Verandi týsku meistararnir, Füchse Berlin spældu í dag fyrsta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið.
Í Max Schmelling høllini í Berlin vann Füchse Berlin stórsigur 39-27 á Bergischer. Útiliðið var tó væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru berlinararnir frammanfyri 20-17.
Aftaná 40 sekund fekk Hákun heiðurin at skjóta fyrsta málið hjá Füchse Berlin hetta kappingarárið. Hákun fekk tríggjar málmøguleikar, og hann tók av hvørja ferð, og setti allar tríggjar í netið.
Danski stórleikarin, Mathias Gidsel, ið kundi spælt bóltin út til Hákun nakað oftari var toppskjútti hjá heimaliðnum við 10 málum, umframt at leggja upp til átta mál.
Mikukvøldið klokkan 18 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli móti Göppingen. Komandi leygardag klokkan 14.40 verður stórdystur í Max Schmelling høllini, tá meistaraliðið frá 2024, Magdeburg skal royna seg móti verandi meistarunum, Füchse Berlin.