Fyrsti dystur í 18. umfari í næstbestu deildini var í Klaksvík í gjárkvøldi. KÍ hevði vitjan av Víkingi, og úrslitið var, at heimaliðið vann 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-1.
Manningarnar vóru merktar av, at bæði KÍ og Víkingur framvegis eru upptikin í Europa. Á KÍ liðnum vóru tó Robert Williams og Latif Ahmed, sum vóru á vøllinum í fyrra hálvleiki.
Liðið hjá Víkingi var fyri tað mesta mannað við blaðungum spælarum. Tó var ein veteranur skiftur inn, sum ikki hevur verið á føroyskum vølli í 12 ár. Tað var Kaj Leo í Bartalsstovu, sum varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin.
34 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu er í summar fluttur aftur til Føroya eftir at hava verið uttanlands síðani í 2013. Hann hevur verið í Norra, Rumenia og Íslandi, og nú er spæliloyvið aftur í Sarpugerði og Víkingi.
Jákup Martin Jarnskor legði í 9. minutti Víking á odda. Hetta var sætta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
Tveir minuttir seinni javnaði Latif Ahmed. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Undan summarsteðginum ljóðaði, at Latif Ahmed fór at flyta úr KÍ og vestur í Vágar. Hann vandi nakrar ferðir við 07 Vestur, men flytingin varð av ongum.
Seks minuttir eftir steðgin legði Páll Müller KÍ á odda 2-1. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at gávuríki 17 ára gamli álopsspælarin var málskjútti í næstbestu deildini.
Sjey minuttir undan leikloki staðfesti Helgi Simonsen, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, 3-1 heimasigurin. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.
KÍ er á sætta plássi við 20 stigum, og Víkingur er á fimta plássi við 22 stigum.
Hinir dystirnir í 18. umfari:
Fríggjadagin 8. august
NSÍ – B36: Árni Brandsson Petersen kl. 20.00
Leygardagin 9. august
07 Vestur – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 13.00
AB – EB/Streymur: Andras Frederiksberg kl. 15.00
Sunnudagin 10. august
B71 – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00











