Búskaparvøkstur við og uttan ríkisveitingar

Í greinini viðgerð búskaparfrøðingurin, Magni Laksáfoss, árinini á búskaparvøksturin av at ríkisveitingin minkar

Eg vil nýta høvið til at fegnast yvir at tjakið um búskaparligu avleiðingarnar av minkandi ríkisveitingum í bløðunum í seinastuni er vorið meiri fjølbroytt. Vónandi koma vit skjótt til árinini á einstaka húsarhaldið, men fyrst er neyðugt at lýsa árinini á búskapin sum heild. Tað eru jú tey sum seinni fáa fylgjur fyri einstaka húsarhaldið.

Eg vil her aftur tríva í ein sera týdningarmiklan part av búskaparligu árinunum av at minka um ríkisveitingarnar, nevniliga árinið á búskaparvøksturin.


Høvuðsárinini

enn einaferð:

Av tí at annar grafurin í greinini hjá mær í bløðunum seinasta leygardag ikki kom við, vil eg loyva mær at endurtaka hann her.

Fulla linjan í stykki 1 á myndini vísir gongdina fram til í dag, meðan fallið í stykki 2 vísir búskapargongdina í skiftistíðini. Skiftistíðin er tíðin, meðan ríkisveitingin minkar, til hon er burtur. Stykki 3 vísir búskapargongdina eftir at ríkisveitingin er burtur. At enda er ein linja teknað omanfyri hinar linjurnar í stykki 2 og 3. Henda linjan vísir búskapargongdina um ríkisveitingin ikki minkar burtur, men heldur fram eins og í dag. Út frá myndini er greitt, at tað ikki er uttan avleiðingar fyri samfelagið at missa eina inntøku av teirri stødd, sum ríkisveitingin er.

Í skiftistíðini (stykki 2) verður neyðugt at broyta búskapin, soleiðis at hann kann vera ríkisveitingini fyriuttan. Hetta merkir at búskapurin kemur í eina kreppulíknandi støðu. Tvs. tillagingar mugu henda í búskapinum, sum líkjast teimum tillagingum, sum henda tá kreppur eru í búskapinum. Her er t.d. talan um at arbeiðsloysið økist, lønin lækkar, fólk flyta av landinum o.l.

Eftir at ein tíð er fráliðin, vil búskapurin rætta seg upp aftur (stykki 3). Tvs. at fólk flyta ikki longur av landinum og viðurskiftini eru stabiliserað.


Broytist búskaparvøksturin?

Ein sera áhugaverdur spurningur er: Verður búskaparvøksturin tann sami við ríkisveitingum sum uttan ríkisveitingar?

Hugsast kann, at orðatakið ?neyð lærir nakna kvinnu at spinna? eisini er galdandi fyri búskapir og ikki bert fyri naknar kvinnur. Um hetta er rætt, verður búskaparvøksturin uttan ríkisveitingar størri enn við ríkisveitingum, soleiðis at tann munurin, sum er millum livistøðið við ríkisveitingum og uttan ríkisveitingar gerst minni og minni og at enda verður heilt burtur.

Tað er neyvan ivi um at hetta er so. Betraða kappingarførið, trýstið á vinnulívið um at fáa meiri burturúr tilfonginum og møguliga ein hugburðarbroyting í heila takið, vil hava við sær, at búskaparvøksturin gerst størri og harvið at munurin millum búskapin við og uttan ríkisveitingar, við tíðini gerst sera lítil og at enda ikki er til at bera eyga við.


Nær hendir hetta?

Hugburðurin, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna, er sostatt uttan iva rættur ? eisini í búskaparligum høpi.

Sum skilst av tí, sum er nevnt omanfyri, so er neyðugt at fáa meiri burtur úr sama tilfonginum um hetta skal bera til (ella at nýggjar vinnur taka seg fram). Hetta krevur íløgur av vinnulívinum.

Í eini kreppulíknandi støðu, sum búskapurin kemur í við minkandi ríkisveitingum, hevur tað ofta víst seg, at íløguhugurin ikki er serliga stórur. Harafturímóti vísir tað seg eisini, at íløgurnar, ið verða gjørdar, ofta eru meiri burðardyggar (meiri gjøgnumhugsaðar) enn tær, ið verða gjørdar í góðum tíðum.

Tó talar hetta samanlagt fyri, at tíðin, áðrenn tann eyka búskaparvøksturin kemur, kann fara at tykjast drúgv, og í einum so opnum samfelag sum tað føroyska, kann hetta føra til munandi fólkaflyting.


Aðrir hættir atlæra at spinna

Hugsast kann, at tað er møguligt at læra at spinna, sjálvt um ein ikki er nakin og svangur. Møguliga kann ein kvinna, ið er mett og væl klødd, eisini læra at spinna, t.d. við at fara á spinniskeið.

Hetta er hugsunarhátturin aftan fyri tjakið um at seta á stovn granskingarstovnar og útbúgvingarstovnar í Føroyum, soleiðis at lærast kann at fáa meiri burtur úr tilfonginum. Sjálvsagt kann hetta gerast óansæð um ein ætlar at minka um ríkisveitingina ella ikki.

