Hoyrið okkum fyrst

- Vit eiga at kanna út í æsir, hvat tænir suðuroyingum og vinnulívinum í oynni best, áðrenn avgjørt verður, hvussu nýggja suðuroyarskipið skal síggja út, siga sjey bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroy í inniligari áheitan til landsstýrismannin í samferðslumálum

Bý- og bygdaráðsformenninir í Suðuroy heita staðiliga á Finnboga Arge, landsstýrismann í samferðslumálum, um at steðga fyrireikingunum til ein nýtt Suðuroyarskip fyrr enn allir møguleikar eru kannaðir.

Á fundi mikudagin í Øravík hittust sjey bý- og bygdaráðsformenn at viðgera málið, og samtyktin at heita á landsstýrismannin er einmælt. Suðuroyingarnir meta, at aðrir møguleikar eiga at verða kannaðir til fulnar, sum møguliga koma at verða til størri nyttu fyri fólkið, ið skulu gera gagn av farleiðini, enn tað uppskotið, sum verður arbeitt við í dag.

Bý- og bygdaráðsformenninir eru samdir um, at stóra íløgan í nýggja Suðuroyarskipið, ið er mett at kosta 300 mió. kr., kann metast javnt við teir undirsjóvartunnlar, sum eru uppá tal at gera. Tað vil siga, at vit tosa um eina íløgu fyri tey komandi 25-30 árini, og tí eigur at verða kannað í oynni, eitt nú saman við vinnulívinum, hvat best kemur at gagna suðuroyingum.

Undirskrivað inniligu áheitanina úr Suðuroy hava Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, Levi Niclasen, bygdaráðsformaður í Hvalba, Elin Nielsen, bygdaráðsforkvinna í Fámjin, Ásbjørn Berg, bygdaráðsformaður í Hovi, Anna Larsen, bygdaráðsforkvinna í Porkeri, Jacob Vestergaard, bygdaráðsformaður í Sumba, og Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági.