Ein miðnámsveitsla var í skeinkistaðnum Luux í Havnar Klubba í Havn í gjárkvøldið og í nátt, og tað gav løgregluni úr at gera.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað vóru nógv ung fólk, sum vóru sera fullu og ikki funnu vegin heim. Løgreglan hevði úr at gera við at koyra hesi fullu ungu fólkini til hús so nógv, at tey mistu talið, hvussu nógv tey høvdu koyrt til hús men tey vóru nógv, sigur vaktleiðarin.
Tað varð tó eingin sak burturúr, tey vórðu bara koyrd til hús. Í fleir førum vóru tað ung, ið ringdu um onnur ung, sum tey vóru stúrin fyri, tí tey vóru so full, sigur vaktleiðarin.
Í Eysturoy var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, og nakrir bilførarar, sum koyrdu ov skjótt á Glyvursvegi undir Kongavarða á Argjum, fingu bót. Teir koyrdu beint undir 70 km um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 50. Tí fingu teir klipp í koyrikortið, men sluppu við bót.