Tað er t.d. at undrast yvir, at Føroyar, ein fiskivinnutjóð, bert hevur ein lítlan fiskivinnuskúla á miðnámsstøði, meðan fleiri stórir handils- og studentaskúlar eru í landinum. Tað átti at verið meiri nærliggjandi at hugsa sær, at fleiri fiskivinnuskúlar vóru í landinum, bæði á miðnáms og hægri støði. Somuleiðis er nærliggjandi at hugsa sær, at hesir stovnar áttu at granska í, hvussu tilfongið kann nýtast betur, og eisini at hjálpt til við, at royndarkoyrt nýggjar framleiðsluhættir, soleiðis at fiskivinnan og fiskiídnaðurin slapp undan dýru royndarkoyringunum.


Gransking og búskaparvøkstur

Hugsanin við at seta á stovn granskingar- og útbúgvingarstovnar er, at vit á henda hátt kundu skunda undir búskaparvøksturin. Hervið hevði skiftistíðin ikki vart longur enn hægst neyðugt, og sosialu fylgjurnar høvdu sostatt eisini verið minst møguligar.

Sjálvandi eiga vit at seta granskingar- og útbúgvingarstovnar á stovn óansæð, um vit velja at minka um ríkisveitingina ella ikki.

Her havi eg bert nevnt stovnar, ið granska innan fiskivinnuna, men hervið er sanniliga ikki sagt at vit ikki eiga at granska í øðrum vinnum. Tvørturímóti er neyðugt at vit eisini finna aðrar vinnur at hava í búskapinum. Tó er umráðandi, at vit fyrst læra at fáa meiri úr verandi vinnum, áðrenn farið verður undir at finna nýggjar vinnur. Hetta kemst av, at nýggjar vinnur ofta hava støði í verandi vinnum og vaksa út sum avleggarar av hesum upprunavinnunum. T.d. kann hugsast, at vinnur, ið lata amboð og aðrar vørur og tænastur til fiski- og alivinnuna eru mest nærliggjandi at vaksa í Føroyum. Hetta hava vit t.d. sæð í Íslandi.


Óvanliga stór upphædd

Eg harmist um, at míni privatu viðurskifti verða viðgjørd alment á politiskum fundum og í fjølmiðlunum, men tá ið tey nú eru komin fram, vil eg at enda koma við eini viðmerking til tað, sum er nevnt í Dimmalætting 23. september um lønarkravið hjá mær fyri at vera við til at leggja búskaparpartin av Hvítubók fram.

Viðmerkingin ljóðar soleiðis: ?Hann kravdi kortini eina so óvanliga stóra upphædd í samsýning fyri at leggja fram, at tað hevði brotið allar siðvenjur?.

Henda ?óvanliga stóra upphædd? var kr. 5.000 fyri hvønn fyrilestur. Hetta var sama upphædd, sum eg hevði fingið upplýst, at advokatar krevja fyri at vera orðstýrarar á eini framløgu. Um ein biðjur ein advokat vera orðstýrara, skal ein sostatt av við kr. 5.000 í løn umframt kostnaðarendurgjald, s.s. ferðapening, hotelrokningar o.l. Mítt tilboð var kr. 5.000 alt íroknað.

Eg veit ikki, hvussu nógv hinir, ið løgdu fram, tóku fyri framløgurnar.

Um ein setur spurnartekin við, um eg kann vera verdur eina tílíka uphædd, so eigur at vera hugt at tveimum viðurskiftum, nevniliga teimum fakligu førleikunum og teimum persónligu viðurskiftunum.

Fakliga kann sigast, at eg havi gjørt størsta partin av tí taltilfari, ið varð nýtt til at framleiða búskaparpartin av Hvítubók við. Harumframt havi eg eisini (saman við Martin Windelin) gjørt myndilin, EMFI, ið nýttur er til stutttíðargreiningarnar og eisini sjálvur gjørt tær koyringarnar við myndlinum, sum eru lagdar fram í Hvítubók. Sostatt meti eg, at eg út frá fakligum førleika kann loyva mær at krevja somu upphædd, sum ein advokatur krevur fyri at vera orðstýrari á einum fundi.

Um tey persónligu viðurskiftini kann nevnast, at eg í november í fjør gjørdist pápi fyri aðru ferð, tá eg fekk eina dóttur. Ein mánað eftir hetta kom eg við í búskaparbólkin og havi tískil seinasta hálva árið nýtt stórt sæð alla frítíð upp á at skriva mín part av búskaparpartinum av Hvítubók (hetta arbeiðið mátti gerast í frítíðini). Tá eg eftir hetta eisini varð biðin um at hjálpa til við kanningini hjá Vinnumálastýrinum, so ávirkaði hetta eisini summarferiuna. Tískil var tað ikki av góðum huga, at eg játtaði at vera við til at leggja búskaparpartin av Hvítubók fram fyri almenninginum, men einans tí at eg metti, at hetta hevði stóran týdning fyri almenna kjakið. Hetta er samstundis fremsta orsøkin til at eg noktaði at gera hetta arbeiðið fyri vanligan tímasats.

At enda kann eg nevna, at eg haldi at tað er í lagi, at landsstýrið velur at lata vera við at taka av einum tilboði, ið teir meta er ov dýrt.

Vónandi beinir henda viðmerkingin ringastu misskiljingarnar burtur, soleiðis at vit kunnu halda áfram við meiri sakliga partinum av kjakinum.


Magni Laksáfoss

Búskaparfrøðingur