini til eitt slikt skip verða nógv minni enn til eitt veruligt ferðafólkaskip.
Eitt nú er ikki neyðugt við meiri enn einari lítlari ferðafólka - salong.Tí verður eitt slíkt skip ikki serliga dýrt.
4) At kanna sjóvegis samband, samantvinnað við einum loftvegis sambandi.
? T.d. ber til at kanna, um tað ikki hevði borið til at útvega eina tyrlu, sum tók eini 25 fólk og sum kundi flogið nakrar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina.
Verður ein slík tyrla útvegað, verða krøvini til skipið somuleiðis lítil og ongin. Tað verður longu sum er, tosað um, at Atlantsflog skal útvega sær eina tyrlu til eini 16 fólk og at landsstýrið skal so leiga hana til ymsar tænastur fyri einar 10 milliónir um árið ? Vinnumálastýrið eigur beinanvegin at biðja Atlantsflog um at hyggja eftir eini størrri tyrlu - og at rinda tilsvarandi størri tilskot úr landskassanum.
5) Fimti møguleikin er at kanna møguleikan fyri loftvegis sambandi við flúgvara afturat einum skipi.
Páll vang sigur, at tað er ikki vist, at ein slík, samansett loysn, fer at kosta stórt meiri enn tær umleið 200 milliónirnar, sum politiski myndugleikin hevur boðað sagt, at hann er til reiðar at betala fyri eitt nýtt skip til Suðuroynna.
Hann leggur dent á, at ætlanin, sum nú verður arbeitt við, má undir ongum umstøðum verða sett í verk, fyrrenn allir hinir møguleikarnir eru kannaðir.
Páll Vang leggur afturat, at verður t.d. ein kombinerað loysn vald, tola suðuroyingar saktans, at ein katamaranur liggur teir dagarnar, veðrið er ring.
Er tað ikki eisini ein fíggjarligur spurningur. Ein katamaranur er nógv dýrari í rakstri enn eitt vanligt skip?
? Hatta sjónarmiðið verður als ikki góðtikið undir nøkrum umstøðum. Tí ferðasambandið til og úr Suðuroynni fer aldrin at kosta meiri enn ein brotpart av tí, sum er brúkt uppá samferðsluna norðanfjørðs og tað, sum ætlanin er at brúka, bæði til skip, ferjulegur og ikki minst, undirsjóvartunlar, sigur Páll Vang.
- - - -
Aðrastaðni í blaðnum í dag er samrøða við formannin í Suðuroyar Oljuvinnuráði um sama mál. Í blaðnum ígjár prentaðu vit eina áheitan frá by- og bygdaráðsformonnunum í Suðuroynni á landsstýrismannin í samferðslumálum, Finnboga Arge, um at steðga á við ætlanini at byggja nýggjan Smyril.